KAPITTUL 17
Hvussu skulu vit biðja?
1, 2. Hví er bønin ein gáva, og hví mugu vit vita, hvat Bíblian sigur um bøn?
Í MUN til alheimin er jørðin ógvuliga lítil. Tá ið Jehova hyggur niður á jørðina, eru øll menniskju bara sum ein evarska lítil dropi í einari spann. (Sálmur 115:15; Esaias 40:15) Sjálvt um vit eru so smá í mun til alheimin, lesa vit hetta í Bíbliuni: ’Harrin er nær hjá øllum, ið kalla á hann, hjá øllum, ið kalla á hann av sonnum. Hann uppfyllir ynski teirra, ið óttast hann, hann hoyrir róp teirra og hjálpir teimum.’ (Sálmur 145:18, 19, Dahl/Viderø) Hugsa tær, hvussu stórt tað er! Okkara stóri skapari, Jehova, vil gjarna vera nær hjá okkum og lurta eftir okkara bønum. Bønin er ein fantastisk gáva, sum vit øll hava fingið frá Jehova.
2 Men Jehova lurtar bara eftir okkum, um vit biðja til hansara upp á tann mátan, sum hann góðkennir. Hvussu kunnu vit gera tað? Latið okkum vita, hvat Bíblian sigur.
HVÍ SKULU VIT BIÐJA TIL GUD?
3. Hví skulu vit biðja til Jehova?
3 Jehova vil, at vit skulu biðja til hansara. Tað síggja vit millum annað í Filippibrævinum 4:6, 7. (Les.) Jehova er sera góður við teg, og hann vil, at tú skalt fortelja honum, hvussu tú hevur tað, og hvat tú gongur og hugsar um.
4. Hvussu kann bøn styrkja títt vinalag við Jehova?
4 Vinir, sum ofta tosa saman um, hvussu teir hava Jákupsbrævið 4:8.
tað, og hvat teir stríðast við, verða tættari knýttir. Og soleiðis er tað eisini við okkara sambandi við Jehova. Tá ið vit tosa við hann í bøn, verða vit tættari knýtt at honum. Í Bíbliuni fortelur hann okkum um sínar tankar og kenslur, og hann sigur okkum, hvat hann fer at gera í framtíðini. Tá ið tú ofta biður til Jehova og sigur honum, hvussu tú hevur tað innast inni, verður títt vinalag við hann enn sterkari. –HVAT MUGU VIT GERA, UM GUD SKAL LURTA EFTIR OKKARA BØNUM?
5. Hvussu vita vit, at Jehova ikki lurtar eftir øllum bønum?
5 Lurtar Jehova eftir øllum bønum? Nei. Tá ið Esaias profetur livdi, segði Jehova við ísraelsmenn: „Hvussu nógv tit so biðja, hoyri Eg ikki – tí hendur tykkara eru fullar av blóði!“ (Esaias 1:15) Jehova lurtar altso ikki eftir teimum, sum gera tað, hann hatar. Við øðrum orðum kunnu vit sjálv hava ávirkan á, um hann lurtar eftir okkara bønum ella ikki.
6. Hví hevur tað so stóran týdning at trúgva? Hvussu vísa vit, at vit trúgva?
Markus 11:24) Paulus greiðir frá: „Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.“ (Hebrearabrævið 11:6) Men tað er ikki nokk bara at siga, at vit trúgva. Vit mugu vísa okkara trúgv í verki og fylgja Guds boðum hvønn dag. – Les Jákupsbrævið 2:26.
6 Vit mugu trúgva á Jehova, um vit vilja, at hann skal lurta eftir okkara bønum. (7. (a) Hví skulu vit vera eyðmjúk og vísa virðing, tá ið vit biðja til Jehova? (b) Hvussu kunnu vit vísa, at vit meina tað, sum vit siga í okkara bønum?
7 Tað er umráðandi, at vit vísa virðing og eru eyðmjúk, tá ið vit biðja til Jehova. Hví? Um vit fingu møguleika at tosa við ein kong ella forseta, høvdu vit sjálvsagt víst honum virðing. Skuldu vit so ikki víst Jehova, sum er tann størsti í alheiminum, uppaftur størri virðing? (1. Mósebók 17:1; Sálmur 138:6, NW) Tá ið vit biðja til Jehova, skulu vit ikki bara siga tað sama umaftur og umaftur, men lata tað, vit siga, koma frá hjartanum. – Matteus 6:7, 8.
8. Hvat mugu vit gera, tá ið vit hava biðið um okkurt?
8 Tá ið vit biðja til Jehova um hjálp, skulu vit ikki bara sita hendur í favn og vænta, at hann orðnar alt. Biðja vit til dømis um at fáa tað, sum vit hava brúk fyri til dagin og vegin, mugu vit eisini gera okkara part og vera villig at taka tað arbeiðið, sum vit kunnu fáa. (Matteus 6:11; 2. Tessalonikabræv 3:10) Og biðja vit Jehova hjálpa okkum at halda uppat við at gera nakað, sum er skeivt, mugu vit ansa væl eftir, at vit ikki koma í eina støðu, sum kundi freistað okkum. (Kolossebrævið 3:5) Tað er altso umráðandi, at vit gera okkara til, at tað, sum vit biðja um, verður veruleiki. Nú fara vit at kanna nakrar vanligar spurningar um bøn.
VANLIGIR SPURNINGAR UM BØN
9. Hvønn skulu vit biðja til? Hvat lærir Jóhannes 14:6 okkum um bøn?
9 Hvønn skulu vit biðja til? Jesus segði, at vit skuldu biðja til ’faðir okkara, sum er í himli’. (Matteus 6:9) Hann segði eisini: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.“ (Jóhannes 14:6) So tað er bara Jehova, vit skulu biðja til, og vit skulu gera tað í Jesu navni. Men hví skulu vit biðja í Jesu navni? Jú, um Jehova skal lurta eftir okkara bønum, mugu vit vísa virðing fyri tí stóru og týdningarmiklu uppgávuni, sum hann hevur givið Jesusi. Sum vit hava lært, kom Jesus niður á jørðina fyri at bjarga okkum undan synd og deyða. (Jóhannes 3:16; Rómbrævið 5:12) Jehova hevur eisini útnevnt Jesus til høvuðsprest og dómara. – Jóhannes 5:22; Hebrearabrævið 6:20.
10. Er tað neyðugt at sita ella standa upp á ein ávísan máta, tá ið vit biðja? Greið frá.
10 Er tað neyðugt at sita ella standa upp á ein ávísan máta, tá ið vit biðja? Nei, tað týdningarmesta er, at vit biðja upp á ein virðiligan máta. (Nehemias 8:6; Dániel 6:11; Markus 11:25) Tað, sum hevur mest at siga fyri Jehova, er ikki, at vit sita ella standa upp á ein ávísan máta, men at vit meina tað, vit siga. Vit kunnu biðja hart ella innantanna, nær sum helst og hvar sum helst. Vit kunnu vera vís í, at Jehova hoyrir okkum, sjálvt um eingin annar ger. – Nehemias 2:1-6.
11. Hvat kunnu vit millum annað biðja um?
1. Jóhannesarbræv 5:14) Kunnu vit biðja um nakað persónligt? Ja, avgjørt. Tá ið vit biðja til Jehova, eigur tað at vera sum at tosa við ein góðan vin. Vit kunnu siga alt við Jehova. (Sálmur 62:9) Vit kunnu biðja hann geva okkum av sínum heilaga anda, so vit fáa styrki til at gera tað, sum er rætt. (Lukas 11:13) Vit kunnu eisini biðja Jehova um vísdóm til at taka góðar avgerðir og um hjálp til at klára trupulleikar. (Jákupsbrævið 1:5) Eitt annað, sum er umráðandi, er at biðja Jehova um fyrigeving fyri okkara syndir. (Efesusbrævið 1:3, 7) Vit mugu eisini biðja fyri øðrum, millum annað fyri okkara familju og vinum í samkomuni. – Ápostlasøgan 12:5; Kolossebrævið 4:12.
11 Hvat kunnu vit biðja um? Vit kunnu biðja um alt, sum ikki er í stríð við Guds vilja. Bíblian sigur: „Biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.“ (12. Hvat hevur størstan týdning at biðja um?
12 Hvat hevur størstan týdning at biðja um? Tað, sum hevur við Jehova og hansara vilja at gera. Vit mugu eisini takka honum fyri alt, sum hann ger fyri okkum. (1. Krønikubók 29:10-13) Tá ið Jesus var á jørðini, lærdi hann lærisveinarnar at biðja, og hann vísti, hvat vit mugu minnast til at biðja um. (Les Matteus 6:9-13.) Hann segði, at vit skulu biðja um, at Guds navn skal verða halgað, at Guds ríki skal koma, og at hansara vilji skal henda á jørðini. Ikki fyrr enn vit hava biðið um hesi týðandi tingini, lærdi Jesus okkum at biðja um tað, sum vit sjálv hava brúk fyri. Tá ið Jehova og hansara vilji hava størstan týdning fyri okkum, hoyrist tað aftur í okkara bønum.
13. Hvussu langar skulu okkara bønir vera?
1. Sámuelsbók 1:12, 15) Vit biðja ikki langar bønir bara fyri, at onnur skulu síggja upp til okkum, eins og nakrir menn gjørdu á døgum Jesusar. (Lukas 20:46, 47) Jehova dámar ikki sovorðnar bønir. Tað, sum hevur týdning hjá honum, er, at okkara bønir koma frá hjartanum.
13 Hvussu langar skulu okkara bønir vera? Tað sigur Bíblian ikki nakað um. Okkara bønir kunnu vera stuttar ella langar, alt eftir støðuni. Vit biðja kanska eina stutta bøn, áðrenn vit fáa okkum at eta, men eina longri bøn, tá ið vit takka Jehova og siga honum, hvat vit ganga og hugsa um. (14. Hvussu ofta skulu vit biðja, og hvat lærir tað okkum um Jehova?
14 Hvussu ofta skulu vit biðja? Jehova vil, at vit tosa við hann ofta. Bíblian sigur: ’Verið áhaldandi í bønini’, ’biðið eina og hvørja tíð’, og „biðið uttan íhald“. (Rómbrævið 12:12; Efesusbrævið 6:18; 1. Tessalonikabræv 5:17) Jehova er altíð til reiðar at lurta eftir okkum. Vit kunnu hvønn dag takka honum fyri, at hann er so góður við okkum og gevur okkum so nógv. Vit kunnu eisini biðja um vegleiðing, styrki og troyst. Tað er veruliga ein gáva at sleppa at biðja til Jehova, og vit vísa, at vit virðismeta hesa gávuna, um vit tosa við hann so ofta sum gjørligt.
15. Hví skulu vit siga „amen“ eftir eina bøn?
15 Hví skulu vit siga „amen“ eftir eina bøn? Orðið „amen“ merkir „tað er vist“ ella „lat tað verða so“. Tá ið vit siga „amen“ eftir eina bøn, vísa vit, at vit veruliga meina tað, sum vit siga við Jehova. (Sálmur 41:14) Bíblian vísir eisini, at tað er gott at siga „amen“, antin hart ella innantanna, eftir eina bøn, sum ein annar biður. Tá ið vit gera tað, vísa vit, at vit eru samd í tí, sum bleiv sagt í bønini. – 1. Krønikubók 16:36; 1. Korintbræv 14:16.
HVUSSU SVARAR GUD OKKARA BØNUM?
16. Hví kunnu vit siga, at Jehova svarar okkara bønum?
16 Svarar Jehova veruliga okkara bønum? Ja, tað ger hann. Bíblian sigur, at ’hann hoyrir bønir’, og at ’hann svarar’, tá ið vit biðja. (Sálmur 65:3; Esaias 30:19) Jehova hoyrir og svarar bønum frá milliónum av menniskjum, og hann ger tað upp á nógvar ymiskar mátar.
17. Hvussu brúkar Jehova einglar og menniskju til at svara okkara bønum?
17 Jehova brúkar millum annað einglar og menniskju, tá ið hann svarar okkara bønum. (Hebrearabrævið 1:13, 14) Nógv dømi eru um, at fólk hava biðið til Gud um hjálp til at skilja Bíbliuna og stutt aftaná hava fingið vitjan av Jehova vitnum. Tað vísir, at einglarnir hava ein týðandi leiklut í arbeiðinum við at boða gleðiboðskapin. (Les Opinberingina 14:6.) Og nógv av okkum hava kanska upplivað, at onkur í samkomuni hevur hjálpt okkum við einum trupulleika, eftir at vit hava biðið til Jehova um hjálp. – Orðtøkini 12:25; Jákupsbrævið 2:16.
18. Hvussu brúkar Jehova sín heilaga anda og Bíbliuna til at svara okkara bønum?
2. Korintbræv 4:7) Aftrat tí brúkar hann Bíbliuna til at svara okkara bønum og til at hjálpa okkum at taka góðar avgerðir. Tá ið vit lesa í Bíbliuni, finna vit kanska nøkur ørindi, sum kunnu hjálpa okkum í tí støðuni, vit eru í. Jehova kann eisini fáa ein, sum svarar á einum møti, at siga akkurát tað, sum vit hava brúk fyri at hoyra, ella hann kann fáa ein elsta í samkomuni at vísa okkum á ein tanka úr Bíbliuni. – Galatiabrævið 6:1.
18 Jehova brúkar eisini sín heilaga anda til at svara okkara bønum. Tá ið vit biðja um hjálp til at klára ein trupulleika, kann hann brúka sín heilaga anda til at geva okkum vegleiðing og styrki. (19. Hví kann tað virka sum, at Jehova ikki svarar okkara bønum?
19 Viðhvørt kunnu vit kanska føla tað sum, at Jehova ikki svarar okkara bønum. Men hann veit, akkurát nær og hvussu tað er best at svara teimum. Hann veit, hvat vit hava brúk fyri. Kanska mugu vit blíva við at biðja um nakað ávíst í eina tíð, fyri at vísa at vit veruliga meina tað, vit siga, og at vit líta á hann. (Lukas 11:5-10) Av og á svarar Jehova okkara bønum upp á ein máta, sum vit ikki høvdu roknað við. Um vit til dømis biðja um hjálp í einari torførari støðu, kann tað vera, at hann í staðin fyri at beina fyri trupulleikanum gevur okkum styrki til at klára støðuna. – Les Filippibrævið 4:13.
20. Hví skulu vit biðja til Jehova ofta?
20 Tað er ein stórur framíhjárættur, at vit kunnu biðja til Jehova! Vit kunnu vera vís í, at hann lurtar eftir okkum. (Sálmur 145:18) Og biðja vit ofta til Jehova, verður okkara vinalag við hann enn sterkari.