Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 15

Hvussu skulu vit tilbiðja Gud?

Hvussu skulu vit tilbiðja Gud?

1. Hvør kann siga okkum, hvussu vit skulu tilbiðja Gud?

TEY flestu siga seg tilbiðja Gud upp á tann rætta mátan. Men tað kann ikki passa, tí tað er sera ymiskt, hvat átrúnaðir læra um Gud og um, hvussu vit skulu tilbiðja hann. Men hvat kunnu vit gera fyri at finna út av, hvussu vit skulu tilbiðja Gud? Tað er bara Jehova Gud, sum kann siga okkum tað.

2. Hvat kanst tú gera fyri at finna út av, hvussu tú skalt tilbiðja Gud?

2 Jehova hevur givið okkum Bíbliuna fyri at læra okkum, hvussu vit skulu tilbiðja hann. So um tú kannar Bíbliuna, fer Jehova at hjálpa tær at skilja og brúka tað, sum tú lærir, tí hann vil tær tað besta. – Esaias 48:17.

3. Hvat vil Gud hava okkum at gera?

3 Summi siga, at Gud góðtekur allan átrúnað, men Jesus segði nakað annað: „Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: ’Harri, Harri!’ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns.“ Vit mugu altso kanna, hvat Guds vilji er, og gera tað, sum hann vil hava okkum at gera. Hetta er nakað vit mugu taka í álvara, tí Jesus segði, at tey, sum ikki gera Guds vilja, ’gera órætt’. – Matteus 7:21-23.

4. Hvat segði Jesus um at gera Guds vilja?

4 Jesus ávaraði okkum um, at tað ikki altíð fór at vera lætt at gera Guds vilja. Hann segði: „Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað; og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.“ (Matteus 7:13, 14) Smali vegurin, altso tann rætti mátin at tilbiðja Gud upp á, førir til ævigt lív. Breiði vegurin, tann skeivi mátin at tilbiðja Gud upp á, førir til deyða. Men Jehova vil ikki, at nakar skal doyggja. Hann gevur øllum møguleika fyri at læra hann at kenna. – 2. Pætursbræv 3:9.

HVAT EYÐKENNIR TEY, SUM TILBIÐJA GUD UPP Á TANN RÆTTA MÁTAN?

5. Hvussu kunnu vit finna út av, hvør tilbiður Gud upp á tann rætta mátan?

5 Jesus segði, at tað er møguligt at síggja, hvør tilbiður Gud upp á tann rætta mátan. Vit kunnu finna út av tí við at kanna, hvat tey trúgva upp á, og hvussu tey eru. Hann segði: „Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir.“ Og hann segði eisini: „Gott træ [ber] góðan ávøkst.“ (Matteus 7:16, 17) Tað merkir ikki, at tey, sum tilbiðja Gud, eru fullkomin. Men tey royna altíð at gera tað, sum er rætt. Latið okkum kanna, hvat eyðkennir tey, sum tilbiðja Gud upp á tann rætta mátan.

6, 7. Hví skal sanni átrúnaðurin vera grundaður á Bíbliuna? Hvat læra vit av Jesusi?

6 Tey grunda sínar trúarlærur á Bíbliuna. Bíblian sigur: „Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.“ (2. Timoteusarbræv 3:16, 17) Paulus skrivaði til tey kristnu: „Táið orð Guds, sum vit prædikaðu, kom til tykkara, tóku tit við tí, ikki sum menniskjaorði, men sum orði Guds – sum tað sanniliga eisini er!“ (1. Tessalonikabræv 2:13) Sanni átrúnaðurin er altso grundaður á Bíbliuna og ikki á filosofi, siðvenjur ella nakað annað.

7 Alt, sum Jesus lærdi onnur, var grundað á Guds orð. (Les Jóhannes 17:17.) Hann endurgav ofta Skriftirnar. (Matteus 4:4, 7, 10) Tey, sum hoyra til sanna átrúnaðin, gera sum Jesus og grunda allar sínar trúarlærur á Bíbliuna.

8. Hvat segði Jesus um tað at tilbiðja Jehova?

8 Tey tilbiðja bara Jehova. Í Sálmi 83:19 stendur: „Eingin uttan Tú eitur HARRIN [Jehova, NW], hin hægsti yvir allari jørðini!“ Jesus vildi, at øll skuldu vita, hvør Gud var, og hann brúkti Guds navn. (Les Jóhannes 17:6.) Jesus segði: „Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.“ (Matteus 4:10) Og tey, sum tæna Gudi, royna at gera sum Jesus. Tey tilbiðja Jehova og ongan annan. Haraftrat brúka tey hansara navn og fortelja eisini øðrum, hvussu hann eitur, og hvat hann fer at gera fyri okkum menniskju.

9, 10. Hvussu vísa tey, sum tilbiðja Gud upp á tann rætta mátan, at tey elska hvørt annað?

9 Tey elska menniskju. Jesus lærdi sínar lærisveinar, at teir skuldu elska hvønn annan. (Les Jóhannes 13:35.) Og tey, sum tilbiðja Gud upp á tann rætta mátan í dag, elska eisini hvørt annað, uttan mun til hvar tey koma frá, hvørja mentan tey hava, um tey eru rík ella fátæk. Kærleikin sameinir tey, og tey eru sum brøður og systrar. (Kolossebrævið 3:14) Tey fara ikki í kríggj, tí tey vilja ikki drepa nakran. Bíblian sigur: „Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín.“ Og hon leggur aftrat: „Vit skulu elska hvør annan og ikki líkjast Káin, ið var av hinum illa og drap bróður sín.“ – 1. Jóhannesarbræv 3:10-12; 4:20, 21.

10 Tey brúka sína tíð, orku og pengar til at hjálpa og stuðla hvørjum øðrum. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Og tey royna at „gera øllum gott“. – Galatiabrævið 6:10.

11. Hví mugu vit akta Jesus?

11 Tey trúgva, at Jesus er einasti vegurin til Gud. Bíblian sigur: „Frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.“ (Ápostlasøgan 4:12) Í 5. kapitli lærdu vit, at Jesus gav sítt lív fyri menniskjuni. (Matteus 20:28) Jehova hevur gjørt av, at Jesus skal vera kongur yvir jørðini, og tí sigur Bíblian, at vit mugu akta Jesus fyri at fáa ævigt lív. – Les Jóhannes 3:36.

12. Hví blanda tey, sum hoyra til sanna átrúnaðin, seg ikki í politikk?

12 Tey blanda seg ikki í politikk. Jesus tók ikki lut í politikki. Tá ið hann bleiv avhoyrdur, segði hann við rómverska landshøvdingan Pilatus: „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi.“ (Les Jóhannes 18:36.) Jesus stuðlaði trúfastur Guds ríki, og tað gera tey, sum tæna Gudi í dag, eisini. Uttan mun til hvar tey búgva, blanda tey seg ikki í politikk. Men Bíblian sigur kortini, at tey skulu akta ’yvirvøldirnar’, altso myndugleikarnar. (Rómbrævið 13:1) Tí fylgja tey landsins lógum. Men um lógirnar stríða ímóti Guds lógum, gera tey sum ápostlarnir, ið søgdu: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!“ – Ápostlasøgan 5:29; Markus 12:17.

13. Hvat boða tey, sum tilbiðja Gud upp á tann rætta mátan, um Guds ríki?

13 Tey trúgva, at tað bara er Guds ríki, sum kann loysa heimsins trupulleikar. Jesus segði, at tey góðu tíðindini um Guds ríki skuldu verða boðað um allan heimin. (Les Matteus 24:14.) Tey, sum tilbiðja Gud upp á tann rætta mátan, fortelja øðrum, at eingin ríkisstjórn á jørðini kann gera tað, sum Guds ríki fer at gera fyri okkum. (Sálmur 146:3) Í bønini faðirvár segði Jesus: „Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!“ (Matteus 6:10) Guds ríki fer at beina fyri øllum mannastjórnum og verður soleiðis tað einasta ríkið, sum ræður yvir jørðini, og tað fer tað at gera í allar ævir. – Dániel 2:44.

14. Hvørji tilbiðja Gud upp á tann rætta mátan?

14 Spyr teg sjálvan: Hvørji grunda sínar trúarlærur á Bíbliuna? Hvørji fortelja øðrum, hvussu Gud eitur? Hvørji vísa hvørjum øðrum kærleika og trúgva, at Gud sendi Jesus at bjarga menniskjunum? Hvørji blanda seg ikki í politikk? Hvørji boða, at tað bara er Guds ríki, sum kann loysa okkara trupulleikar? Bara Jehova vitni liva upp til øll hesi eyðkennini. – Esaias 43:10-12.

HVAT FERT TÚ AT GERA?

15. Hvat mugu vit gera, um Gud skal góðkenna okkara tilbiðing?

15 Tað er ikki nóg mikið at trúgva, at Gud er til. Sjálvt teir illu andarnir trúgva, at Gud er til, men teir akta hann ikki. (Jákupsbrævið 2:19) Um vit vilja, at Gud skal góðkenna okkara tilbiðing, mugu vit ikki bara trúgva á Gud, men eisini gera tað, sum hann sigur.

16. Hví skulu vit halda okkum frá følskum átrúnaði?

16 Vit mugu eisini halda okkum frá følskum átrúnaði, um Gud skal góðkenna okkara tilbiðing. Esaias profetur skrivaði: „Nemið einki óreint! Farið út haðani, reinsið tykkum!“ (Esaias 52:11; 2. Korintbræv 6:17) Falskur átrúnaður er nakað, sum er óreint í Guds eygum. Og tí mugu vit halda okkum langt burtur frá øllum, sum hevur við falskan átrúnað at gera.

17, 18. Hvat er „Bábylon hin stóra“, og hví er tað umráðandi at lurta eftir ávaringini frá Jehova?

17 Hvat er falskur átrúnaður? Tað er ein og hvør átrúnaður, ið lærir nakað, sum ikki samsvarar við Guds orð. Bíblian rópar allan falskan átrúnað „Bábylon hin stóra“. (Opinberingin 17:5) Hví? Eftir vatnflóðina á Nóa døgum tóku nógvar falskar trúarlærur seg upp í býnum Bábylon. Hesar lærurnar spjaddust um allan heimin. Eitt dømi um hetta er tríeindarlæran. Nógv í Bábylon tilbóðu tríeindargudar, og tað gera fólk í nógvum átrúnaðum eisini í dag. Men Bíblian vísir týðiliga, at tað bara er ein sannur Gud, og at Jesus er sonur hansara. (Jóhannes 17:3) Tey, sum búðu í Bábylon, trúðu eisini, at fólk livdu víðari eftir deyðan, og at tey kundu enda í einum brennandi helviti. Men tað passar ikki! – Les endagreinarnar 14, 17 og 18.

18 Gud hevur fyri langari tíð síðani boðað frá, at allur falskur átrúnaður skal fyribeinast. (Opinberingin 18:8) Tí er tað umráðandi at kvetta alt samband við falskan átrúnað. Jehova ávarar okkum um, at vit mugu gera tað, áðrenn tað er ov seint. – Opinberingin 18:4.

Tá ið tú velur at tæna Jehova saman við hansara fólki, verður tú ein partur av eini heimsumfatandi familju

19. Hvussu fer Jehova at taka sær av tær, um tú velur at tæna honum?

19 Um tú velur at kvetta sambandið við falskan átrúnað, tí tú vilt tilbiðja Jehova, kann tað vera, at familja ella vinfólk hava ringt við at skilja tað. Kanska royna tey enntá at gera lívið hjá tær trupult. Men Jehova fer ikki at svíkja teg. Tú verður ein partur av eini heimsumfatandi familju, sum telur fleiri milliónir. Hesi fólkini vísa hvørjum øðrum sannan kærleika. Haraftrat fært tú vón um at liva um allar ævir í nýggja heiminum. (Markus 10:28-30) Nøkur av teimum, sum ikki dáma, at tú tænir Jehova, broyta seg kanska við tíðini. Hvør veit, kanska fara tey sjálv at kanna Bíbliuna!

20. Hví er tað umráðandi at tilbiðja Gud upp á tann rætta mátan?

20 Gud fer heilt skjótt at beina fyri øllum óndskapi, og so fer hansara ríki at ráða yvir jørðini. (2. Pætursbræv 3:9, 13) Sum tað verður gott! Tá fara øll at tilbiðja Jehova, soleiðis sum hann vil hava okkum at tilbiðja seg. Er nakað, sum tú noyðist at broyta fyri at kunna tilbiðja Jehova upp á tann rætta mátan? Um so er, mást tú gera tær neyðugu broytingarnar skjótast gjørligt.