Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 13

Lívið er ein gáva

Lívið er ein gáva

1. Hvør hevur givið okkum lívið?

JEHOVA er hin „livandi Gud“, og hann hevur givið okkum lívið. (Jeremias 10:10) Bíblian sigur um hann: „Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!“ (Opinberingin 4:11) Ja, Jehova vildi, at vit skuldu liva. Lívið er ein fantastisk gáva frá honum. – Les Sálm 36:10.

2. Hvussu kunnu vit fáa eitt gott lív?

2 Jehova gevur okkum alt, sum er neyðugt, fyri at vit kunnu liva, til dømis mat og vatn. Men hann vil eisini, at vit skulu njóta lívið og hava tað gott. (Ápostlasøgan 14:15-17; 17:28) Fyri at fáa eitt gott lív mugu vit fylgja Guds lógum. – Esaias 48:17, 18.

HVUSSU METIR GUD LÍVIÐ?

3. Hvat gjørdi Jehova, tá ið Káin drap Ábel?

3 Bíblian vísir, at Jehova metir lívið hjá okkum menniskjum sum nakað sera dýrabart. Hugsa til dømis um, hvat Jehova gjørdi, tá ið Káin, sonur Ádam og Evu, bleiv ógvuliga illur inn á beiggja sín, Ábel. Jehova segði við hann, at hann skuldi stýra sínari vreiði. Men Káin lurtaði ikki, og tað endaði við, at hann ’leyp á Ábel og drap hann’. Jehova straffaði Káin, tí hann drap beiggja sín. (1. Mósebók 4:3-11) Tað er als ikki gott at ganga og vera illur og hata nakran, tí tað kann gera okkum harðlig og óndskapsfull. Ein, sum er soleiðis, fær ikki ævigt lív. (Les 1. Jóhannesarbræv 3:15.) Jehova vil, at vit skulu læra okkum at elska øll menniskju. – 1. Jóhannesarbræv 3:11, 12.

4. Hvat vísir eitt av teimum tíggju boðunum um Guds áskoðan á lívið?

4 Tá ið Jehova meira enn 2.000 ár seinni gav Mósesi tey tíggju boðini, var tað týðiligt, at lívið framvegis var dýrabart í hansara eygum. Eitt av boðunum var: „Tú mást ikki drepa.“ (5. Mósebók 5:17) Um onkur drap ein annan við vilja, skuldi hann ella hon lata lív.

5. Hvussu metir Gud fosturtøku?

5 Hvussu metir Gud lívið hjá einum óføddum barni? Tað kemur týðiliga fram í lógini, sum Jehova gav ísraelsmonnum. Lógin segði, at um onkur kom til at skaða eina barnakonu, soleiðis at hon misti barnið, so skuldi viðkomandi straffast við deyðanum. (Les 2. Mósebók 21:22, 23 *; Sálmur 127:3.) So lívið hjá einum óføddum barni er altso dýrabart í Guds eygum, og tað vísir, at hann ikki góðtekur fosturtøku. – Les endagrein 28.

6, 7. Hvussu vísa vit Jehova, at vit meta lívið sum nakað dýrabart?

6 Hvussu kunnu vit vísa Jehova, at vit meta okkara egna lív og lívið hjá øðrum sum nakað dýrabart? Vit mugu lata vera við at seta okkara egna lív ella lívið hjá øðrum í váða. Tað vil til dømis siga, at vit ikki vilja roykja ella taka rúsevni, tí tað er skaðiligt, og mann kann doyggja av tí.

7 Lívið er ein gáva frá Jehova, og tí vilja vit liva, sum hann vil hava okkum at liva. Vit mugu ansa eftir okkum sjálvum og okkara heilsu, tí annars kann Jehova ikki góðkenna okkum. (Rómbrævið 6:19; 12:1; 2. Korintbræv 7:1) Tað ber ikki til at hava eitt tætt samband við Jehova, um vit ikki hava somu áskoðan á lívið sum hann. So um vit hava nakrar ringar vanar, mugu vit altso sleppa okkum av við teir. Tað er kanska lættari sagt enn gjørt, men tá ið vit hava rætta motivið, hjálpir Jehova okkum.

8. Hvat kunnu vit gera fyri ikki at seta okkara egna lív ella lívið hjá øðrum í váða?

8 Av tí at lívið er dýrabart, væntar Jehova, at vit gera alt, vit eru ment, fyri ikki at seta okkara egna lív ella lívið hjá øðrum í váða. Tí mugu vit altíð koyra forsvarliga, antin vit koyra bil, motorsúkklu ella okkurt annað. Og vit halda okkum frá vandamiklum og harðligum ítróttagreinum. (Sálmur 11:5, NW) Vit mugu eisini syrgja fyri, at heimið hjá okkum er trygt. Vit skilja, at hetta hevur stóran týdning fyri Jehova, tí hann segði soleiðis við ísraelsmenn: „Táið tú byggir tær nýtt hús, skalt tú gera bróstvernd [ella rimaverk] rundanum á takinum, so tú dregur ikki blóðskyld oman yvir hús títt, av tí at onkur dettur niður haðani.“ – 5. Mósebók 22:8.

9. Hvussu skulu vit fara við djórunum?

9 Tað hevur eisini týdning fyri Jehova, at vit fara væl við djórunum. Hann hevur givið okkum loyvi til at drepa djór fyri at fáa mat og klæðir ella fyri at verja okkum, tá ið vit eru í vanda. (1. Mósebók 3:21; 9:3; 2. Mósebók 21:28) Men vit mugu ikki vera órein við djórini ella drepa tey bara til stuttleika. – Orðtøkini 12:10.

LÍVIÐ ER HEILAGT

10. Hvussu vita vit, at blóðið umboðar lívið?

10 Blóðið er heilagt í Guds eygum, tí tað umboðar lívið. Tá ið Káin hevði dripið Ábel, segði Jehova við hann: „Blóð bróður tíns rópar til Mín av jørðini.“ (1. Mósebók 4:10) Blóðið hjá Ábeli umboðaði hansara lív, og Jehova straffaði Káin, tí hann drap beiggja sín. Eftir vatnflóðina, tá ið Jehova gav Nóa og familjuni loyvi til at eta kjøt, vísti hann aftur, at blóðið umboðar lívið. Hann segði: „Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt.“ Har var tó ein treyt: „Kjøt við sálini [lívinum], tað er blóðinum, í, tað skulu tit ikki eta.“ (1. Mósebók 1:29; 9:3, 4) Jehova gav teimum altso ikki loyvi til at eta kjøt við blóði í, tí blóðið umboðaði sálina, ella lívið.

11. Hvørji boð gav Jehova sínum fólki?

11 Umleið 800 ár seinni segði Jehova við sítt fólk: „Táið onkur av Ísraelsmonnum ella av teimum fremmandu, ið hjá teimum búgva, veiðir vilt dýr ella fugl – av teimum, ið loyvi er at eta – so skal hann lata blóðið renna út og koyra mold út yvir tað.“ Síðani segði hann: „Tit mugu ikki eta blóðið.“ (3. Mósebók 17:13, 14) Jehova hevði ikki broytt seg, hansara fólk skuldi framvegis meta blóðið sum heilagt. Tað var í lagi, at tey ótu kjøt, men ikki blóð. Tá ið tey drupu eitt djór fyri at fáa mat, skuldu tey lata blóðið renna út á jørðina.

12. Hvørja áskoðan hava kristin á blóð?

12 Nøkur ár eftir at Jesus doyði, var neyðugt at gera av, hvørjar partar av Móselógini tey kristnu skuldu halda. Tí savnaðust ápostlarnir og teir elstu í Jerusalem fyri at viðgera málið. (Les Ápostlasøguna 15:28, 29; 21:25.) Jehova hjálpti teimum at skilja, at blóðið framvegis var heilagt í hansara eygum, og at tey kristnu skuldu hava somu áskoðan á tað sum hann. Tey fyrstu kristnu máttu ikki eta ella drekka blóð, og tey máttu heldur ikki eta kjøt, um blóðið ikki var runnið út. Gjørdu tey tað, var tað líka skeivt sum at tilbiðja avgudar ella at liva eitt seksuelt ómoralskt lív. Líka síðan tá hava sonn kristin noktað at eta og drekka blóð. Jehova vil eisini, at vit í dag skulu meta blóðið sum heilagt.

13. Hví taka kristin ikki ímóti blóðflutningi?

13 Vil tað so siga, at kristin ikki kunnu taka ímóti blóðflutningi? Hugsa tær til dømis, at læknin hjá tær segði, at tú ikki mátti drekka alkohol. Heldur tú so, at tað hevði verið í lagi at sprænt tað inn í æðrarnar í staðin? Sjálvandi ikki! So tá ið Jehova sigur, at vit ikki mugu eta ella drekka blóð, merkir tað eisini, at vit ikki mugu taka ímóti blóðflutningi. – Les endagrein 29.

14, 15. Hvussu stóran týdning hevur tað hjá kristnum at virða lívið og akta Jehova?

14 Men hvat um ein lækni sigur, at tú doyrt, um tú ikki fært blóð? Tað er upp til hvønn einstakan av okkum, um vit vilja fylgja Guds lóg ella ikki. Jehova vitni hava djúpa virðing fyri lívinum, sum er ein gáva frá Gudi. Og tí royna vit altíð at fáa ta bestu viðgerðina, sum er. Men vit taka ikki ímóti blóði.

15 Vit gleðast um lívið og gera okkara besta fyri at hava eina góða heilsu. Men av tí at blóðið umboðar lívið og er heilagt í Guds eygum, taka vit ikki ímóti blóðflutningi. Tað hevur størri týdning fyri okkum at akta Jehova, enn at gera alt fyri at leingja um lívið. Jesus segði: „Tann, sum vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, sum missir lív sítt fyri Mína skuld, skal finna tað.“ (Matteus 16:25) Vit akta Jehova, tí vit elska hann, og vit líta á, at hann veit, hvat er best fyri okkum. Vit meta lívið sum dýrabart og heilagt, akkurát sum hann ger. – Hebrearabrævið 11:6.

16. Hví er tað skilagott at akta Gud?

16 Tey, sum vilja vera trúføst móti Jehova, hava sett sær fyri at fylgja hansara lóg um blóðið. Tey hvørki eta ella drekka blóð, og tey taka heldur ikki ímóti blóði í sambandi við læknaviðgerð. * Men tey vilja fegin taka ímóti aðrari viðgerð, sum kann bjarga lívinum. Tey ivast ikki í, at hann, sum hevur skapt alt lív, veit, hvat er best fyri tey.

EINASTA NÝTSLAN AV BLÓÐI, SUM JEHOVA LOYVDI

17. Hvat var tað einasta, Jehova loyvdi ísraelsmonnum at brúka blóð til?

17 Í lógini, sum Jehova gav ísraelsmonnum, segði hann: „Sálin [lívið] í øllum holdi er í blóðinum, og Eg havi givið tykkum tað at nýta á altarinum at gera bót [ella biðja um fyrigeving] fyri sálir tykkara; tað er blóðið, ið ger bót.“ (3. Mósebók 17:11) Tá ið ísraelsmenn høvdu syndað, kundu teir biðja Jehova um fyrigeving við at ofra eitt djór og lata prestin smyrja nakað av blóðinum frá djórinum á altarið. Hetta var tað einasta, sum Jehova loyvdi ísraelsmonnum at brúka blóð til.

18. Hvat er møguligt hjá okkum, av tí at Jesus ofraði sítt lív?

18 Lógin um djóraoffur bleiv sett úr gildi, tá ið Jesus ofraði sítt lív, ella blóð, fyri at vit kundu fáa fyrigeving fyri okkara syndir. (Matteus 20:28; Hebrearabrævið 10:1) Lívið hjá Jesusi var so dýrabart, at Jehova kundi brúka tað til at geva øllum menniskjum møguleika fyri at fáa ævigt lív. – Jóhannes 3:16; Hebrearabrævið 9:11, 12; 1. Pætursbræv 1:18, 19.

Hvussu kunnu vit vísa virðing fyri lívinum og blóðinum?

19. Hvat mugu vit gera fyri at vera ’rein fyri blóð alra’?

19 Vit eru sera takksom fyri, at Jehova hevur givið okkum lívið! Og vit vilja gjarna fortelja øðrum, at tey kunnu fáa ævigt lív, um tey trúgva á Jesus. Vit elska øll menniskju, og tí gera vit okkara besta fyri at læra tey, hvussu tey kunnu fáa ævigt lív. (Ezekiel 3:17-21) Tá ið vit gera tað, kunnu vit siga eins og Paulus: „Eg eri reinur fyri blóð alra. Tí eg havi einki hildið aftur, men kunngjørt tykkum alt ráð Guds.“ (Ápostlasøgan 20:26, 27) Ja, vit vísa, at vit virða lívið og blóðið, tá ið vit fortelja øðrum um Jehova og hansara áskoðan á lívið.

^ par. 5 2. Mósebók 21:22, 23 (NW): „Fara menn at berjast og fíra undir eina barnakonu, so hon eigur ov tíðliga, men eingin deyðsvanlukka hendir, so skal tann seki lata tað skaðaendurgjaldið, sum maðurin hjá konuni krevur; og hann skal lata gjaldið framman fyri dómarunum. Men hendir ein deyðsvanlukka, so skal lív latast fyri lív.“

^ par. 16 Fleiri upplýsingar eru at finna á síðunum 77-79 í bókini ’Haldið tykkum í kærleika Guds’, sum Jehova vitni hava givið út.