16. PARTUR
Messias kemur
Jehova sigur fólki frá, at Jesus úr Nazaret er tann Messias, sum tey langt síðan høvdu fingið lyfti um
FÓR Jehova at hjálpa fólki at gera av, hvør ið var tann lovaði Messias? Ja. Latið okkum kanna hvussu. Umleið 400 ár vóru farin, síðani Hebraisku skriftirnar vóru lidnar. Í einum býi, sum nevndist Nazaret, í Galilea, fekk ein ung kvinna, sum æt Maria, eina rættiliga óvæntaða vitjan. Ein eingil, Gabriel at navni, vísti seg fyri henni og greiddi henni frá, at Gud við síni virksomu kraft skuldi gera hana við barn, so hon føddi ein son, hóast hon var moyggj. Hesin sonurin skuldi verða tann lovaði kongurin, ið sum fyriboðað skuldi ráða í allar ævir! Barnið skuldi vera Guds egni sonur. Gud fór at flyta lívið hjá honum úr himli til lívmóðurina hjá Mariu.
Maria tók lítillátað við hesi heiðurligu uppgávu. Trúlovaði hennara, ein timburmaður sum æt Jósef, gifti seg við henni, eftir at Gud við einum eingli hevði greitt honum frá, hvussu Maria var vorðin við barn. Hvussu so við profetiini um, at Messias skuldi føðast í Betlehem, tí lítla býnum, sum lá umleið 140 kilometrar burtur? — Mika 5:1.
Ein rómverskur stjórnari sendi skriv út um, at manntal skuldi vera. Fólk fingu boð um at skráseta seg í býnum, sum tey upprunaliga komu úr. Tað sær út til, at bæði Jósef og Maria vóru ættað úr Betlehem, og tí fór Jósef hagar saman við konu síni, ið var við barn. (Lukas 2:3) Maria átti undir fátæksligum viðurskiftum í einum fjósi og legði barnið í eina krubbu. So sendi Gud ein eingil, sum fortaldi einum bólki av hirðum á markini, at nýfødda barnið var hin lovaði Messias, ella Kristus.
Seinni skuldu eisini onnur vátta, at Jesus var hin lovaði Messias. Esaias profetur hevði boðað frá, at ein maður skuldi koma og gera vegin til reiðar fyri tí týdningarmikla arbeiðinum hjá Messiasi. (Esaias 40:3) Undanmaðurin var Jóhannes Doypari. Tá hann sá mannin Jesus, brast úr honum: „Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins!“ Nakrir lærisveinar hjá Jóhannesi fóru alt fyri eitt at fylgja Jesusi. Ein teirra segði: „Vit hava funnið Messias.“ — Jóhannes 1:29, 36, 42.
Aðrir vitnisburðir vóru eisini. Tá Jóhannes doypti Jesus, talaði Jehova sjálvur av himli. Við heilaga anda sínum vísti hann, at Jesus var Messias og segði: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“ (Matteus 3:16, 17) Hin lovaði Messias var komin!
Nær hendi hetta? Í ár 29 e.o.t., júst tá tey 483 árini, sum Dániel hevði boðað frá, vóru liðin. Ja, hetta er ein partur av teimum mongu vitnisburðunum um, at Jesus er Messias ella Kristus. Men hvønn boðskap fór hann so at boða, meðan hann var á jørðini?
— Grundað á Matteus, kapittul 1 til 3; Markus, kapittul 1; Lukas, kapittul 2; Jóhannes, kapittul 1.