4. PARTUR
Gud ger ein sáttmála við Ábraham
Í trúgv er Ábraham Gudi lýðin, og Jehova lovar at signa hann og geva honum nógvar eftirkomarar
UMLEIÐ 350 ár vóru liðin síðan vatnflóðina á Nóa døgum. Ættarfaðirin, Ábraham, búði í blómandi býnum Ur, í tí sum nú á døgum nevnist Irak. Ábraham var ein maður, ið hevði eina óvanliga trúgv. Men nú varð trúgv hansara roynd.
Jehova bað Ábraham fara úr heimlandi sínum og flyta til eitt fremmant land, sum vísti seg at vera Kána’an. Ábraham ivaðist onga løtu, men gjørdi, sum Gud vildi og fór við øllum húski sínum, harímillum konuni Sáru og bróðursoninum Lot. Eftir longu ferðina fór hann at búgva í tjøldum í Kána’anslandi. Í einum sáttmála við Ábraham lovaði Jehova at gera hann til eitt stórt fólk, at allar ættir á jørðini skuldu verða signaðar við honum, og at eftirkomarar hjá honum skuldu taka Kána’ansland í ogn.
Ábraham og Lot vórðu ríkir og fingu sær hópin av seyða- og neytafylgjum. Ósjálvsøkin læt Ábraham Lot velja, hvat øki hann vildi hava. Lot valdi tað fruktagóða økið á Jordanslættanum og búsetti seg nærindis býnum Sodoma. Menninir í Sodoma vóru kortini siðloysingar og framdu grovar syndir ímóti Jehova.
Seinni tryggjaði Jehova Gud Ábrahami, at eftirkomarar hansara skuldu blíva sum stjørnurnar í tali. Ábraham trúði hesum lyftinum, men elskaða kona hansara, Sára, varð barnleys við sama lag. Tá hann so var vorðin 99 ára gamal, og Sára nærkaðist teimum 90, segði Gud við hann, at hann og Sára fóru at fáa ein son. Sum Gud hevði lovað, átti Sára sonin Ísak. Ábraham fekk eisini onnur børn, men tað skuldi vera gjøgnum Ísak, at frelsarin, sum lyfti varð givið um í Eden, skuldi koma.
Lot og familja hansara búðu nú í Sodoma, men hin rættvísi Lot tók ikki eftir teimum siðleysu íbúgvunum í býnum. Tá Jehova gjørdi av at útinna dóm sín yvir Sodoma, sendi hann frammanundan einglar at ávara Lot um komandi oyðingina. Einglarnir heittu inniliga á hann og familju hansara um at flýggja úr býnum og ikki hyggja aftur um seg. Síðani læt Gud svávul og eld regna yvir Sodoma og tann gudleysa býin Gomorra, sum lá nærindis, og oyddi allar íbúgvarnar. Lot og døtur hansara vórðu bjargað. Men kona Lot hugdi aftur um seg, kanska tí hon saknaði tað, hon var farin frá. At hon var ólýðin, kostaði henni lívið.
— Grundað á Fyrstu Mósebók 11:10–19:38.