Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 35

Hvussu taka vit góðar avgerðir?

Hvussu taka vit góðar avgerðir?

Vit mugu øll taka ymiskar avgerðir. Og nógv av tí, sum vit velja at gera, kann antin hava góða ella ringa ávirkan á okkum og okkara vinalag við Jehova. Vit mugu til dømis velja, hvar vit skulu búgva, hvat vit skulu arbeiða við, og um vit vilja giftast ella ikki. Tá ið vit taka góðar avgerðir, gleða vit Jehova, og vit fáa tað eisini sjálvi gott.

1. Hvussu kann Bíblian hjálpa tær at taka góðar avgerðir?

Áðrenn tú tekur eina avgerð, er tað viktigt, at tú biður Jehova hjálpa tær og lesur í Bíbliuni fyri at finna út av, hvat hann hugsar um málið. (Les Orðtøkini 2:3-6.) Viðhvørt sigur Bíblian heilt greitt, hvat tú skalt gera. Og tá er tað sjálvandi best at fylgja tí.

Men hvat so um eingi greið boð eru í Bíbliuni um, hvat tú skalt gera? So kann Jehova allíkavæl leiða teg „vegin, ið tú skalt ganga“. (Esaias 48:17) Hvussu tá? Tú finnur kanska eina góða meginreglu í Bíbliuni, sum kann hjálpa tær. Bíbilskar meginreglur eru grundleggjandi sannleikar, sum vísa okkum, hvat Jehova hugsar og følir. Ofta finna vit eisini út av, hvat Jehova heldur um okkurt ávíst, tá ið vit lesa frásøgurnar í Bíbliuni. Og tá ið vit skilja, hvussu Jehova hugsar, kunnu vit taka avgerðir, sum honum dámar.

2. Hvat skalt tú hugsa um, áðrenn tú tekur eina avgerð?

Bíblian sigur: „Hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.“ (Orðtøkini 14:15) Tað vil siga, at tú mást hugsa teg væl um, áðrenn tú tekur eina avgerð. Tú kanst spyrja teg sjálvan: Eru nakrar meginreglur í Bíbliuni, sum kunnu hjálpa mær? Hvussu fari eg at hava tað, um eg velji henda møguleikan? Hvussu fer mín avgerð at ávirka onnur? Og fremst av øllum, hvat man Jehova fara at halda um mína avgerð? – 5. Mósebók 32:29.

Jehova hevur rætt til at avgera, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Tá ið vit royna at læra hansara lógir og meginreglur væl at kenna og fylgja teimum, venja vit okkara samvitsku. Samvitskan er ein kensla innan í okkum, sum sigur okkum, hvat er rætt, og hvat er skeivt. (Rómbrævið 2:14, 15) Ein vælvand samvitska kann hjálpa okkum at taka góðar avgerðir.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fara vit at kanna, hvussu okkara samvitska og bíbilskar meginreglur kunnu hjálpa okkum at taka góðar avgerðir.

3. Vit mugu brúka Bíbliuna

Hvussu kunnu meginreglurnar í Bíbliuni hjálpa okkum, tá ið vit skulu taka avgerðir? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hvat er tann fríi viljin?

  • Hví hevur Jehova givið okkum tann fría viljan?

  • Hvat hevur hann givið okkum, sum kann hjálpa okkum at taka tær bestu avgerðirnar?

Les Efesusbrævið 5:15, 16. Har sært tú eitt dømi um eina meginreglu í Bíbliuni. Tosa síðani um, hvussu mann kann keypa sær tíð til at …

  • lesa í Bíbliuni hvønn dag

  • blíva ein betri hjúnafelagi, mamma, pápi, sonur ella dóttir

  • ganga fast á møti

4. Vit mugu venja samvitskuna og taka góðar avgerðir

Tað er lættari at taka eina góða avgerð, tá ið Bíblian sigur akkurát, hvat vit skulu gera. Men hvat gera vit, um eingi greið boð eru í Bíbliuni? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvat gjørdi systirin fyri at venja samvitskuna, so hon kundi taka eina avgerð, sum Jehova dámdi?

Hví skulu vit ikki biðja onnur taka avgerðir fyri okkum? Les Hebrearabrævið 5:14, og tosa um hetta:

  • Tað virkar kanska lættari at fáa onnur at taka avgerðir fyri okkum. Men hvat eiga vit at gera sambært ørindinum?

  • Hvat kann hjálpa tær at venja samvitskuna, so tú kanst taka góðar avgerðir?

Samvitskan er sum ein GPS’ari, ið hjálpir okkum at velja rættan veg í lívinum

5. Vit mugu hugsa um samvitskuna hjá øðrum

Vit eru øll ymisk, og tí taka vit eisini ymiskar avgerðir. Men hvussu kunnu vit vísa, at vit hugsa um samvitskuna hjá øðrum? Royn at seta teg inn í hesar báðar støðurnar:

Støða 1: Ein systir, sum hevur ein ávísan klædnastíl, flytur til eina nýggja samkomu. Nógvar av systrunum har halda, at hennara klædnastílur er óhóskandi.

Les Rómbrævið 15:1 og 1. Korintbræv 10:23, 24, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Við hesum ørindunum í huga, hvat kundi systirin so valt at gjørt? Hvat hevði tú gjørt, um onkur fekk ringa samvitsku av nøkrum, sum tú helt vera í lagi?

Støða 2: Ein bróðir veit, at tað ikki er skeivt sambært Bíbliuni at drekka alkohol við máta. Men hann hevur valt at halda seg frá tí allíkavæl. Hann verður bjóðaður út og sær aðrar brøður og systrar drekka alkohol.

Les Prædikaran 7:16 og Rómbrævið 14:1, 10, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Við hesum ørindunum í huga, hvussu kundi bróðirin so valt at takklað støðuna? Hvat hevði tú gjørt, um tú sást onkran gera nakað, sum tú hevði fingið ringa samvitsku av?

 Soleiðis tekur tú góðar avgerðir

1. Bið Jehova hjálpa tær at taka eina góða avgerð. – Jákupsbrævið 1:5.

2. Kanna Bíbliuna og bíbilskan lesnað fyri at finna meginreglur, sum kunnu hjálpa tær. Tú kanst eisini tosa við brøður og systrar, sum hava verið í sannleikanum leingi.

3. Hugsa um, hvussu avgerðin fer at ávirka samvitskuna hjá tær og øðrum.

NØKUR SIGA: „Tú kanst gera akkurát, sum tú vilt. Tú skalt ikki leggja í, hvat onnur siga.“

  • Hví skulu vit hugsa um, hvussu tað, vit gera, ávirkar Gud og onnur?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Vit kunnu taka góðar avgerðir, tá ið vit royna at finna út av, hvat Jehova heldur um okkurt ávíst, og tá ið vit hugsa um, hvussu okkara avgerðir ávirka onnur.

Greið frá

  • Hvussu kanst tú taka avgerðir, sum gleða Jehova?

  • Hvussu kanst tú venja tína samvitsku?

  • Hvussu kanst tú vísa, at tú hugsar um samvitskuna hjá øðrum?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvussu kanst tú taka avgerðir, sum styrkja títt vinalag við Jehova?

„Tak avgerðir, sum æra Gud“ (Vakttornið 15. apríl 2011)

Hvussu roynir Jehova at hjálpa okkum?

Jehova leiðir sítt fólk (9:50)

Hvat hjálpti einum manni at taka eina trupla avgerð?

Jehova fer við vissu at geva okkum alt gott (5:46)

Hvussu kunnu vit taka avgerðir, sum gleða Jehova, tá ið eingin greið regla er í Bíbliuni?

„Er tað altíð neyðugt við einari bíbilskari reglu?“ (Vakttornið 1. desember 2003)