Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 42

Hvat sigur Bíblian um hjúnaband og tað at vera stakur?

Hvat sigur Bíblian um hjúnaband og tað at vera stakur?

Í summum mentanum hugsa fólk, at mann ikki kann vera lukkuligur, viss mann ikki er giftur. Men ikki øll, sum eru gift, eru lukkulig, og tað eru heldur ikki øll støk, sum eru ólukkulig. Faktiskt vísir Bíblian, at bæði tað at gifta seg og tað at vera stakur er ein gáva frá Jehova.

1. Hvørjir eru fyrimunirnir við at vera stakur?

Bíblian sigur: ’Tann, sum gevur seg í hjúnaband, ger væl, og tann, sum ikki gevur seg í hjúnaband, ger betur.’ (Les 1. Korintbræv 7:32, 33, 38, undirgr.) Hvussu kann ein, sum er stakur, ’gera betur’ enn ein, sum er giftur? Tey, sum eru støk, hava ikki ein maka at hugsa um, og tí eru tey ofta meira fleksibul. Nøkur hava møguleika at gera meira í tænastuni fyri Jehova, tey kunnu til dømis flyta til eitt annað land fyri at boða. Men fremst av øllum hava tey møguleika fyri at brúka meira tíð upp á at fáa eitt tættari samband við Jehova.

2. Hvørjir eru fyrimunirnir við at vera giftur?

Tað hevur eisini fleiri fyrimunir at vera giftur. Bíblian sigur: „Betri eru tveir enn ein.“ (Prædikarin 4:9, Dahl/Viderø) Soleiðis er tað í hvussu er hjá teimum, sum royna at fylgja meginreglunum í Bíbliuni. Pør, sum gifta seg, lova hvørjum øðrum, at tey skulu elska, virða og taka sær av hvørjum øðrum. Tað ger, at tey ofta føla seg meira trygg, enn tey, sum bara liva saman, og børnini føla seg eisini tryggari.

3. Hvat sigur Jehova um hjúnabandið?

Tá ið Jehova stovnaði tað fyrsta hjúnabandið, segði hann: ’Maðurin fer frá faðir og móður og heldur seg til konu sína.’ (1. Mósebók 2:24) Jehova vil, at ein maður og ein kona, sum eru gift, skulu elska hvønn annan og halda saman alt lívið. Hann góðtekur bara hjúnaskilnað, viss annar av teimum hevur verið ótrúgvur. Viss tað skuldi hent, gevur Jehova tí óskyldiga partinum rætt til at velja, um hann ella hon vil skiljast. a (Matteus 19:9) Jehova góðtekur ikki, at mann hevur fleiri hjúnafelagar í senn. – 1. Timoteusarbræv 3:2.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit at vita, hvussu vit kunnu fáa eitt gott lív og gleða Jehova, uttan mun til um vit eru støk ella gift.

4. Brúka møguleikarnar, tú hevur sum stakur

Jesus segði, at tað var ein gáva at vera stakur. (Matteus 19:11, 12) Les Matteus 4:23, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu brúkti Jesus teir møguleikarnar, hann hevði sum stakur, til at tæna Jehova og til at hjálpa øðrum?

Støk, sum brúka lívið upp á sama máta sum Jesus, eru glað og nøgd. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvørjar góðar møguleikar hava tey, sum eru støk?

Visti tú?

Bíblian sigur einki um, hvussu gamal mann skal vera fyri at kunna gifta seg. Hon sigur tó, at mann ikki skal vera for ungur, men bíða til mann er komin forbí ta tíðina, tá ið tær seksuellu kenslurnar kunnu gera tað ringt at taka góðar avgerðir. – 1. Korintbræv 7:36.

5. Vel ein góðan hjúnafelaga

Ein av teimum viktigastu avgerðunum í lívinum er at velja, hvørjum mann vil gifta seg við. Les Matteus 19:4-6, 9, og tosa um henda spurningin:

  • Hví skal mann hugsa seg væl um, áðrenn mann giftir seg?

Í Bíbliuni eru góð ráð um, hvat er gott at hyggja eftir hjá einum møguligum hjúnafelaga. Og tað viktigasta er, at mann velur ein, sum elskar Jehova. b Les 1. Korintbræv 7:39 og 2. Korintbræv 6:14. Tosa síðani um hesar spurningarnar:

  • Hví skal mann bara gifta seg við einum, sum tænir Jehova?

  • Hvussu heldur tú, at Jehova hevði havt tað, viss mann gifti seg við einum, sum ikki elskar hann?

Viss tvey djór, sum eru øgiliga ymisk, bera sama ok, koma bæði at líða undir tí. Og á líknandi hátt fáa tey, sum gifta seg við einum, ið ikki tænir Jehova, nógvar trupulleikar

6. Vit mugu hava somu áskoðan á hjúnabandið sum Jehova

Á Bíbliunnar døgum lótu fleiri menn í Ísrael seg skilja, tí teir bara hugsaðu um seg sjálvar. Les Malakias 2:13, 14, 16, og tosa um henda spurningin:

  • Hví hatar Jehova hjúnaskilnað, tá ið talan ikki er um ótrúskap?

Ótrúskapur og hjúnaskilnaður særir tann óskyldiga partin og børnini djúpt

Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Viss hjúnafelagin hjá tær ikki tænir Jehova, hvat kanst tú so gera, fyri at tit kunnu hava eitt gott hjúnaband allíkavæl?

7. Vit mugu fylgja Guds normum fyri hjúnabandið

Tað krevur nakað at fylgja normunum, sum Jehova hevur ásett fyri hjúnabandið. c Men hann vil gjarna hjálpa og stuðla teimum, sum gera tað. Hygg at VIDEONUM.

Les Hebrearabrævið 13:4, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Heldur tú, at Guds normar fyri hjúnabandið eru rímiligir? Hví, ella hví ikki?

Í teimum flestu londunum krevja myndugleikarnir, at fólk skráseta hjúnaband og hjúnaskilnað, og Jehova væntar, at vit fylgja hesum lógunum. Les Titusarbrævið 3:1, og tosa um henda spurningin:

  • Viss tú ert giftur, ert tú so vísur í, at títt hjúnaband er skrásett hjá myndugleikunum?

ONKUR SPYR KANSKA: „Hví skal mann gifta seg? Kann mann ikki bara búgva saman?“

  • Hvat hevði tú svarað?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Bæði tað at vera giftur og tað at vera stakur er ein gáva frá Jehova. Bæði støk og gift kunnu vera glað og nøgd, viss tey tæna Jehova.

Greið frá

  • Hvussu kann mann brúka teir møguleikarnar, mann hevur sum stakur?

  • Hví sigur Bíblian, at mann bara skal gifta seg við einum, sum tænir Jehova?

  • Hvat er einasta loyvda orsøkin til hjúnaskilnað sambært Bíbliuni?

Mál

HYGG AT HESUM

Bíblian sigur, at mann bara skal gifta seg „í Harranum“. Hvat merkir tað?

„Spurningar frá lesarunum“ (Vakttornið 1. juli 2004)

Hygg at tveimum dømum, sum kunnu hjálpa tær at velja, hvørjum tú vilt ganga saman við og gifta teg við.

Hvat eigur mann at hugsa um, áðrenn mann giftir seg? (11:53)

André noyddist at taka fleiri torførar avgerðir, men Jehova gav honum nakað nógv betri, enn tað hann hevði.

Eg hopaði, at hon fór at tæna Jehova (1:56)

Hvat skal mann hava í huga, áðrenn mann umhugsar at fara frá hjúnafelaganum ella lata seg skilja?

„Vit mugu hava somu áskoðan á hjúnabandið sum Jehova“ (Vakttornið desember 2018)

a Í endagrein 4 stendur nakað um tað at fara frá hjúnafelaganum, tá ið talan ikki er um ótrúskap.

b Í summum mentanum er tað vanligt, at foreldur velja ein hjúnafelaga til sonin ella dóttrina. Tá ið tað er støðan, hugsa góð foreldur ikki so nógv um status ella fíggjarstøðu hjá einum møguligum hjúnafelaga. Tað hevur nógv størri týdning fyri tey, at hann ella hon elskar Jehova.

c Viss tú býrt saman við einum, og tit ikki eru gift, er tað upp til tín, um tú vilt fara frá viðkomandi ella gifta teg við honum ella henni.