Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Høvuðspartur 1 endurtøka

Høvuðspartur 1 endurtøka

Práta um hesar spurningarnar:

  1. Hvørji lyfti í Bíbliuni dámar tær serliga væl?

    (Hygg í part 02.)

  2. Hvat fær teg at trúgva upp á, at Bíblian er frá Gudi?

    (Hygg í partarnar 03 og 05.)

  3. Hví hevur tað stóran týdning at brúka navnið hjá Jehova?

    (Hygg í part 04.)

  4. Bíblian sigur, at Gud „hevur skapt alt“. (Opinberingin 4:11) Trýrt tú upp á tað?

    (Hygg í part 06.)

  5. Les Orðtøkini 3:32.

    • Hví heldur tú, at Jehova er tann besti vinurin, vit kunnu fáa?

    • Hvat væntar Jehova av sínum vinum? Heldur tú, at tað er rímiligt?

      (Hygg í partarnar 07 og 08.)

  6. Les Sálm 62:9.

    • Hvat hevur tú til dømis biðið Jehova um? Hvat kanst tú annars biðja um?

    • Hvussu svarar Jehova bønum?

      (Hygg í part 09.)

  7. Les Hebrearabrævið 10:24, 25.

    • Hvat kanst tú fáa burtur úr møtunum hjá Jehova vitnum?

    • Heldur tú, at tað er stríðið vert at koma á møtini?

      (Hygg í part 10.)

  8. Hví er tað gott at lesa í Bíbliuni hvønn dag? Nær á degnum lesur tú í Bíbliuni?

    (Hygg í part 11.)

  9. Hvat hevur tær dámt best við bíbliuskeiðinum higartil?

  10. Hevur tú havt nakrar avbjóðingar í sambandi við bíbliuskeiðið? Um so er, hvørjar? Hvat kann hjálpa tær at halda fram at kanna Bíbliuna?

    (Hygg í part 12.)