Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 24

Sannleikin um einglar

Sannleikin um einglar

Jehova vil, at vit skulu læra hansara himmalsku familju at kenna. Og í hesi familjuni eru einglar, sum verða róptir „synir Guds“. (Job 38:7) Hvat sigur Bíblian um einglar? Hvussu ávirka teir okkum menniskju? Og eru allir einglar ein partur av familjuni hjá Gudi?

1. Hvat vita vit um einglar?

Jehova skapti einglarnar, áðrenn hann skapti jørðina. Teir eru ósjónligir og búgva í himli akkurát sum hann. (Hebrearabrævið 1:14) Tað eru milliónir av einglum til, og teir eru allir ymiskir. (Opinberingin 5:11) Teir gera tað, sum Jehova biður teir gera. (Sálmur 103:20) Á Bíbliunnar døgum bóru einglar viðhvørt menniskjum boðskapir frá Jehova, og teir hjálptu eisini hansara fólki. Í dag hjálpa einglarnir Jehova vitnum at finna tey, sum gjarna vilja læra Gud at kenna.

2. Hvør er Satan, og hvørjir eru illu andarnir?

Nakrir einglar valdu at gera uppreistur ímóti Jehova. Tann fyrsti, sum gjørdi tað, „kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin“. (Opinberingin 12:9) Satan vildi ráða yvir øðrum, og tí fekk hann tey fyrstu menniskjuni og seinni nakrar einglar at taka undir við sær í uppreistrinum ímóti Gudi. Hesir einglarnir verða róptir illir andar. Jehova syrgdi fyri, at teir blivu blakaðir út úr himli og niður á jørðina. Einaferð fara teir ikki at vera til longur. – Les Opinberingina 12:9, 12.

3. Hvussu royna Satan og illu andarnir at villleiða okkum?

Satan og illu andarnir villleiða nógv menniskju við okkultismu. Teir vilja hava okkum at royna at fáa samband við tað yvirnatúrliga. Hvussu fær mann tað? Fleiri lesa til dømis horoskop, meðan onnur fara til clairvoyantar ella spákonur. Nøkur taka ímóti alternativari viðgerð, sum hevur við tað okkulta at gera. Og fleiri hava fingið ta skeivu fatan, at tey kunnu tosa við tey deyðu. Men Jehova ávarar okkum við at siga: „Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa.“ (3. Mósebók 19:31) Hetta sigur hann fyri at verja okkum ímóti Satani og illu andunum. Teir eru fíggindar hjá Gudi, og teir vilja okkum einki gott.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit meira at vita um, hvat einglar gera fyri at hjálpa menniskjum, hví tað er farligt at fáast við okkultismu, og hvussu vit kunnu verja okkum ímóti Satani og illu andunum.

4. Einglar hjálpa menniskjum at læra Jehova at kenna

Tað eru ikki einglarnir sjálvir, sum fortelja menniskjum um Gud. Men teir hjálpa tænarum hjá Gudi at finna fólk, sum gjarna vilja læra hann at kenna. Les Opinberingina 14:6, 7, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hví hava vit brúk fyri, at einglarnir hjálpa okkum, tá ið vit boða?

  • Einglarnir kunnu altso hjálpa okkum at finna fólk, sum gjarna vilja læra um Bíbliuna. Hvat heldur tú um tað?

5. Halt teg frá okkultismu

Satan og illu andarnir eru fíggindar hjá Jehova. Og teir eru eisini okkara fíggindar. Les Lukas 9:38-42, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu fara illir andar við menniskjum?

Vit vilja ikki hava nakað við teir illu andarnar at gera. Les 5. Mósebók 18:10-12, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu royna illu andarnir at ávirka okkum og at fáa samband við okkum? Hvat er vanligt, har sum tú býrt?

  • Jehova sigur, at vit skulu halda okkum frá okkultismu. Hvat heldur tú um tað?

Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Heldur tú, at tað var nakað galið við armbandinum hjá dóttur Palesu? Og hví heldur tú tað?

  • Hvat mátti Palesa gera fyri at verja seg ímóti illu andunum?

Sonn kristin hava ongantíð viljað havt nakað við illar andar at gera. Les Ápostlasøguna 19:19 og 1. Korintbræv 10:21, og tosa um henda spurningin:

  • Hví er tað viktigt at sleppa sær av við alt, sum hevur við okkultismu at gera?

6. Lat ikki Satan og illu andarnar vinna

Tað er Satan, sum hevur vald á illu andunum. Men tað er yvireingilin Mikael, sum leiðir teir góðu einglarnar. Mikael er eitt annað navn hjá Jesusi. Hvussu stóra kraft hevur hann? Les Opinberingina 12:7-9, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvør er sterkari – Mikael og hansara einglar ella Satan og illu andarnir?

  • Heldur tú, at tey, sum fylgja Jesusi, skulu vera bangin fyri Satani og illu andunum?

Tú mást ikki lata Satan og illu andarnar vinna á tær. Les Jákupsbrævið 4:7, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kanst tú verja teg ímóti Satani og illu andunum?

NØKUR SIGA: „Tað er einki galið við at spæla spøl ella hyggja at filmum, sum handla um tað okkulta. Tað er bara undirhald.“

  • Hví er tað farligt at hugsa so?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Góðir einglar hjálpa okkum. Satan og illu andarnir eru fíggindar hjá Jehova, og teir brúka okkultismu til at villleiða menniskju.

Greið frá

  • Hvussu hjálpa einglar menniskjum at læra Jehova at kenna?

  • Hvør er Satan, og hvørjir eru illu andarnir?

  • Hví vilt tú ikki hava nakað við okkultismu at gera?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvussu vita vit, at tað er Jesus, sum er yvireingilin Mikael?

„Hvør er yvireingilin Mikael?“ (netgrein)

Er Djevulin bara tað ónda innan í okkum?

„Er Djevulin veruliga til?“ (netgrein)

Les um eina kvinnu, sum helt uppat at hava nakað við illar andar at gera.

„Hon fann meiningina við lívinum“ (Vakttornið 1. juli 1993)