Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Endagreinar

Endagreinar
  1.  Hvat er „Bábylon hin stóra“?

  2.  Nær skuldi Messias koma?

  3.  Læknaviðgerðir, sum fevna um títt egna blóð

  4.  Sundurlesing

  5.  Høgtíðir og veitslur

  6.  Smittandi sjúkur

  7.  Fíggjarlig og løgfrøðilig mál

 1. Hvat er „Bábylon hin stóra“?

Hvussu vita vit, at „Bábylon hin stóra“ umboðar allan falskan átrúnað? (Opinberingin 17:5) Her eru tríggjar grundir:

  • Hon er allastaðni í heiminum. Tað verður sagt um Bábylon hina stóru, at hon situr á ’skarum og fólkasløgum’ og „hevur harradømi yvir kongum jarðarinnar“. – Opinberingin 17:15, 18.

  • Hon kann ikki vera nøkur politisk ella fíggjarlig samskipan. „Kongar jarðarinnar“ og „teir, ið handlaðu við“ henni, eru enn til, tá ið hon verður oyðiløgd. – Opinberingin 18:9, 15.

  • Hon gevur eina skeiva mynd av Gudi. Hon samstarvar við heimsins stjórnir fyri at skaffa sær ríkidømi og aðrar fyrimunir, og tí verður hon rópt ein skøkja. (Opinberingin 17:1, 2) Hon villleiðir fólk úr øllum tjóðum og hevur nógv mannalív á samvitskuni. – Opinberingin 18:23, 24.

Aftur til part 13 punkt 6

 2. Nær skuldi Messias koma?

Bíblian sigur, at 69 vikur skuldu ganga, áðrenn Messias kom. – Les Dániel 9:25.

  • Nær byrjaðu tær 69 vikurnar? Í ár 455 f.o.t. Tá kom Nehemias til Jerusalem fyri at „reisa [tað] aftur og byggja tað av nýggjum“. – Dániel 9:25; Nehemias 2:1, 5-8.

  • Hvussu leingi vardu tær 69 vikurnar? Í summum profetium í Bíbliuni svarar ein dagur til eitt ár. (4. Mósebók 14:34; Ezekiel 4:6) Hvør vika má so svara til sjey ár. Tí mugu tær 69 vikurnar í hesi profetiini svara til 483 ár (69 x 7).

  • Nær endaðu tær 69 vikurnar? Viss vit telja 483 ár frá ár 455 f.o.t., koma vit til ár 29 e.o.t. a Og tað var akkurát tað árið, Jesus bleiv doyptur og bleiv Messias. – Lukas 3:1, 2, 21, 22.

Aftur til part 15 punkt 5

 3. Læknaviðgerðir, sum fevna um títt egna blóð

Tey, sum tæna Jehova, vilja ikki taka ímóti blóðflutningi, og tey vilja heldur ikki geva blóð. Men nakrar viðgerðir eru, sum fevna um blóðið hjá sjúklinginum sjálvum. Kristin kunnu ikki góðtaka allar sovorðnar viðgerðir – til dømis vilja tey ikki, at teirra egna blóð verður tappað og goymt til eina planlagda skurðviðgerð. – 5. Mósebók 15:23.

Men tað kann gott vera, at kristin góðtaka aðrar viðgerðarhættir, til dømis blóðroyndir, hæmodialysu, hæmodilutión ella at brúka cell-saveara ella hjarta-lungnamaskinu. Tað er ein persónlig avgerð, hvussu mann vil, at eins egna blóð skal handfarast í sambandi við eina skurðviðgerð, eina kanning ella viðgerð. Mannagongdirnar hjá læknunum kunnu vera ymiskar. So áðrenn tú sigur ja til eina skurðviðgerð, kanning ella viðgerð, mást tú finna út av, akkurát hvussu læknin ætlar sær at brúka blóðið hjá tær. Tú kanst hugsa um hesar spurningarnar:

  • Hvat um nakað av blóðinum hjá mær varð ført út úr kroppinum, og blóðstreymurin kanska steðgaði eina løtu? Hevði eg so hildið, at hetta blóðið enn var ein partur av mær, ella hevði eg fingið ringa samvitsku, um eg ikki læt tað „renna út á jørðina“? – 5. Mósebók 12:23, 24.

  • Hvat um nakað av blóðinum hjá mær varð tappað, viðgjørt og síðani ført inn aftur í kroppin í sambandi við eina viðgerð? Aftan á at hava kannað, hvat Bíblian sigur, hevði eg so við góðari samvitsku kunnað góðtikið eina slíka viðgerð?

Aftur til part 39 punkt 3

 4. Sundurlesing

Bíblian vísir, at tey, sum eru gift, skulu halda saman alt lívið. Hon vísir eisini, at sundurlesing ikki gevur nøkrum av pørtunum rætt til at gifta seg aftur. (1. Korintbræv 7:10, 11, NWT) Undir serligum umstøðum hava nøkur Jehova vitni allíkavæl valt at lata seg sundurlesa.

  • Tá ið maðurin forsømir at forsyrgja familjuni: Maðurin noktar at forsyrgja familjuni materielt, og støðan er so álvarsom, at tey hvørki hava pengar ella mat. – 1. Timoteusarbræv 5:8.

  • Tá ið talan er um harðskap: Harðskapur kann blíva so ógvisligur, at lív og heilsa hjá makanum er í vanda. – Galatiabrævið 5:19-21.

  • Tá ið sambandið við Jehova er í vanda: Ein hjúnafelagi kann gera tað ómøguligt hjá makanum at tæna Jehova. – Ápostlasøgan 5:29.

Aftur til part 42 punkt 3

 5. Høgtíðir og veitslur

Tey, sum tæna Jehova, halda ikki høgtíðir, sum honum ikki dámar. Men hvør einstakur má út frá síni egnu samvitsku og bíbilskum meginreglum finna út av, hvussu hann vil takkla ymiskt, sum kann stinga seg upp í sambandi við eina høgtíð. Her eru nøkur dømi:

  • Tá ið onkur sigur „gleðilig jól“ ella líknandi. So kanst tú bara siga takk fyri. Viss viðkomandi vil vita meira, kanst tú fortelja, hví tú ikki heldur ta ávísu høgtíðina.

  • Hjúnafelagin, sum ikki er Jehova vitni, vil hava teg við heim til onkran í familjuni at eta í sambandi við eina høgtíð. Viss tú hevur samvitsku til at fara við, er tað best at siga við hjúnafelagan frammanundan, at tú ikki fert at taka lut í siðum, sum hava við høgtíðina at gera.

  • Arbeiðsgevarin vil geva tær eina gávu um jóltíðir. Skalt tú siga nei takk? Tað er ikki sikkurt. Hugsar arbeiðsgevarin, at tú heldur jól, viss tú tekur ímóti gávuni? Ella vil hann bara vísa, at hann er takksamur fyri tað arbeiðið, sum tú gert?

  • Tá ið onkur gevur tær eina gávu um jóltíðir. Viðkomandi sigur kanska: „Eg veit, at tú ikki heldur jól, men eg vil gjarna geva tær hesa gávuna allíkavæl.“ Kanska vil viðkomandi bara vera blíður. Men kundi okkurt bent á, at hann vil royna tína trúgv ella vil hava teg at halda jól? Tá ið tú hevur hugsað um tað, er tað upp til tín, um tú vilt taka ímóti gávuni ella ikki. Líkamikið hvat vit velja at gera, vilja vit altíð vera trúføst ímóti Jehova og hava góða samvitsku. – Ápostlasøgan 23:1.

Aftur til part 44 punkt 1

 6. Smittandi sjúkur

Vit elska okkara medmenniskju, og tí vilja vit ikki smitta onnur við einari álvarsligari sjúku. So viss vit eru blivin smittað ella hava ein mistanka um tað, eru vit øgiliga varin. Tað eru vit, tí Bíblian sigur: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“ – Rómbrævið 13:8-10.

Hvussu kunnu vit fylgja hesum boðnum? Ein, sum er smittaður, tekur til dømis ikki stig til at taka í hondina á øðrum ella at klemma tey. Og hann skal ikki taka tað illa upp, viss hann ikki verður bjóðaður heim til onkran í samkomuni, tí tey eru bangin fyri at blíva smittað. Áðrenn hann verður doyptur, skal hann fortelja samskiparanum í elstaráðnum um sína sjúku, so mann kann syrgja fyri, at hini, sum skulu doypast, ikki verða smittað. Og áðrenn ein, sum møguliga hevur eina smittandi sjúku, byrjar at ganga saman við onkrum, eigur hann at taka eina blóðroynd. Viss vit gera alt hetta, vísa vit, at vit ikki bara ’hava okkara egna fyri eyga, men eisini tað, sum øðrum hoyrir til’. – Filippibrævið 2:4.

Aftur til part 56 punkt 2

 7. Fíggjarlig og løgfrøðilig mál

Vit kunnu sleppa undan nógvum trupulleikum, viss vit gera skrivligar avtalur um viðurskifti, sum hava við pengar at gera. Og tað er eisini galdandi, tá ið vit gera avtalur við trúarfelagar. (Jeremias 32:9-12) Men kortini kunnu ósemjur stinga seg upp millum brøður og systrar um pengar ella annað. Um so er, eiga partarnir at royna at loysa ósemjuna sum skjótast og gera tað upp á ein friðarligan máta uttan at blanda onnur uppí.

Men hvussu skal mann fyrihalda seg, viss talan er um meira álvarslig mál, sum til dømis svik ella ærumeiðing? (Les Matteus 18:15-17.) Jesus segði, at vit skulu gera soleiðis:

  1. Vit mugu royna at loysa ósemjuna undir fýra eygum. – Sí ørindi 15.

  2. Viss tað ikki riggar, kanst tú biðja ein ella tveir búnar trúarfelagar vera við, tá ið tit hittast. – Sí ørindi 16.

  3. Viss tú hevur fylgt teimum fyrstu tveimum stigunum, og málið framvegis ikki er loyst, kanst tú fara til teir elstu. – Sí ørindi 17.

Í flestu førum eiga vit ikki at fara í rættin við einum trúarfelaga, tí tað kann seta Jehova og samkomuna í ringt ljós. (1. Korintbræv 6:1-8) Men í summum førum kann tað vera neyðugt at fara í rættin við einum máli. Tað kundi verið, tá ið talan er um hjúnaskilnað, foreldramyndugleika, uppihaldspening, tryggingarmál, húsagang ella testamenti. Ein, sum fer í rættin fyri at loysa eitt slíkt mál upp á ein so friðarligan máta sum gjørligt, gongur ikki ímóti vegleiðingini í Bíbliuni.

Mann gongur heldur ikki ímóti vegleiðingini í Bíbliuni, tá ið mann meldar álvarslig lógarbrot til myndugleikarnar, sum til dømis neyðtøku, barnamisnýtslu, harðskap, grovan stuldur ella morð.

Aftur til part 56 punkt 3

a Frá ár 455 f.o.t. til ár 1 f.o.t. eru 454 ár. Frá ár 1 f.o.t. til ár 1 e.o.t. er 1 ár (einki ár 0 var). Og frá ár 1 e.o.t. til ár 29 e.o.t. eru 28 ár. Tað verður til samans 483 ár.