Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 58

Tú mást vera trúfastur móti Jehova

Tú mást vera trúfastur móti Jehova

Sonn kristin vilja ikki lata nakað ella nakran koma ímillum tey og Jehova. Soleiðis hevur tú tað sikkurt eisini, og tað gleðist Jehova um. (Les 1. Krønikubók 28:9.) Nær kann tað vera ringt at vera trúfastur móti honum, og hvat kann hjálpa tær?

1. Hvussu kunnu onnur gera tað ringt hjá okkum at vera trúføst?

Nøkur fara at royna at fáa okkum at halda uppat at tæna Jehova. Hvør kann tað vera? Tað kunnu vera nøkur, sum ikki longur tæna Jehova, og sum lúgva um hansara samskipan, tí tey vilja hava okkum at missa trúnna. Tey verða rópt fráfallin. Summir prestar og trúarleiðarar spjaða eisini lygnir um okkum. Viss vit lurta eftir teimum, kann tað fáa okkum at venda sannleikanum bakið. Tað er eisini farligt hjá okkum at byrja at kjakast við tey, sum eru ímóti okkara trúgv, at lesa teirra bøkur ella bloggar, at fara inn á heimasíðurnar hjá teimum ella at hyggja eftir videoum, sum tey hava gjørt. Jesus ávaraði okkum um, at vit ikki skulu hava nakað við tey at gera, sum royna at fáa okkum at halda uppat at tæna Jehova. Hann segði: ’Leggið einki í teir! Blindir leiðvísarar eru teir fyri blindum; tá ið blindur leiðir blindan, falla teir báðir í veitina.’Matteus 15:14, Dahl/Viderø.

Hvat viss onkur, sum vit kenna, hevur gjørt av, at hann ikki longur vil tæna Jehova? Tað kann vera øgiliga tungt, viss ein, sum vit eru góð við, velur at gera tað. Kanska fer viðkomandi at tvinga okkum at velja ímillum hann og Jehova. Men vit hava sett okkum fyri, at vit vilja vera trúføst móti Jehova, líkamikið hvat hendir. (Matteus 10:37) Tí fylgja vit hansara boðum um ikki at vera saman við nøkrum, sum hava vent honum bakið. – Les 1. Korintbræv 5:11.

2. Hvussu kunnu okkara avgerðir vísa, um vit eru trúføst móti Jehova?

Av tí at vit elska Jehova, vilja vit ikki hava nakað við falskan átrúnað at gera. Vit vilja til dømis ikki hava eitt arbeiði, sum stuðlar følskum átrúnaði, og vit vilja ikki hoyra til ein felagsskap ella nakað annað, sum hevur við falskan átrúnað at gera. Jehova sigur: „Farið út frá [Bábylon hini stóru], fólk mítt.“Opinberingin 18:2, 4.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fara vit at kanna, hvussu tú kanst vera trúfastur móti Jehova, líkamikið hvat onnur siga og gera. Vit fara eisini at kanna, hvussu tú kanst vera trúfastur við at kvetta alt samband við falskan átrúnað.

3. Tú mást ikki lurta eftir teimum, sum spjaða lygnir

Hvat skulu vit gera, viss vit hoyra okkurt negativt um samskipanina hjá Jehova? Les Orðtøkini 14:15, og tosa um henda spurningin:

  • Hví skulu vit ikki trúgva øllum, sum vit hoyra?

Les 2. Jóhannesarbræv 10, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu skulu vit fyrihalda okkum til tey, sum eru fráfallin?

  • Hvussu kunnu fráfallin ávirka okkum, sjálvt um vit ikki hava beinleiðis samband við tey?

  • Hvussu heldur tú, Jehova hevði havt tað, viss vit lurtaðu eftir teimum, sum tosa ringt um hann ella hansara samskipan?

4. Tú mást vera trúfastur móti Jehova, tá ið ein trúarfelagi syndar

Hvat eiga vit at gera, viss vit finna út av, at onkur í samkomuni hevur syndað álvarsliga? Ein meginregla í Guds lóg til fortíðar Ísrael kann hjálpa okkum. Les 3. Mósebók 5:1.

Hvat kann hetta ørindið læra okkum? Viss vit finna út av, at ein trúarfelagi hevur syndað álvarsliga, eiga vit at siga tað við teir elstu. Men áðrenn vit gera tað, hevði tað verið gott at givið honum ein kjans at fortelja tað fyri teimum elstu sjálvur. Viss hann ikki ger tað, mugu vit vísa, at vit eru trúføst móti Jehova við at fortelja tað fyri teimum elstu. Hvussu vísir henda mannagongdin, at vit elska og eru trúføst móti …

  • Jehova?

  • honum, sum hevur syndað?

  • øðrum í samkomuni?

Viss ein trúarfelagi er komin á skeiva kós, mást tú hjálpa honum

5. Tú mást kvetta alt samband við Bábylon hina stóru

Les Lukas 4:8 og Opinberingina 18:4, 5, og svara hesum spurningunum:

  • Eri eg enn limur í følskum átrúnaði?

  • Eri eg við í nøkrum felagsskapi, sum hevur samband við falskan átrúnað?

  • Hevur arbeiðið hjá mær nakað við falskan átrúnað at gera?

  • Er tað nakað annað í mínum lívi, sum vísir, at eg enn havi samband við falskan átrúnað?

  • Hvat skal eg gera, viss eg svaraði ja upp á nakrar av hesum spurningunum?

Tú mást taka eina avgerð, sum gevur tær góða samvitsku, og sum vísir, at tú ert trúfastur móti Jehova.

Hvat hevði tú gjørt, viss onkur bað teg stuðla einum vælgerandi endamáli, sum er knýtt at følskum átrúnaði?

NØKUR SIGA: „Eg má vita, hvat fráfallin siga um Jehova vitni, so eg kann forsvara sannleikan.“

  • Hevði tað verið skilagott? Hví, ella hví ikki?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Viss vit skulu vera trúføst móti Jehova, mugu vit ikki hava nakað við tey at gera, sum hava vent honum bakið. Vit mugu eisini kvetta alt samband við falskan átrúnað.

Greið frá

  • Hví skulu vit hvørki hyggja eftir, lesa um ella lurta eftir nøkrum, sum kemur frá teimum fráfalnu?

  • Hvussu skulu vit fyrihalda okkum til tey, sum ikki longur vilja tæna Jehova?

  • Hvussu kunnu vit fylgja boðunum frá Jehova um at halda okkum frá følskum átrúnaði?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvat skal mann gera, tá ið onnur spjaða lygnir um Jehova vitni?

„Veitst tú, hvat er fakta?“ (Vakttornið august 2018)

Hvussu kann mann finna út av, um ein felagsskapur ella eitt tiltak stuðlar følskum átrúnaði?

„Vit mugu hava úr at gera ta síðstu tíðina av teimum ’síðstu døgunum’“ (Vakttornið oktober 2019, stykkini 16-18)

Hvat hava nøkur gjørt fyri at fáa onnur at missa trúnna?

Lat ongan villleiða teg (9:32)

Shinji var shintoprestur, men kvetti sambandið við falskan átrúnað. Les meira í frásøguni „Longu sum smádrongur leitaði eg eftir Gudi“.

„Bíblian broytir lív“ (Vakttornið 1. juli 2011)