Eitt bræv frá stýrandi ráðnum
Góðu brøður og systrar!
Vit elska Gud og næstan, og tað gevur okkum hug til at ’fara út og gera øll fólkasløg til lærisveinar og doypa teir’. (Matt. 28:19, 20; Mark. 12:28-31) Tá ið vit elska menniskju, verður tað lættari hjá okkum at hjálpa teimum, sum ’søkja Gud’. – Hebr. 11:6.
Fyrr í tíðini fokuseraðu vit upp á at læra okkum eina framløgu uttanat og geva fólki lesnað. Í dag hevur tað størri týdning, at vit læra okkum at práta við fólk. Vit vilja gjarna vísa, at vit leggja í tey við at tosa um tað, sum tey hava hug at tosa um. Tað merkir, at vit mugu laga okkum eftir tí, sum tey ganga og hugsa um og hava áhuga fyri. Hvussu kann hetta heftið hjálpa okkum at gera tað?
Allir 12 partar í heftinum koma inn upp á hvør sín eginleika, sum hjálpir okkum at vísa kærleika og gera lærisveinar. Hvør partur er grundaður á eina frásøgu í Bíbliuni, sum leggur dent á ein eginleika, sum Jesus ella ein annar boðari í fyrstu øld vísti. Málið er ikki at læra nakað uttanat, men at hugsa um, hvussu vit kunnu vísa, at vit elska menniskju. Vit hava sjálvandi brúk fyri øllum eginleikunum, líkamikið hvørja tænastugrein talan er um, men vit fara at koma inn upp á, hví nakrir eginleikar eru serliga viktigir, tá ið vit skulu byrja eitt prát, vitja fólk aftur og leiða bíbliulestrar.
Meðan tú lesur ein part, kanst tú hugsa um, hvussu tú kanst vísa tann ávísa eginleikan, tá ið tú tosar við fólk, har sum tú býrt. Royn at gera nakað fyri at elska Jehova og menniskju meira. Tað, sum fremst av øllum kann hjálpa tær at gera lærisveinar, er ikki nakar ávísur teknikkur, men kærleiki!
Vit gleðast um at arbeiða saman við tykkum. (Zef. 3:9) Og tað er okkara bøn, at Jehova má hjálpa og stuðla tykkum, tá ið tit halda fram at elska menniskju og gera lærisveinar!
Tykkara brøður
Stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum