Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

BYRJA EITT PRÁT

PARTUR 3

Ver blíður

Ver blíður

Meginregla: „Kærleikin … er mildur.“ – 1. Kor. 13:4.

Hvat gjørdi Jesus?

1. Hygg at VIDEONUM, ella les Jóhannes 9:1-7, og hugsa um hesar spurningarnar:

  1.    Hvat gjørdi Jesus fyrst – grøddi mannin ella boðaði fyri honum? – Sí Jóhannes 9:35-38.

  2.   Hví heldur tú, at maðurin vildi lurta eftir Jesusi?

Hvat lærir Jesus okkum?

2. Tað er meira sannlíkt, at fólk vilja lurta eftir okkum, viss tey føla, at vit eru góð við tey.

Ger sum Jesus

3. Royn at ímynda tær, hvussu fólk hava tað.

  1.    Spyr teg sjálvan: Hvat man viðkomandi ganga og hugsa um í løtuni? Hvat man hann hava brúk fyri at hoyra? Viss vit royna at seta okkum inn í støðuna hjá øðrum, kunnu vit lættari vera blíð og ektað, tá ið vit tosa við tey.

  2.   Tú vísir, at tú hevur áhuga fyri tí, sum fólk siga, viss tú lurtar væl. Tá ið onkur fortelur tær, hvussu hann hevur tað við onkrum, ella nevnir ein trupulleika, hann stríðist við, mást tú ikki skifta evni.

4. Ver blíður og vís virðing. Tá ið tú hevur samkenslu við viðkomandi og gjarna vilt hjálpa honum, hoyrist tað á røddini. Hugsa um, hvat tú sigur, og hvussu tú sigur tað. Og ansa eftir, at tú ikki kemur til at siga nakað, sum hann kann taka illa upp.

5. Ver hjálpsamur. Hugsa um, hvussu tú kanst hjálpa øðrum. Tá ið vit eru blíð og gera nakað fyri onnur, kann tað føra til eitt prát.