Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

BYRJA EITT PRÁT

PARTUR 6

Ver djarvur

Ver djarvur

Meginregla: ’Vit fingu dirvi í Gudi okkara at tala evangelium Guds til tykkara.’ – 1. Tess. 2:2.

Hvat gjørdi Jesus?

1. Hygg at VIDEONUM, ella les Lukas 19:1-7, og hugsa um hesar spurningarnar:

  1.    Hví vildu summi kanska ikki tosa við Zakeus?

  2.   Hvat fekk Jesus at boða fyri honum allíkavæl?

Hvat lærir Jesus okkum?

2. Tað krevur dirvi at fortelja øllum um Guds ríki uttan at gera mannamun.

Ger sum Jesus

3. Lít á Jehova. Jesus fekk kraft frá heilaga andanum til at boða, og tað kanst tú eisini fáa. (Matt. 10:19, 20; Luk. 4:18) Tú kanst biðja Jehova um dirvi til at boða fyri teimum, sum tú kanska ikki torir so væl at boða fyri. – Áps. 4:29.

4. Hav ikki fordómar. Vit halda okkum kanska aftur við at byrja eitt prát við fólk orsakað av teirra útsjónd, sosialu ella fíggjarligu støðu, lívsstíli ella trúgv. Men vit mugu minnast til hetta:

  1.    Jehova og Jesus duga at lesa hjørtu; tað duga vit ikki.

  2.   Jehova kann hjálpa øllum menniskjum.

5. Minst til at vísa virðing og vera varin. (Matt. 10:16) Vit mugu ikki trætast við fólk. Viss tey, vit tosa við, ikki vilja hoyra tey góðu tíðindini, ella viss vit føla okkum ótrygg, er tað best at enda prátið upp á ein fólkaligan máta. – Orðt. 17:14.