Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

MENN ÁHUGAN

PARTUR 7

Gev ikki upp

Gev ikki upp

Meginregla: „Teir góvu ikki uppat at læra … og at kunngera evangeliið.“ – Áps. 5:42.

Hvat gjørdi Paulus?

1. Hygg at VIDEONUM, ella les Ápostlasøguna 19:8-10, og hugsa um hesar spurningarnar:

  1.    Hvat gjørdi Paulus, hóast hann fekk mótstøðu?

  2.   Hvussu ofta undirvísti Paulus teimum áhugaðu, og hvussu leingi helt hann fram við tí?

Hvat lærir Paulus okkum?

2. Tað krevur tíð og orku at fáa góðar afturvitjanir og at byrja bíbliuskeið.

Ger sum Paulus

3. Ver villigur at vitja fólk, tá ið tað liggur fyri hjá teimum. Spyr teg sjálvan: Nær og hvar er tað mest sannlíkt, at viðkomandi vil práta við meg? Vit mugu vera villig at vitja fólk aftur, sjálvt um tíðspunktið ikki passar so væl hjá okkum.

4. Ger eina avtalu. Hvørja ferð tit hava tosað saman, kanst tú spyrja, nær tað liggur fyri, at tit kunnu hoyrast aftur. Og minst so til at halda avtaluna.

5. Miss ikki vónina. Viss tað er ringt at hitta onkran aftur, ella viðkomandi ofta er upptikin, skulu vit ikki beinanvegin hugsa, at hann ikki hevur áhuga. (1. Kor. 13:4, 7) Tað er gott at royna at hitta hann aftur, men vit mugu eisini minnast til at brúka tíðina við skili. – 1. Kor. 9:26.