Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

UPPÍSKOYTI 1

Sannleikar, sum okkum dámar at tosa um

Sannleikar, sum okkum dámar at tosa um

Jesus segði, at sannhjartað menniskju skuldu vita, at tað var sannleikin, tá ið tey hoyrdu um hann. (Jóh. 10:4, 27) So tá ið vit tosa við fólk, vilja vit gjarna fortelja teimum ein bíbilskan sannleika. Tú kundi kanska komið inn upp á ein av sannleikunum, sum standa her, við heilt einfalt at siga: „Visti tú, at …?“ ella: „Hevur tú nakrantíð hoyrt, at …?“ Aftaná kanst tú vísa eitt ella fleiri bíbliuørindi um tann sannleikan. Ein einfaldur sannleiki kann sáa eitt lítið fræ í hjartað, og so kann Gud fáa tað at vaksa. – 1. Kor. 3:6, 7.

 FRAMTÍÐIN

  1. 1. Alt tað keðiliga, sum hendir í heiminum í dag, vísir, at ein stór broyting er á veg. – Matt. 24:3, 7, 8; Luk. 21:10, 11; 2. Tim. 3:1-5.

  2. 2. Jørðin verður ongantíð oyðiløgd. – Slm. 104:5; Præd. 1:4.

  3. 3. Eingin dálking verður meira, og jørðin verður eitt paradís. – Es. 35:1, 2; Opinb. 11:18.

  4. 4. Øll fara at hava góða heilsu. – Es. 33:24; 35:5, 6.

  5. 5. Vit kunnu fáa ævigt lív á jørðini. – Slm. 37:29; Matt. 5:5.

 FAMILJA

  1. 6. Ein maður skal „elska konu sína sum seg sjálvan“. – Ef. 5:33; Kol. 3:19.

  2. 7. Ein kona skal „vísa manninum virðing“. – Ef. 5:33; Kol. 3:18.

  3. 8. Maður og kona mugu vera trúgv móti hvørjum øðrum. – Mal. 2:16; Matt. 19:4-6, 9; Hebr. 13:4.

  4. 9. Tað er gott fyri børn at virða og akta síni foreldur. – Orðt. 1:8, 9; Ef. 6:1-3.

NASA, ESA and the Hubble Heritage Team (STScI/AURA)-ESA/Hubble Collaboration. Licensed under CC BY 4.0. Source.

 GUD

  1. 10. Gud hevur eitt navn. – Slm. 83:19; Jer. 10:10. a

  2. 11. Gud samskiftir við okkum. – 2. Tim. 3:16, 17; 2. Pæt. 1:20, 21.

  3. 12. Gud ger ikki mannamun. – 5. Mós. 10:17; Áps. 10:34, 35.

  4. 13. Gud vil fegin hjálpa okkum. – Slm. 46:2; 145:18, 19.

 BØN

  1. 14. Gud vil, at vit skulu biðja til hansara. – Slm. 62:9; 65:3; 1. Pæt. 5:7.

  2. 15. Tað stendur í Bíbliuni, hvussu vit skulu biðja. – Matt. 6:7-13; Luk. 11:1-4.

  3. 16. Gud vil, at vit skulu biðja ofta. – Matt. 7:7, 8; 1. Tess. 5:17.

 JESUS

  1. 17. Jesus var ein góður lærari, og ráðini, hann gav, rigga altíð. – Matt. 6:14, 15, 34; 7:12.

  2. 18. Jesus segði, hvat skuldi henda á okkara døgum. – Matt. 24:3, 7, 8, 14; Luk. 21:10, 11.

  3. 19. Jesus er sonur Guds. – Matt. 16:16; Jóh. 3:16; 1. Jóh. 4:15.

  4. 20. Jesus er ikki hin alvaldi Gud. – Jóh. 14:28; 1. Kor. 11:3.

Based on NASA/Visible Earth imagery

 GUDS RÍKI

  1. 21. Guds ríki er ein stjórn í himli. – Dán. 2:44; 7:13, 14; Matt. 6:9, 10; Opinb. 11:15.

  2. 22. Guds ríki fer at koma í staðin fyri allar mannastjórnir. – Slm. 2:7-9; Dán. 2:44.

  3. 23. Tað er bara Guds ríki, sum kann loysa allar trupulleikarnar í heiminum. – Slm. 37:10, 11; 46:10; Es. 65:21-23.

 SORG OG PÍNA

  1. 24. Tað er ikki Gud, sum er orsøk til sorg og pínu. – 5. Mós. 32:4; Ják. 1:13.

  2. 25. Tað er Satan, sum stýrir heiminum. – Luk. 4:5, 6; 1. Jóh. 5:19.

  3. 26. Gud sær tað, tá ið vit ikki hava tað gott, og vil gjarna hjálpa okkum. – Slm. 34:18-20; Es. 41:10, 13.

  4. 27. Gud fer skjótt at gera enda á sorg og pínu. – Es. 65:17; Opinb. 21:3, 4.

 DEYÐIN

  1. 28. Tey deyðu vita einki og føla onga pínu. – Præd. 9:5; Jóh. 11:11-14.

  2. 29. Tey deyðu kunnu hvørki hjálpa okkum ella skaða okkum. – Slm. 146:4; Præd. 9:6, 10.

  3. 30. Okkara kæru fáa lívið aftur. – Job 14:13-15; Jóh. 5:28, 29; Áps. 24:15.

  4. 31. „Deyðin skal ikki vera longur.“ – Opinb. 21:3, 4; Es. 25:8.

 ÁTRÚNAÐUR

  1. 32. Gudi dámar ikki allan átrúnað. – Jer. 7:11; Matt. 7:13, 14, 21-23.

  2. 33. Gud hatar hyklarí. – Es. 29:13; Mika 3:11; Mark. 7:6-8.

  3. 34. Sannur kærleiki eyðkennir sannan átrúnað. – Mika 4:3; Jóh. 13:34, 35.

a Í orðafrágreiðingini í umsetingini eftir Dahl/Viderø, útgávuni frá 2006, stendur at lesa undir Harrin: „Harrin í Gamla Testamenti av hebráiska orðinum adonaj, sagt um Guð. Navn hansara er Jahve, stytt Jah.“