3. PARTUR
Eru tey góðu tíðindini veruliga frá Gudi?
1. Hvør er høvundur Bíbliunnar?
Tey góðu tíðindini um, at menniskju skulu liva um ævir á jørðini, standa at lesa í Bíbliuni. (Sálmur 37:29) Bíblian er sett saman av 66 smærri bókum. Gud læt einar 40 trúfastar menn skriva tær. Móses skrivaði tær fyrstu fimm bøkurnar fyri umleið 3500 árum síðani. Jóhannes ápostul skrivaði ta síðstu bókina fyri meiri enn 1900 árum síðani. Hvørs hugsanir festu teir á blað, sum skrivaðu Bíbliuna? Gud brúkti sín heilaga anda at samskifta við bíbliuskrivararnar. (2 Sámuel 23:2) Teir skrivaðu tankarnar hjá Gudi, ikki sínar egnu tankar. Jehova er altso høvundur Bíbliunnar. — Les 2 Timoteus 3:16; 2 Pætur 1:20, 21.
Hygg at filminum Hvør er høvundur Bíbliunnar?
2. Hvussu kunnu vit vera vís í, at Bíblian er frá Gudi?
Vit vita, at Bíblian er frá Gudi, tí hon nágreiniliga hevur boðað frá framtíðini. Tað er einki menniskja ført fyri at gera. (Josva 23:14) Bert hin alvaldi Gud dugir at síggja nágreiniliga inn í framtíðina hjá menniskjunum. — Les Esaias 42:9; 46:10.
Tað hevði verið væntandi av eini bók frá Gudi, at hon var nakað heilt serligt — og tað er hon! Bíblian er givin út á fleiri hundrað málum og prentað í milliardum av eintøkum. Hóast Bíblian er sera gomul, er hon í samljóð við prógvað vísindi. Og teir 40 menninir, sum skrivaðu hana, mótsøgdu ikki hvør øðrum. * Haraftrat ber Bíblian týðiligan dám av Guds kærleika, og hon hevur enn vald at broyta lívið hjá fólki til tað betra. Hesar sannroyndir hava sannført milliónir um, at Bíblian er frá Gudi. — Les 1 Tessalonikabræv 2:13.
Hygg at filminum Hvussu vita vit, at Bíblian er sonn?
3. Hvat snýr Bíblian seg um?
Tey góðu tíðindini um, at Gud hevur eina kærliga ætlan við menniskjunum er eitt av høvuðsevnunum í Bíbliuni. Hon greiðir frá, hvussu framíhjárætturin hjá menniskjum at búgva í einum paradísi á jørðini fór fyri skeytið tíðliga í mannasøguni, og hvussu Paradísið verður reist aftur. — Les Opinberingina 21:4, 5.
Guds orð inniheldur eisini lógir, meginreglur og ráð. Haraftrat kunnu vit lesa um, hvussu Gud fer við fólki, og hesi dømini siga okkum, hvussu Gud er. Soleiðis kann Bíblian hjálpa tær at kenna Gud. Hon fortelur, hvussu tú kanst verða vinur hansara. — Les Sálm 19:8, 12; Jákup 2:23; 4:8.
4. Hvussu kanst tú skilja Bíbliuna?
Fyri at hjálpa tær at skilja Bíbliuna nýtir hetta heftið somu mannagongd, sum Jesus nýtti. Hann vísti ferð eftir ferð til bíbliuørindi og greiddi frá teimum, so tað bar til at ’skilja skriftirnar’. — Les Lukas 24:27, 45.
Góðu tíðindini frá Gudi eru einastandandi. Kortini leggja nøkur fólk einki í tey, og onnur vilja als ikki hoyra um tey. Men miss ikki mótið. Tín vón um ævigt lív er treytað av, at tú lærir Gud at kenna. — Les Jóhannes 17:3.
^ par. 3 Sí heftið Ein bók fyri øll fólk.