Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

3. partur

Ein bók við hyggjuráðum

Ein bók við hyggjuráðum

„BÍBLIAN er ein krystallisering av siðmentan og lívsroyndum menniskjans, og hon er eindømi,“ sigur eitt tíðarrit, sum Chung Shang-universitetið í Guangzhou, Kina, gevur út. Immanuel Kant, týðandi heimspekingur úr 18. øld, skal hava tikið soleiðis til: „At Bíblian er til og er vorðin ein bók fyri fólkið, er tað besta, sum nakrantíð er hent mannaættini. Ein og hvør roynd at lítilsvirða hana er . . . ein brotsgerð ímóti mannaættini.“ The Encyclopedia Americana sigur: „Árinið av Bíbliuni er á ongan hátt avmarkað til jødar og kristin. . . . Hon verður nú mett sum ein etniskur og átrúnaðarligur dýrgripur, og ótømandi læra hennara fer allarhelst at vaksa í virði, so hvørt sum vónin um ein siðmentaðan heim økist.“

2 Uttan mun til átrúnaðarliga tilknýti títt, hevði tær so ikki dámt at fingið meira at vita um hesa bókina? Móti endanum á 20. øld var øll Bíblian, ella partar av henni, týdd til meira enn 2200 mál. Tey flestu kunnu fáa fatur á einari bíbliu á einum máli, sum tey duga at lesa og skilja. Hildið verður, at Bíblian er prentað í 4 milliardum eintøkum, síðan leysu stavirnir vórðu uppfunnir.

3 Eigur tú eina bíbliu, kanst tú kanska blaða upp á innihaldsyvirlitið. Her sært tú nøvnini á øllum bíbliubókunum, úr Fyrstu Mósebók og til Opinbering Jóhannesar. Bíblian er í veruleikanum eitt bókasavn við 66 bókum, sum umleið 40 ymiskir menn hava skrivað. Fyrsti parturin, sum telur 39 bøkur, og sum nógv nevna Gamla Testamenti, átti heldur at itið Hebraisku Skriftirnar, tí tær vórðu í høvuðsheitum skrivaðar á hebraiskum. Annar parturin, 27 bøkur, sum nógv nevna Nýggja Testamenti, átti somuleiðis at itið Kristnu Griksku Skriftirnar, tí kristnir rithøvundar skrivaðu tær á grikskum. Tað tók meira enn 1600 ár at skriva alla Bíbliuna, frá 1513 f.o.t. til 98 e.o.t. Rithøvundarnir hittust ongantíð á nøkrum ritstjórnarfundi, og summar bøkur vórðu skrivaðar samstundis av rithøvundum, ið vóru staddir fleiri túsund kilometrar hvør fra øðrum. Og kortini er Bíblian ein samanrunnin heild við bara einum tema, og hon mótsigur ikki sær sjálvari. Vit kunnu ikki bara okkum fyri at spyrja: ’Hvussu kundu meir einn 40 menn, sum livdu í einum tíðarskeiði, ið strakti seg yvir 16 øldir, skriva eina so skilvíst samanhangandi bók?’

„[Gud] breiðir norðrið út yvir hitt tóma og heingir jørðina á einki“

4 Hóast Bíblian varð liðugt skrivað fyri meira enn 1900 árum síðani, hugtekur hon enn á døgum bæði menn og kvinnur. Blaða til dømis upp á Job 26:7 í Bíbliuni, og minst til, at hetta ørindið varð skrivað í 15. øld fyri okkara tíðarrokning. Har stendur: „Hann breiðir norðrið út yvir hitt tóma og heingir jørðina á einki.“ Og blaða síðan upp á Esaiasar bók, sum varð skrivað í 8. øld fyri okkara tíðarrokning, og les kapittul 40, ørindi 22. Í hesum ørindinum lesa vit í løggildu føroysku umsetingini: „Tað er hann, ið situr hátt yvir jarðarkringinum, og teir, sum har búgva, eru sum ongsprettur; tað er hann, ið tenur út himinin eins og dúk og breiðir hann út eins og tjald til at búgva undir.“ Hvat síggja vit fyri okkum, tá vit lesa hesar báðar lýsingar? Ein kúluskapaðan lut, sum „hongur“ í tómu rúmdini. Tú hevur ivaleyst sæð nakað líknandi á fotomyndum av jørðini tiknar úr einum rúmdarfari. Tú hugsar kanska: ’Hvussu kundu menniskju, sum livdu fyri so langari tíð síðani, koma við so vísindaliga neyvum fráboðanum?’

5 Latið okkum taka ein annan spurning í samband við Bíbliuna. Er hon søguliga røtt? Summi halda, at Bíblian bert er eitt savn av sagnum uttan nakað søguligt grundarlag. Inntil fyri stuttum høvdu vit til dømis bert Bíbliunnar orð fyri, at Dávid kongur í Ísrael hevur verið til. Hóast søgufrøðingar sum heild viðurkenna hann sum veruligan persón, halda summir ivamenn, at hann bara er ein sagnpersónur, sum jødiskir propagandistar hava uppfunnið. Hvat vísa royndirnar?

Innskrift, ið vísir til „hús Dávids“”

6 Í 1993 varð ein innskrift, ið vísti til „hús Dávids“, funnin í leivdunum eftir fornaldarbýin Dan í Ísrael. Innskriftin stóð á einum parti av einum knústum minnisvarða úr 9. øld fyri okkara tíðarrokning, ið varð reistur til minnis um ein sigur, sum fíggindar vunnu á ísraelsmonnum. Her kom knappliga ein fornaldar tilvísing til Dávid undan kavi, og hon kom ikki úr Bíbliuni! Hevði hetta nakran týdning? Um henda fundin sigur Israel Finkelstein á Tel Aviv-universitetinum: „Bíbilska nihilisman fall sum við brestin, tá Dávid-innskriftin varð funnin.“ Tað er áhugavert, at William F. Albright professari og fornfrøðingur, sum í fleiri áratíggju fekst við útgrevstur í Palestina, einaferð segði: „Ein fornfrøðiligur fundur fyri og annar eftir hava staðfest neyvleikan av óteljandi staklutum, og hetta hevur havt við sær, at Bíblian fær størri viðurkenning sum søgukelda.“ Og aftur kundu vit spurt: ’Hvussu kann henda gamla bókin vera so søguliga neyv í mun til frásøguyrkingar og sagnir?’ Men tað er ikki alt.

Myntur við mynd av Alexander Mikla

7 Í Bíbliuni eru eisini profetiir. (2 Pætur 1:20, 21) Orðið „profeti“ fær teg kanska alt fyri eitt at hugsa um óuppfyltar spádómar frá sjálvkravdum profetum. Men lat nú fordómarnar liggja og blaða Bíbliuna upp á Dániels bók, kapittul 8. Her greiðir Dániel frá eini sjón av einum bardaga ímillum ein veðr við tveimum hornum og ein lodnan bukk við einum ’óføra stórum horni’. Bukkurin vinnur, men stóra horn hansara brotnar av, og í staðin fyri vaksa so fýra horn upp. Hvat merkir sjónin? Frásøga Dániels heldur fram: „Veðrurin við tveimum hornum, ið tú sást, merkir kongarnar av Media og Persia. Hin lodni bukkurin er grikkalandskongur; hitt stóra hornið millum eygu hansara er fyrsti kongurin. At hetta hornið varð brotið av, og at fýra onnur komu í staðin fyri, talar um, at fýra kongaríki skulu koma upp av tjóð hansara, men ikki við mátti hansara.“ — Dániel 8:3-22.

„Ein fornfrøðiligur fundur fyri og annar eftir hava staðfest neyvleikan av óteljandi staklutum, og hetta hevur havt við sær, at Bíblian fær størri viðurkenning sum søgukelda.“ — William F. Albright professari

8 Gekk henda profetiin út? Dániels bók varð fullfíggjað í umleið 536 f.o.t. Alexander Mikli, grikkalandskongur, sum varð borin í heim 180 ár seinni, í 356 f.o.t., hertók persiska heimsveldið. Hann var „stóra hornið“ millum eyguni á ’lodna bukkinum’. Áðrenn Alexander vann á Persia, kom hann til Jerusalem, og tá fekk hann, sambært jødiska søgufrøðinginum, Josefusi, høvi at síggja eina avskrift av Dániels bók. Niðurstøðan hjá Alexander sjálvum var tann, at orðini í Dániels profeti, sum tey vístu honum, sipaðu til hansara egnu herferð ímóti Persia. Í søgubókunum lesa vit, hvussu gekst heimsveldinum hjá Alexander eftir deyða hansara í 323 f.o.t. Fýra heryvirmenn tóku, sum frá leið, ríki hansara, og umleið ár 301 f.o.t. høvdu tey ’fýra hornini’, sum vuksu upp í staðin fyri „stóra hornið“, býtt ríkið sundur í fýra partar. Og aftur mugu vit undrast. Hvussu kundi ein bók siga so livandi og nágreiniliga frá tí, sum skuldi henda okkurt um 200 ár seinni?

9 Bíblian svarar sjálv spurninginum omanfyri: „Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig.“ (2 Timoteus 3:16) Grikska orðið, sum er týtt „innblást av Gudi“, merkir orðarætt „Gud-innandað“. Gud legði upplýsingarnar, sum vit nú finna í bíbliubókunum, inn í sinnið á umleið 40 rithøvundum. Við teimum fáu vísindaligu, søguligu og profetisku dømunum vit nú hava kannað, kann niðurstøðan bara verða ein. Henda framúrskarandi bókin, Bíblian, er einki úrslit av menniskjaligum vísdómi. Hon stavar frá Gudi. Men nú á døgum ivast nógv í, at Gud er til. Hvussu við tær?