Fororð
Hugsa eitt sindur um hesa tvørsøgnina: Meir enn 90 prosent av fólkunum í einum ávísum landi siga seg antin vera sera lukkulig ella toliliga lukkulig. Men av teimum 10 mest nýttu heilivágunum í landinum verða 3 fyriskipaðir ímóti tunglyndi. Í hesum sama landi siga 91 prosent av íbúgvunum seg vera nøgdar við familjulívið hjá sær. Men nærum helvtin av hjúnunum skiljast!
Ein kanning millum fólk í 18 londum, sum umboða umleið helvtina av heimsins íbúgvum, bendir á, „at ein tung dýna av pessimismu viðvíkjandi framtíðini fjalir heimin“. Hetta vísir, at nógv ikki eru heilt nøgd við lívið hjá sær. Ert tú? Endamálið við hesum heftinum er at hjálpa tær at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív.