Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

1. partur

Eitt gott lív – bara ein dreymur?

Eitt gott lív – bara ein dreymur?

EINI snotilig hús við øllum nútímans hentleikum kunnu bera dám av trivnaði og vælstandi. Men hvussu er vorðið, tá tú gloppar dyrnar? Har er hýrurin kanska bæði tungur og óglaður. Einasta aftursvarið, foreldrini fáa frá sínum hálvvaksnu børnum, er eitt snubbut „ja“ ella „nei“. Mamman er vónsvikin av, at maðurin ikki gevur henni gætur. Og pápin vil bara hava frið. Langt av leið, í øðrum húsum, hava hjúnini gomul foreldur. Tey sita einsamøll og sakna síni børn og barnabørn, sum tey ikki hava sæð ferilin av í fleiri mánaðir. Men onnur húski eru nøgd og lukkulig, hóast trupulleikarnir eru teir somu. Tey hava bara fingið loyst teir. Hevur tú nakrantíð undrast á, hvussu tey bera seg at?

2 Hugsa tær nú eitt húski í einum menningarlandi, kanska í einum øðrum heimsparti. Húskið telur sjey, og tey mugu øll húsast í eini fallkomnari kroysu. Tey vita ikki, hvaðani tey skulu fáa næstu máltíðina — ein syndarlig áminning um at menniskjuni ikki hava verið ment at basa hungursneyðini og armóðini í heiminum. Men nógv húski eru glað hóast armóðina. Hví?

3 Eisini í ríkum londum kunnu fíggjartrupulleikar taka seg upp. Eitt húski í Japan keypti sær hús, meðan búskaparvøksturin í landinum var út av lagi høgur. Tey ivaðust ikki í øktum inntøkum og tóku lán í húsunum, sum skuldu gjaldast aftur í stórum avgjøldum. Men so kom „búskaparskrædlið“. Tey kláraðu ikki longur at rinda avgjøldini og noyddust at selja húsini fyri nógv minni, enn tey sjálvi høvdu latið. Hóast tey ikki longur búgva húsunum, mugu tey framvegis rinda skuldina niður. Harafturat stríðast tey við at gjalda rokningar, ið stava frá óskynsamari nýtslu av gjaldskortum. Pápin spælir á kappríðingarbreytini, og skuldin bara veksur. Men nógv húski hava verið før fyri at venda gongdini og kenna seg nú betur. Hevði tú viljað vitað, hvussu tey bóru seg at?

4 Hvar tú so býrt, kann sambandið við onnur menniskju av og á hava ampar við sær og gera lívið trupult. Kanska verður tú útspiltur á arbeiðsplássinum. Onnur verða møguliga øvundsjúk av tínum avrikum, so tú verður fyri órímiligum atfinningum. Kanska noyðist tú dag og dagliga at arbeiða saman við einum, sum er irriterandi av lyndi. Børnini hjá tær verða kanska happað, plágað ella skúgvað til viks í skúlanum. Ert tú einsamallur uppihaldari, veitst tú, at tað ikki beinleiðis lættur um sambandið við onnur. Allir slíkir trupulleikar streingja lívið hjá nógvum.

5 Árinið av strongd kann økjast so líðandi eina tíð, inntil tað knappliga ber av. Tí hevur strongd fingið heitið ’tigandi drápsmaðurin’, og støðug strongd verður lýst sum ’eitt seintvirkandi eitur’. „Strongd ávirkar við sínum fylgisjúkum arbeiðsorkuna í nærum øllum útjaðarum á jørðini,“ sigur Robert L. Veninga, professari á universitetinum í Minnesota. Sagt verður, at sjúkur, ið stava frá strongd, kosta amerikanska búskapinum 200 milliardir dollarar um árið. Ja, strongd hevur verið nevnd nýggjasta amerikanska útflutningsvøran, og orðið „strongd“ er nú at hoyra á nógvum av heimsins týðandi málum. Ert tú so strongdur, at tú ikki fært gjørt tað, sum tú hevur sett tær fyri, fært tú kanska ringa samvitsku. Ein kanning vísti fyri stuttum, at miðalmenniskjað hevur ringa samvitsku í tveir tímar um dagin. Men summum hevur tað eydnast at basa strongdini og fáa eitt gott lív.

6 Hvussu loysa vit dagligar trupulleikar sum hesar og fáa eitt nøktandi lív? Summi leita sær hjálp í handbókum við serfrøðingaráðum. Men eru tær álítandi? Benjamin Spock doktari, sum skrivaði eina bók um barnauppaling, ið varð týdd til 42 mál og kom út í næstan 50 milliónum eintøkum, segði einaferð, at „vantandi fastleiki er . . . vanligasti trupulleikin hjá foreldrum í Amerika“. Hann legði aftrat, at serfrøðingarnir, eisini hann sjálvur, høvdu stóran part av skuldini. „Ikki fyrr enn tað var ov seint, skiltu vit, at okkara betrivitan máaði støðið undan sjálvsálitinum hjá foreldrunum,“ viðgongur hann. Vit kunnu altso við fullum rætti spyrja: ’Eru nøkur ráð, sum við vissu kunnu geva eitt gott lív bæði nú og í framtíðini?’