Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

9. partur

Soleiðis fært tú eitt gott lív – nú og í allar ævir!

Soleiðis fært tú eitt gott lív – nú og í allar ævir!

Tú kanst fáa eitt gott lív, fjálgar tú um vinalagið við Gud

ÁBRAHAM, ein trúgvandi og kendur maður í bíbliusøguni, legði eitt hugaligt lív í blómandi staðnum, Ur, aftur um seg. Eftir at hava dvølt í Karan eina tíð, livdi hann restina av lívi sínum sum flakkari, búði í tjøldum og hevði ongan fastan bústað. (1 Mósebók 12:1-3; Ápostlasøgan 7:2-7; Hebrearabrævið 11:8-10) Og kortini lesa vit um Ábraham, at hann „doyði í góðari elli, gamal og mettur av døgum“. (1 Mósebók 25:8) Hann var ikki bara ein gamal maður, sum á deyðastrá nøgdur kundi líta aftur á alt tað, hann hevði avrikað í sínum langa lívi. Ábraham hevði so sterka trúgv á Gud, at hann seinni varð nevndur „vinur Guds“. (Jákup 2:23; Esaias 41:8) Tað var hetta týdningarmikla sambandið, sum Ábraham menti við Skapara sín, ið gav lívi hansara innihald.

Kundi tú fingið eitt uppaftur betri lív enn tað, Ábraham hevði?

2 Tú kanst eisini fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, um tú verður vinur Guds á sama hátt sum Ábraham, ið livdi fyri okkurt um 4000 árum síðani. Kanska heldur tú hugsanina um at vera vinur við alheimsins Skapara vera meir enn tú fatar, men tað ber til. Hvussu tá? Tú mást læra hann at kenna og elska hann. (1 Korintbræv 8:3; Galatiabrævið 4:9) Slíkt samband við Skaparan kann gera lívið hjá tær ríkt og meiningarfult.

3 Jehova hevur givið teimum, ið eru fús at taka ímóti endurloysingarofri Jesu Krists, nakrar leiðreglur um, hvussu tey kunnu fáa eitt gott lív. (Esaias 48:17) Minst til, at Ádam gjørdi uppreistur móti Gudi, tá hann sjálvur vildi avgera, hvat ið var gott, og hvat ið var ilt. Hóast Jehova við endurloysingarofri sonar síns keypti alla mannaættina — og soleiðis gav øllum møguleika at sleppa burtur úr trældómi undir synd og deyða — má hvør einstakur taka ímóti endurloysingarofrinum og halda uppat við sjálvur at áseta, hvat ið er gott og ilt. Vit mugu lýða tær lógir og meginreglur, sum Gud hevur givið teimum, ið taka ímóti endurloysingarofri Jesusar.

„Vís mær vegir Tínar“

4 Heldur tú á at kanna Bíbliuna og fylgja meginreglunum í henni, fert tú uttan iva at ásanna týdningin av reglum Guds um, hvat ið er gott og ilt. (Sálmur 19:8-10) Tú fært hug at siga tað sama við Gud sum Móses, ið var profetur fyri Jehova: „Er tað nú so, at eg havi funnið náði fyri eygum tínum, so vís mær vegir Tínar, so eg kann kenna Teg.“ (2 Mósebók 33:13; Sálmur 25:4) Í Bíbliuni eru meginreglur, sum kunnu hjálpa tær at klára trupulleikarnar í hesum ’torføru tíðum’. (2 Timoteus 3:1) Tín fatan veksur, og tú kemur at kenna Jehova betur, so tú fært styrkt vinalagið við hann.

5 Ábraham doyði „gamal og mettur av døgum“, men so leingi sum vit noyðast at doyggja, er lívið framvegis ov stutt. Tráanin eftir at liva liggur djúpt í okkum øllum, hvussu gomul vit so verða. Tað er tí, Gud ’hevur lagt ævina í hjarta okkara, tó so, at menniskjað fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað’. (Prædikarin 3:11) Um vit so liva í allar ævir, verða vit ongantíð før fyri at fata alt tað, Gud hevur skapt. Eingin endi er á øllum tí, vit kunnu eygleiða, kanna og gleðast um av undursomu verkum Jehova! — Sálmur 19:2-5; 104:24; 139:14.

6 Kanska hevur tú ongan hug at liva æviga á jørðini, tá hon er so full av øllum trupulleikum, sum vit síggja nú á døgum. Men einki er at stúra fyri. Bíblian lovar: „Vit vænta eftir lyfti Hansara nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr.“ (2 Pætur 3:13) Orðini „nýggir himlar“ sipa til nýggju stjórnina í himli — Guds ríki, sum skal stjórna allari jørðini. ’Nýggja jørðin’ er eitt nýtt mannasamfelag við fólki, sum fegin vilja geva seg undir Guds ríkisstjórn. Fyri at hetta kann gerast veruleiki, fer Jehova skjótt til verka mótvegis teimum, sum „oyða jørðina“. — Opinberingin 11:18; 2 Pætur 3:10.

7 Nær verður tað? Sum ein part av tekninum fyri ’endan á hesi heimsskipanini’ nevndi Jesus Kristus bardagar tjóðanna millum, ’hungur og jarðskjálvta víða hvar’, ’pest’ og „at lógloysið fær yvirhond“. (Matteus 24:3-13; Lukas 21:10, 11; 2 Timoteus 3:1-5) Síðani boðaði hann frá: „Táið tit síggja hetta henda, [skulu tit] vita, at ríki Guds er nær.“ (Lukas 21:31) Ja, tíðin tá Jehova beinir fyri teimum óndu, nærkast í hvørjum. *

8 Eftir „bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda“, har Jehova reinsar alt ilt burtur av jørðini, verður jørðin broytt til eitt paradís. (Opinberingin 16:14, 16; Esaias 51:3) Tá skulu „hini rættvísu arva landið [jørðina, NV] og búgva í tí allar ævir“. (Sálmur 37:29) Men hvussu við teimum deyðu? „Undrist ikki á hetta!“ segði Jesus. „Tí tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara. Og tey skulu koma fram; tey, sum hava gjørt gott, skulu rísa upp til lív, og tey sum hava gjørt ónt, skulu rísa upp til dóm.“ (Jóhannes 5:28, 29) Jehova, sum hugsar um hvønn einstakan av okkum, vil fegin geva teimum lívið aftur, sum sova deyðans svøvn. Granskarar royna kanska at klóna menniskju við gentøkni, men Skaparanum nýtist ikki at klóna. Hann minnist í øllum smálutum hvørt einasta menniskja, sum kann endurloysast, og ger tey øll livandi aftur. Ja, tú hevur møguleika at síggja tíni kæru, sum tú hevur mist, aftur — í einum paradísi á jørðini!

9 Hvussu verður lívið í Paradísinum? Jørðin verður full av lukkuligum monnum og kvinnum, sum í felag prísa Skaparanum. „Eingin, sum býr har, skal siga: ’Eg eri sjúkur.’“ (Esaias 33:24; 54:13) Eingin skal liggja undir fyri heilsuskaðiligari strongd ella fáa sálarligar ella kensluligar sjúkur. Øll skulu hava ov mikið at eta og finna gleði í einum meiningarfullum arbeiði, sum er í samsvar við ætlan Guds. (Sálmur 72:16; Esaias 65:23) Tey skulu liva í friði við djórunum og sínum medmenniskjum, og fram um alt: Tey skulu hava „frið við Gud“. — Rómbrævið 5:1; Sálmur 37:11; 72:7; Esaias 11:6-9.

10 Hvat skalt tú gera, fyri at koma við í hetta paradísið og gleða teg um eitt gott og fullkomiliga nøktandi lív? Jesus Kristus segði: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ (Jóhannes 17:3) Tú mást altso halda fram at fáa tær kunnleika um Jehova og Jesus Kristus og læra, hvat Gud krevur av tær. Tá verður tú førur fyri at gleða Jehova Gud, og tað gevur tær eitt gott og meiningarfult lív.

^ par. 7 Tú kanst lesa meir um hesa profetiina í kapittul 9 í bókini Hvat lærir Bíblian veruliga?, sum Jehova Vitni hava givið út.