Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

4. partur

Høvundurin at framúrskarandi bókini

Høvundurin at framúrskarandi bókini

MEÐAN okkurt um 96 prosent av amerikanarunum siga seg trúgva á Gud, er prosenttalið nógv lægri hjá fólkunum í Europa og Asia. Í londum, har meirilutin sigur seg ikki trúgva á ein persónligan Gud, góðtaka rættiliga nógv kortini hugsanina um, at onkur ókendur máttur stendur aftan fyri fysiska alheimin. Vælkendi japanski lærarin, Yukichi Fukuzawa, sum er avmyndaður á japanska 10.000 yen-seðlinum, skrivaði einaferð: „Tað hevur verið sagt, at himmalin ikki skapar eitt menniskja hægri ella lægri enn eitt annað menniskja.“ Tá Fukuzawa nýtir orðið „himmalin“, sipar hann til eina náttúrumeginreglu, sum eftir hansara tykki framleiddi menniskjuni. Nógv taka undir við hugsanini um ein slíkan abstraktan ’himmal’. Tað gjørdi til dømis nobelprísvinnarin, Kenichi Fukui. Hann segði seg trúgva á eina størri skipan í alheiminum, svarandi til „Gud“ í átrúnaðarligum málburði. Sjálvur nevndi hann tað „náttúrunnar eyðkenni“.

Vinstrumegin: Yukichi Fukuzawa; høgrumegin: Kenichi Fukui

2 Mentamenn sum hesir trúðu, at okkurt ella onkur — ein ævig megi ella ein ævigur persónur — setti gongd á alt í alheiminum. Hví trúðu teir tað? Jú, hugsa til dømis um hetta: Rúmmálið á sólini er meira enn eina millión ferðir størri enn rúmmálið á jørðini, og kortini er hon bara ein av óteljandi stjørnum í vetrarbreytini. Okkara vetrarbreyt er bara ein av fleiri milliardum vetrarbreytum í alheiminum. Vísindaligar kanningar benda á, at allar hesar vetrarbreytirnar førka seg hvør frá aðrari við øgiligari ferð. At seta gongd á alheimin má hava kravt ómetaliga stóra orku. Hvaðani kom øll henda orkan? „Lyftið eygum tykkara móti hæddini og hyggið! — Hvør hevur skapt alt hetta?“ spyr Bíblian. „Tað er Hann, ið førir her teirra út í ásettum tali og rópar tey øll við navni; so stór eru kraft og veldi Hansara, at ikki eitt saknast!“ (Esaias 40:25, 26) Hesi orðini vísa, at onkur setti gongd á alheimin, nevniliga keldan til ta ’stóru kraftina og veldið’.

Sombrero stjørnubreytin

3 Gev tær eisini far um lívið á jørðini. Kann tað vera komið av sær sjálvum, soleiðis sum fólk, ið taka undir við menningarlæruni, vilja vera við? Lívevnafrøðingurin Michael Behe sigur: „Vísindini eru komin ómetaliga langt í fatanini av, hvussu lívsins evnafrøði virkar, men fínleikin og torgreidda samansetingin av teimum lívfrøðiligu skipanunum á mýlstøði hava fingið granskararnar at steðga upp í royndum sínum at greiða frá upprunanum. . . . Nógvir granskarar hava tvíhildið um, at vit longu hava frágreiðingarnar ella finna tær fyrr ella seinni, men í vísindaligum yrkisbókum er eingin stuðul fyri slíkum uppáhaldi. Av uppaftur størri týdningi er tað, at vit hava avgerandi orsøkir — grundaðar á sjálvan bygnaðin í hesum lívfrøðiligu mýlskipanunum — til at trúgva, at vit ongantíð fáa eina darwinistiska frágreiðing um lívsins tøkni.“

„Samanleggingin av einum vanligum proteini . . . kann samanberast við eitt trídimensjonalt putlispæl,“ sigur Michael Behe. Men í mannakroppinum eru kanska fleiri hundrað túsund slík putlispøl. Granskarar royna at leggja hesi putlispølini, men hvør gjørdi tey?

4 Ert tú nøgdur við teoriina um, at eingin intelligensur stendur aftan fyri skapan menniskjans? Latið okkum til dømis taka tað, sum onkur hevur nevnt „fløkjasligasta lutin í alheiminum“, mannaheilan, og vita, hvørja niðurstøðu vit koma til. Sambært Richard M. Restak nervaserfrøðingi hava „avrikini hjá sjálvt tí mest framkomnu neural-network telduni umleið ein tíggjutúsundapart av . . . sinnisførleikanum hjá eini vanligari flugu“. Ein mannaheili er nógv frægari enn ein fluguheili. Hann er skrálagdur at læra mál. Hann umvælir seg sjálvan, umskrivar sínar egnu skráir og økir sín egna førleika. Eingin kann vera í iva um, at ein vitigur teldufrøðingur stendur aftan fyri eina framkomna teldu, sum kortini bert hevur „ein tíggjutúsundapart av . . . sinnisførleikanum hjá eini vanligari flugu“. Íðan, er mannaheilin so komin av sær sjálvum? *

5 Fyri umleið 3000 árum síðani, í eini tíð tá fólk ikki til fulnar skiltu hvussu innviklaður og undurfullur mannakroppurin er, grundaði ein bíbliuhøvundur á samansetingina av kroppinum og segði: „Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.“ Uttan at vita nakað sum helst um DNA-mýl skrivaði hann: „Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir [allir partar, NV] uppskrivaðir.“ (Sálmur 139:14, 16) Hvønn meinti hann við? Hvør var tað, ið skapti alt í alheiminum við ’stórari kraft og veldi’?

Hvør hevur størri førleika, mest framkomna neural-network teldan ella heilin hjá eini vanligari flugu?

6 Allarfyrsta ørindið í Bíbliuni sigur: „Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.“ (1 Mósebók 1:1) Hann er eisini Høvundur Bíbliunnar. Tað var hann, ið gav menniskjum íblástur at skriva hana. Hann opinberar seg sjálvan sum ein persón, vit kunnu hava meiningarfult samband við.

^ par. 4 Evnið er nágreiniligari viðgjørt í kapitlunum 2 til 4 í bókini Findes der en Skaber som interesserer sig for os? sum Jehova Vitni hava givið út.