Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

7. partur

Hví er tað so torført at fáa eitt gott lív?

Hví er tað so torført at fáa eitt gott lív?

HVÍ stríðast so nógv til fánýtis við at finna eina meining í tilveru síni? „Menniskjað, føtt av kvinnu, livir stutta tíð — og mettast av ófriði. Tað veksur upp sum blóman — og følnar, fer avstað sum skuggin, stendur ikki fast.“ (Job 14:1, 2) Okkurt, sum hendi teimum báðum fyrstu menniskjunum í Paradísinum, spilti ljósu framtíðarútlitini hjá mannaættini.

2 Fyri veruliga at vera eydnurík máttu menniskjuni hava góð viðurskifti við Gud — av sínum eintingum, ikki tí tey noyddust. (5 Mósebók 30:15-20; Josva 24:15) Jehova vil, at vit akta og tilbiðja hann av hjartans ávum, av kærleika. (5 Mósebók 6:5) Í Edens urtagarði kom Jehova tí við einum boðum, ið góvu fyrsta manninum, Ádami, høvi at prógva inniligan trúskap. „Tú hevur loyvi at eta av øllum trøum í urtagarðinum,“ segði Gud við Ádam, „uttan av trænum til kunnskap um gott og ilt; av tí mást tú ikki eta; tann dag ið tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja.“ (1 Mósebók 2:16, 17) Royndin var einføld. Millum øll trøini í urtagarðinum setti Jehova Ádami forboð fyri at eta fruktina av einum ávísum træi. Hetta træið umboðaði rættin hjá alvísa Skaparanum til at avgera, hvat ið er gott, og hvat ið er ilt. Ádam segði konu síni, sum Jehova hevði skapt ’sum eina hjálp, ið hóskaði honum’, frá forboðnum. (1 Mósebók 2:18) Tey vóru bæði nøgd við hesa skipanina — at liva undir Guds harradømi. Tey lagaðu seg takksom eftir hansara vilja og vístu á tann hátt, at tey elskaðu Skapara og Lívgevara sín.

3 So ein dagin fór ein ormur at tosa við Evu. Hann spurdi: „Hevur Gud nú sagt: ’Tit mugu ongum træi í urtagarðinum eta av’?“ Eva svaraði, at tað bert var „fruktina á trænum, sum stendur mitt í urtagarðinum“, trænum til kunnskap um gott og ilt, tey ikki máttu eta, ’tí so doyðu tey’. — 1 Mósebók 3:1-3.

4 Hvør var hesin ormurin? Opinberingarbókin í Bíbliuni ger greitt, at ’gamli ormurin’ er tann sami sum „Djevulin og Satan, ið villleiðir allan heimin“. (Opinberingin 12:9) Hevði Gud skapt Satan Djevulin? Nei, alt, sum Jehova hevur skapt, er fullkomið og gott. (5 Mósebók 32:4) Hesin andaskapningurin gjørdi seg sjálvan til bæði Djevulin, sum merkir „útspillari“, og Satan, sum merkir „andstøðingur“. Hann varð „drigin og lokkaður av síni egnu girnd“ eftir at vera í Guds stað og íbirti ein uppreistur ímóti Skaparanum. — Jákup 1:14.

5 Satan Djevulin helt fram og segði við Evu: „Einki skulu tit doyggja! Men Gud veit, at táið tit eta av henni, so verða eygu tykkara latin upp, so at tit verða sum Gud og kenna gott og ilt!“ (1 Mósebók 3:4, 5) Satan gjørdi tað lokkandi at eta av trænum til kunnskap um gott og ilt. Í veruleikanum segði hann: ’Gud sýtir tykkum nakað gott. Etið nú av trænum, so verða tit sum Gud og duga sjálv á at skyna, hvat ið er gott, og hvat ið er ilt.’ Nú á døgum heitir Satan eisini á menniskjans sjálvgóðsku fyri at forða fólki í at tæna Gudi. ’Ger sum tú vilt,’ sigur hann. ’Legg einki í, hvat tú skyldar Honum, ið gav tær lívið.’ — Opinberingin 4:11.

6 Fruktin á trænum varð knappliga so dragandi, hvør fekk barað sær! Eva tók fruktina, át av henni og bjóðaði so manni sínum burturav. Hóast Ádam var fult greiður yvir avleiðingarnar, lurtaði hann eftir konu síni og át av fruktini. Hvussu varð úrslitið? Gud feldi henda dómin yvir kvinnuna: „Eg skal lata teg líða stóra trongd, táið tú verður við barn; við pínu skalt tú eiga børn. Men til mann tín skal trá tín vera, og hann skal ráða yvir tær.“ Og við mannin segði hann: „Jørðin [skal] vera bannað fyri tína skuld. Við møði skalt tú fáa føði tína av henni allar lívsdagar tínar. Tornir og tistlar skal hon bera tær, og urtirnar á markini skulu vera føði tín. Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“ Nú kundu Ádam og Eva sjálvi leita sær eydnu og nøgdsemi sum frægast. Men fór tað at eydnast menniskjunum at fáa eitt gott lív uttan at laga seg eftir Guds ætlan? Í staðin fyri eitt hugaligt arbeiði við at røkja paradíshavan og víðka hann til ytstu endar jarðarinnar kom nú møðsamt stríð fyri bert at hóra undan, uttan samband við nakað, sum var Skaparanum til heiðurs. — 1 Mósebók 3:6-19.

7 Tann dagin tey bæði fyrstu menniskjuni ótu av trænum til kunnskap um gott og ilt, ’doyðu’ tey í Guds eygum og stevndu ímóti fysiska deyða sínum. Hvat hendi teimum, tá tey at enda veruliga doyðu? Bíblian sigur okkum, hvørjari støðu tey deyðu eru í. „Tí vist vita tey, sum liva, at tey mugu doyggja, men hini deyðu vita einki; tey hava onga løn meir at vænta sær, tí minnið um tey verður strikað út.“ (Prædikarin 9:5; Sálmur 146:4) Menniskjað hevur onga „sál“, sum livir víðari eftir deyðan. Revsingin fyri synd er deyði, ikki ævig pína í einum brennandi helviti. Og deyðin leiðir heldur ikki til æviga sælu í himlunum. *

8 Allar køkur, ið verða bakaðar í einum formi við buklu í, fáa sama brekið svarandi til bukluna. Á sama hátt kundu maðurin og kvinnan, sum nú vóru ófullkomin, eisini bara fáa ófullkomin børn. Bíblian greiðir frá gongdini: „Tí syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin [trongdi] soleiðis ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu.“ (Rómbrævið 5:12) Vit eru tí øll fødd í synd og undirløgd fáfongd. Nú gjørdist lívið hjá eftirkomarum Ádams ónøktandi og strevið. Er nakar glotti fyri framman?

^ par. 7 Tú finnur áhugaverdar og meiri nágreiniligar upplýsingar um støðu teirra deyðu í heftinum Hvat hendir okkum, tá vit doyggja? sum Jehova Vitni hava givið út.