Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

5. partur

Lær Gud at kenna

Lær Gud at kenna

TÁ TÚ hevur brúk fyri góðum ráðum, fert tú so ikki til onkran, sum tú lítur á? Koma ráðini frá einum, sum tú hevur álit á, ert tú meiri hugaður at fylgja teimum, antin tú so alt fyri eitt fært nyttu av tí ella ikki. Og ætlar tú veruliga at fáa gagn av teimum praktisku ráðunum í Bíbliuni, mást tú gera teg kunnigan við Høvundin. Kanska verður tú tá mettur sum ’vinur’ hansara! — Esaias 41:8.

Guds navn, sum tað stendur í hebraiska tekstinum til Esaiasar bók

2 Ætlar tú at knýta vinaband við onkran, vilt tú ivaleyst fegin vita, hvussu hann eitur. Hevur Bíbliunnar Gud nakað navn? Hann segði sjálvur: „Eg eri [Jehova], tað er navn Mítt; Eg gevi ongum øðrum dýrd Mína, ei gudamyndum prís Mítt.“ (Esaias 42:8) Hann eitur altso „Jehova“, sum verður skrivað יהוה (lisið úr høgra móti vinstru) á hebraiskum máli. Hetta navnið stendur nærum 7000 ferðir í hebraisku skriftunum í Bíbliuni. Guds navn verður hildið at merkja „Hann letur (fær at) verða“, undirskilt at Jehova letur seg sjálvan verða alt, sum honum tørvar, til tess at fremja ætlanir sínar. Hartil kemur, at navnið Jehova á hebraiskum er bent soleiðis málsliga, at tað merkir ein gerð, sum er í ferð við at verða framd. Hvat vil tað siga? Tað sigur okkum, at Jehova hevur latið og framvegis letur seg sjálvan verða tað, sum honum tørvar til at fullgera ætlanir sínar. Hann er ein livandi Gud, ikki ein ópersónligur máttur!

3 Jehova varð Skaparin. (1 Mósebók 1:1) Hann er „hin livandi Gud, sum hevur gjørt himmal, jørð, hav og alt, sum teimum er í“. (Ápostlasøgan 14:15) Jehova hevur skapt alt, eisini tey bæði fyrstu menniskjuni, Ádam og Evu. Tí er Gud „kelda lívsins“. (Sálmur 36:10) Hann varð eisini lívsins Uppihaldari. „Hann [læt] ikki Seg sjálvan uttan vitnisburð; tí Hann gjørdi gott, gav tykkum regn og fruktbarar tíðir av himli og mettaði hjørtu tykkara við føði og gleði.“ (Ápostlasøgan 14:17) Í Afrika og Asia dýrka nógv forfedrarnar við teirri grundgeving, at tað vóru teir, ið góvu teimum lívið. Áttu tey ikki at kent seg í størri skuld til Hann, sum hevur skapt lívið og hildið tí uppi, Hann, ið skapti tey bæði fyrstu menniskjuni og gjørdi tey før fyri at nørast? Grunda vit um hetta, kenna vit kanska trongd at siga: „Verdur ert Tú, [Jehova] og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!“ — Opinberingin 4:11.

4 Við at lesa í Bíbliuni kanst tú koma at kenna Skapara tín, Jehova, og læra, hvør Gud hann er. Hon vísir, at „Gud er kærleiki“. (1 Jóhannesarbræv 4:16; 2 Mósebók 34:6, 7) Lesur tú Bíbliuna úr Fyrstu Mósebók til Opinberingina, finnur tú nógv dømi um, at hann veruliga er ein góður Gud. Hví ikki fáa tær til vana at lesa Guds orð hvønn dag, so tú kemur at kenna Skapara tín? Fá onkran, sum er kunnigur við Bíbliuna, at hjálpa tær at granska hana væl og virðiliga. (Ápostlasøgan 8:26-35) Gert tú tað, fært tú at síggja, at hann eisini er ein rættvísur Gud, sum ikki letur óndskapin halda fram í allar ævir. (5 Mósebók 32:4) At halda javnvág ímillum kærleika og rættvísi er ikki lætt hjá einum menniskja, men í vísdómi sínum heldur Jehova hesar báðar eginleikarnar í fullkomnari javnvág. (Rómbrævið 11:33; 16:27) Hann er alvaldur Gud og hevur tí vald at gera alt, sum honum lystir, til tess at fremja ætlanir sínar. (1 Mósebók 17:1) Roynir tú at fylgja tí skilagóðu vegleiðingini, sum tú finnur í Bíbliuni, fært tú uppaftur størri virðing fyri Skapara tínum, og tú skilur, at leiðbeining hansara altíð gagnar tær.

Hví ikki biðja til Jehova?

5 Vit kunnu eisini nærkast Gudi á ein annan hátt. Tað er við bøn. Jehova „hoyrir bønir“. (Sálmur 65:3) Hann er mentur „at gera meir enn alt, langt út um tað, ið vit biðja ella skilja“. (Efesusbrævið 3:20) Men hvussu hevði tær dámt ein „vin“, ið bara kom til tín, tá hann vildi hava teg at gera sær ein beina? Hann mundi ikki staðið so høgt í metum hjá tær. Somuleiðis eigur tú heldur ikki bara at nýta bønarforrættin til at biðja Gud um tað, tær tørvar. Tú eigur eisini at takka og prísa honum í bøn. — Filippibrævið 4:6, 7; 1 Tessalonikabræv 5:17, 18.