10. PARTUR
Hvat er Teokratiska familjukvøldið?
Jehova hevur frá fornum tíðum viljað, at familjur skulu brúka tíð saman, har tær styrkja seg sjálvar andaliga og fáa eitt tættari samband sínámillum. (5 Mósebók 6:6, 7) Tí seta Jehova vitni tíð av hvørja viku til familjulestur, har tey tosa um andalig evni, sum hóska júst til teirra tørv. Sjálvt um tú býrt einsamallur, kanst tú brúka hesa løtuna til bíbliulestur og fáa tættari samband við Gud.
Eitt høvi at fáa tættari samband við Jehova. „Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara!“ (Jákup 4:8) Vit læra Jehova betur at kenna, tá ið vit fáa meira at vita um hann og hansara verk í Bíbliuni. Ein góð byrjan í sambandi við Teokratiska familjukvøldið kundi verið at lisið saman í Bíbliuni. Vit kunnu eitt nú fylgja lesiætlanini, sum hoyrir til møtið Okkara kristna lív og tænasta. Øll í familjuni kunnu hava hvør sín part av lesingini fyri og so tosa um, hvat tey hava lært úr Bíbliuni.
Eitt høvi at styrkja familjuna. Bæði hjún og foreldur og børn styrkja sambandið sínámillum, tá ið tey lesa Bíbliuna saman. Tað eigur at vera ein hugnalig og friðarlig løta og nakað, sum familjan gleðir seg til hvørja viku. Foreldrini kunnu velja ymisk evni at tosa um, til dømis greinir ella uppgávur úr Vagttårnet og Vågn op! ella frá okkara heimasíðu, jw.org, sum hóska til aldurin á børnunum. Tit kunnu tosa um okkurt, sum børnini hava trupulleikar av í skúlanum, og royna at finna eina loysn. Hví ikki hyggja at onkrum á JW Broadcasting (tv.pr418.com) og síðani tosa saman um tað? Tað kundi kanska verið stuttligt at vant sangirnar, sum skulu syngjast á møtunum, og eftir familjulesturin kundu tit fingið tykkum okkurt lekkurt til góman.
Henda serliga løtan í vikuni, har familjan tilbiður Jehova saman, gevur øllum hug at lesa í Guds orði, og hann fer ríkliga at leggja sína signing aftrat. — Sálmur 1:1-3.
-
Hví seta vit tíð av til Teokratiska familjukvøldið?
-
Hvussu kunnu foreldur gera hesa løtuna hugnaliga hjá øllum í familjuni?