Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

26PARTUR

Hvussu kunnu vit øll halda okkara ríkissal reinan og penan?

Hvussu kunnu vit øll halda okkara ríkissal reinan og penan?

Estland

Simbabvi

Mongolia

Puerto Riko

Allir ríkissalir hjá Jehova vitnum bera Guds heilaga navn. Tí meta vit tað sum ein heiður og ein týðandi part av okkara tilbiðing at halda ríkissalin reinan, nossligan og í góðum standi. Øll kunnu hjálpa til.

Bjóða teg fram at gera reint. Eftir hvørt møti hampa og rudda brøður og systrar ríkissalin. Eina ferð um vikuna verður vaskað meira gjølla. Ein elsti ella ein samkomutænari samskipar arbeiðið, vanliga verður farið fram eftir einum áminningarlista. Tørvur er á hjálp til at vaska ella dustsúgva gólvið, støva av, rætta stólar, vaska vesi, pussa spegl og fara út við ruski. Haraftrat skulu vindeyguni vaskast við jøvnum millumbili, og økið uttandura skal eisini røkjast. Í minsta lagi eina ferð um árið verður ein dagur settur av at gera høvuðsreint. Lata vit børnini hjálpa okkum, læra vit tey at virða staðið, har vit tilbiðja Jehova. — Prædikarin 4:17.

Tak eina hond í við ymiskum ábøtum. Hvørt ár verður gjøllari kannað eftir, hvørjum standi ríkissalurin er í, bæði innan og uttan. Við støði í hesum eftirliti verða ábøtur gjørdar fyri at halda salin í góðum standi, so sleppast kann undan óneyðugum útreiðslum. (2 Krønikubók 24:13; 34:10) Ein ríkissalur, har vit tilbiðja Gud, skal vera tignarligur, og tí má hann vera reinur og væl hildin. Hjálpa vit til í hesum arbeiðinum, vísa vit, hvussu góð vit eru við Jehova og staðið, har vit tilbiðja hann. (Sálmur 122:1) Ein væl hildin ríkissalur hevur eisini góða ávirkan á fólk sum heild. — 2 Korintbræv 6:3.

  • Hví skulu vit ikki lata staðið, har vit tilbiðja Gud, falla í vanrøkt?

  • Hvørji tiltøk eru sett í verk fyri at halda ríkissalin reinan?