’Haldið tykkum í kærleika Guds’

Henda bókin kann hjálpa tær at fylgja meginreglunum í Bíbliuni og soleiðis halda teg í kærleika Guds.

Eitt bræv frá Stýrandi ráðnum

Stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum eggjar øllum, sum elska Jehova, til at fylgja Jesusi, sum varð verandi í kærleika Faðir síns.

KAPITTUL 1

Hetta er „kærleikin til Gud“

Við einum einføldum setningi greiðir Bíblian frá, hvussu tú kanst vísa, at tú elskar Gud.

KAPITTUL 2

Hvussu varðveita vit eina góða samvitsku?

Kunnu vit hava eina reina samvitsku, sum tó ikki er rein í Guds eygum?

KAPITTUL 3

Elska tey, sum Gud elskar

Jehova er sera vandin, tá ið hann velur sær vinir, og tað eiga vit eisini at vera.

KAPITTUL 4

Hví skulu vit virða myndugleika?

Jehova biður okkum virða myndugleikan hjá øðrum á trimum týðandi økjum í lívinum.

KAPITTUL 5

Hvussu vísa vit, at vit ikki eru av heiminum?

Guds orð nevnir fimm dømi um, hvussu vit kunnu vísa, at vit ikki eru av heiminum.

KAPITTUL 6

Hvussu velja vit gagnligt undirhald?

Tríggir spurningar kunnu hjálpa tær at velja við skili.

KAPITTUL 7

Hevur tú somu áskoðan á lívið sum Gud?

Fevnir tað um meira enn bert at lata vera at taka lívið av einum øðrum persóni?

KAPITTUL 8

Gud elskar tey, sum eru rein

Bíblian kann hjálpa tær at halda teg frá gerðum, sum kunnu gera teg óreinan í eygum Jehova.

KAPITTUL 9

Flýggið undan kynsligum siðloysi

Hvørt ár fremja fleiri túsund av Guds tænarum kynsligt siðloysi. Hvussu kanst tú ansa tær, so tú ikki letur teg lokka í hesa synd?

KAPITTUL 10

Hjúnabandið – ein gáva frá Gudi

Hvussu kanst tú fyrireika teg til eitt gott hjúnaband? Hvussu kanst tú, um tú longu ert giftur, fáa hjúnabandið at halda?

KAPITTUL 11

Haldið hjúnabandið í æru

Ein sjálvsrannsakan við seks spurningum kann hjálpa tær at betra um hjúnabandið.

KAPITTUL 12

Lat tína talu vera uppbyggjandi

Tala kann bróta onnur niður ella byggja tey upp. Lær, hvussu tú kanst brúka gávuna at tosa, soleiðis sum Jehova ætlaði tað.

KAPITTUL 13

Høgtíðir, sum Gudi ikki dámar

Nakrar høgtíðir tykjast kanska at æra Gud, men í veruleikanum dámar honum tær als ikki.

KAPITTUL 14

Verið ærlig í øllum

Vit mugu vera ærlig við onnur, men vit mugu gera eitt annað fyrst.

KAPITTUL 15

Gleð teg um títt arbeiði

Fimm týðandi spurningar kunnu hjálpa tær at gera av, um tú skalt taka við einum ávísum starvi ella ikki.

KAPITTUL 16

Standið Djevulinum og svikaálopum hansara ímóti

Vit ásanna, at Satan hevur vald, men tað eigur ikki at fylla allan okkara huga. Hví?

KAPITTUL 17

„Uppbyggið tykkum á heilagastu trúgv tykkara“

Trý stig, sum kunnu hjálpa tær at fáa sterkari trúgv, so tú kanst verða verandi í kærleika Guds.

UPPÍSKOYTI

Hvussu skulu vit bera okkum at í sambandi við ein, sum er útihýstur?

Er tað veruliga neyðugt at halda seg púrasta frá viðkomandi?

UPPÍSKOYTI

Nær eiga kvinnur at hava okkurt á høvdinum – og hví?

Bíblian nevnir tríggjar síður, sum kunnu hjálpa tær at svara spurninginum.

UPPÍSKOYTI

At heilsa flagginum, fara á val og gera borgaraliga tænastu

Hvørjar bíbilskar leiðreglur kunnu hjálpa tær at varðveita eina reina samvitsku í slíkum málum?

UPPÍSKOYTI

Blóðúrdráttir og viðgerðarhættir

Fylgir tú nøkrum fáum einføldum stigum, verður tað lættari hjá tær at klára læknaligar avbjóðingar.

UPPÍSKOYTI

Ven teg av við at nøkta teg sjálvan

Hvussu kanst tú vinna á hesum óreina vananum?

UPPÍSKOYTI

Hvat sigur Bíblian um hjúnaskilnað og sundurlesing?

Nær er ein, sum er fráskildur, leysur at gifta seg aftur sambært Bíbliuni?

UPPÍSKOYTI

Hvussu loysa vit handilsligar ósemjur?

Kann ein kristin stevna ein trúarfelaga fyri rættin?