KAPITTUL 7
Hevur tú somu áskoðan á lívið sum Gud?
„Hjá Tær er kelda lívsins.“ – SÁLMUR 36:10.
1, 2. Hvør gáva frá Gudi er serliga dýrabar í dag, og hví?
OKKARA himmalski Faðir hevur givið okkum eina sera dýrabara gávu – lívið sum vitig menniskju, ið duga at spegla hansara eginleikar. (1 Mósebók 1:27) Henda dýrabara gávan ger okkum før fyri at hugsa um og skilja, hvussu meginreglurnar í Bíbliuni gagna okkum. Fylgja vit hesum meginreglunum, kunnu vit gerast andaliga búgvin menniskju, ið elska Jehova, og sum „við at nýta sansarnar hava vant teir at skilja millum gott og ilt“. – Hebrearabrævið 5:14.
2 At vit eru før fyri at skilja, hvussu meginreglurnar í Bíbliuni gagna okkum, hevur serliga stóran týdning í dag. Heimurin, vit liva í, er nevniliga vorðin so fløktur, at líkamikið hvussu nógvar lógir vit hava, so kunnu tær ikki fevna um eina og hvørja hugsandi støðu. Læknavísindini eru eitt gott dømi um hetta, serstakliga tá ið hugsað verður um heilivág og viðgerðarhættir, sum fevna um nýtslu av blóði. Hetta er nakað, sum øll, ið vilja akta Jehova, taka í álvara. Skilja vit meginreglurnar í Bíbliuni, verða vit før fyri at taka klókar avgerðir, sum eru í samsvari við okkara samvitsku, og sum halda okkum í kærleika Guds. (Orðtøkini 2:6-11) Latið okkum kanna nakrar av hesum meginreglunum.
LÍVIÐ OG BLÓÐIÐ ERU HEILAG
3, 4. Nær hoyra vit fyrstu ferð í Bíbliuni, at blóðið er heilagt, og hvørjar meginreglur er tað grundað á?
3 Fyrstu ferð, Jehova gjørdi vart við, at tætt samband er 1 Mósebók 4:10) Í eygum Jehova ímyndaði blóð Ábels hansara lív, sum á ógvisligan hátt var kvett av. Tí kann sigast, at blóð Ábels rópti til Gud um hevnd. – Hebrearabrævið 12:24.
millum lívið og blóðið, og at lívið og blóðið eru heilag, var stutt eftir, at Káin drap Ábel. Gud segði við Káin: „Blóð bróður tíns rópar til Mín av jørðini.“ (4 Eftir Vatnflóðina á Nóa døgum gav Gud menniskjunum loyvi at eta dýrakjøt, men ikki blóðið í tí. Gud segði: „Tó – kjøt við sálini, tað er blóðinum, í, tað skulu tit ikki eta. Men fyri tykkara egna blóð krevji Eg hevnd.“ (1 Mósebók 9:4, 5) Hetta boðið er galdandi fyri allar eftirkomararnar hjá Nóa, heilt fram til okkara tíð. Tað staðfestir tað, sum lá í tí, Gud hevði sagt við Káin – at blóðið ímyndar sálina, ella lívið, hjá øllum skapningum. Boðið vísir eisini týðiliga, at Jehova, sum er kelda lívsins, fer at krevja øll tey, sum vanvirða lívið og blóðið, til svars. – Sálmur 36:10.
5, 6. Hvussu vísti Móselógin, at blóðið bæði er heilagt og dýrabart? (Sí eisini rammuna „ Vit mugu virða lívið hjá dýrum“.)
5 Tað, at blóðið ímyndar lívið, og at tað er heilagt, varð endurspeglað í Móselógini. Í Triðju Mósebók 17:10, 11 stendur: „Um onkur ... etur nakað sindur av blóði, so vendi Eg ásjón Míni móti tí, sum blóðið etur, og týni hann úr fólki hansara. Tí sálin í øllum holdi er í blóðinum, og Eg havi givið tykkum tað at nýta á altarinum at gera bót fyri sálir tykkara; tað er blóðið, ið ger bót, tí sálin er í tí.“ * – Sí rammuna „ Blóð kann bøta synd“.
6 Tá ið eitt dýr varð dripið, og blóðið ikki varð brúkt á altarinum, skuldi tað renna út á jørðina. Soleiðis fór lívið ímyndarliga sæð aftur til upprunaliga eigaran, Jehova. (5 Mósebók 12:16; Ezekiel 18:4) Men legg kortini til merkis, at ísraelsfólk ikki høvdu fyri neyðini at fara so vítt sum at kroysta hvønn blóðdropa úr kjøtinum, tey ætlaðu at eta. Var dýrið dripið á rættan hátt og blóðið runnið av, kundi ein ísraelsmaður við góðari samvitsku eta tað, tí so var virðing víst Lívgevaranum.
7. Hvussu vísti Dávid, at hann hevði virðing fyri, at blóðið er heilagt?
7 Dávid, sum var ein maður „eftir hjarta [Guds]“, skilti Ápostlasøgan 13:22) Einaferð, tá ið Dávid var sera tystur, brutu tríggir av hansara monnum seg gjøgnum tilhaldið hjá fíggindanum, drógu vatn upp úr einum brunni og komu til hansara við tí. Hvat gjørdi Dávid? Hann segði: „Skuldi eg drukkið blóð teirra manna, ið settu lív sítt í váða og fóru avstað!“ Dávid metti vatnið sum blóðið hjá hesum monnunum. Tí ’helti hann tað út’ fyri Jehova, hóast hann var tystur. – 2 Sámuel 23:15-17.
meginreglurnar, ið búðu undir Guds lóg um blóðið. (8, 9. Broyttist Guds áskoðan á lívið og blóðið, tá ið kristna samkoman varð stovnað? Greið frá.
8 Umleið 2.400 ár eftir at forboð varð sett fyri at eta blóð á Nóa døgum, og umleið 1.500 ár eftir at Lógarsáttmálin kom í gildi, læt Jehova stýrandi ráðið hjá tí fyrstu kristnu samkomuni skriva hetta: ’Heilagi Andin og vit hava gjørt av, onga aðra byrði at leggja á tykkum enn hetta – sum neyðugt er – at tit halda tykkum frá tí, ið ofrað er til avgudar, frá blóði, frá tí, sum kvalt er, og frá siðloysi.’ – Ápostlasøgan 15:28, 29.
9 Tað er eyðsæð, at stýrandi ráðið í fyrstu øld skilti, at blóðið er heilagt, og at tað er líka so skeivt at misnýta blóð sum at taka lut í avgudadyrkan ella at fremja kynsligt siðloysi. Sonn kristin í dag hava somu áskoðan. Og av tí at tey fylgja bíbilskum meginreglum, tá ið tey taka avgerðir viðvíkjandi nýtslu av blóði, gleða tey Jehova.
NÝTSLA AV BLÓÐI Í LÆKNAVIÐGERÐ
10, 11. (a) Hvussu meta Jehova vitni flutning av fullblóði og av teimum fýra høvuðslutunum í blóðinum? (b) Á hvørjum økjum viðvíkjandi blóði hava Guds tænarar møguliga ymiska meining?
10 Jehova vitni skilja, at um tey skulu ’halda seg frá blóði’, merkir tað, at tey hvørki taka við blóðflutningi, lata øðrum sítt blóð ella loyva, at tað verður goymt til blóðflutning seinni. Av tí at tey virða Guds lóg, vilja tey heldur ikki hava viðgerð við teimum fýra høvuðslutunum í blóðinum, sum eru reyðir blóðkroppar, hvítir blóðkroppar, blóðplátur og blóðvæta.
Blóðúrdráttir og viðgerðarhættir“.
11 Í dag verða hesir høvuðslutirnir ofta býttir sundur í smærri eindir, sum verða nýttar á fjølbroyttan hátt. Kann ein tænari hjá Gudi taka við slíkum úrdráttum? Metir hann teir sum „blóð“? Hvør einstakur av okkum má sjálvur taka støðu til hetta. Tað sama er galdandi í viðgerðum, sum fevna um okkara egna blóð – eitt nú tað at reinsa blóðið (hæmodialysa), at tynna blóðið (hæmodilutión) ella at endurvinna blóðið (cell-saver) – tó treytað av, at tað ikki hevur verið goymt. – Sí uppískoytið „12. Hvørja áskoðan eiga vit at hava á samvitskuspurningar, og hvussu skulu vit bera okkum at í tílíkum málum?
12 Ger tað mun hjá Jehova, hvat vit velja at gera í samvitskuspurningum? Ja, tí hann er sera áhugaður í at vita, hvat vit hugsa, og hví vit gera, sum vit gera. (Les Orðtøkini 17:3; 24:12.) Tá ið vit hava biðið til Jehova um hjálp og hava leitað fram upplýsingar um ein ávísan heilivág ella eina ávísa læknaviðgerð, eiga vit at fylgja okkara bíbliuvandu samvitsku. (Rómbrævið 14:2, 22, 23) Onnur skulu sjálvandi ikki noyða okkum at gera, sum tey høvdu gjørt, og vit skulu heldur ikki spyrja onnur, hvat tey høvdu gjørt, um tey vóru í okkara støðu. Í tílíkum málum eigur hvør einstakur at „bera sína egnu byrði“. * – Galatiabrævið 6:5; Rómbrævið 14:12; sí rammuna „ Meti eg blóðið at vera heilagt?“
LÓGIRNAR HJÁ JEHOVA VÍSA, AT HANN ER EIN GÓÐUR FAÐIR
13. Hvat vísa lógirnar og meginreglurnar hjá Jehova um hann? Lýs við einum dømi.
13 Lógirnar og meginreglurnar í Bíbliuni vísa, at Jehova bæði er ein vísur lóggevari og ein góður faðir, sum elskar síni børn og vil, at tað skal gangast teimum væl. (Sálmur 19:8-12) Hóast boðið um at ’halda seg frá blóði’ ikki varð givið sum eitt ráð um heilsu, verjir tað okkum kortini fyri trupulleikum, ið kunnu standast av blóðflutningi. (Ápostlasøgan 15:20) Tá ið talan er um nútímans skurðviðgerð, meta nógvir læknar í roynd og veru blóðleysa viðgerð sum „ta bestu viðgerðina“. Hjá sonnum kristnum staðfestir ein slík menning, at Jehova er einastandandi í vísdómi og í kærleika. – Les Esaias 55:9; Jóhannes 14:21, 23.
14, 15. (a) Í hvørjum lógum kom tað til sjóndar, at Gud elskaði sítt fólk? (b) Hvussu kanst tú fylgja meginreglunum undir hesum trygdarásetingunum?
14 Guds umsorgan fyri sínum fólki kom til sjóndar í nógvum av lógunum til ísraelsfólk. Til dømis var tað eitt krav, at tey skuldu gera rimaverk rundanum á húsatekjunum til at verja fyri vanlukkum, tí nógv av dagliga virkseminum fór fram har. (5 Mósebók 22:8; 1 Sámuel 9:25, 26; Nehemias 8:16; Ápostlasøgan 10:9) Gud kravdi eisini, at ansað varð eftir vandamiklum tarvum. (2 Mósebók 21:28, 29) Vórðu hesar lógirnar skúgvaðar til viks, var tað tekin um vantandi virðing fyri øðrum og kundi hava blóðskyld við sær.
15 Hvussu kanst tú fylgja meginreglunum, sum eru grundarlagið undir hesum lógunum? Tað kanst tú millum annað gera við at hugsa um bilin hjá tær, um hvussu tú koyrir, um dýrini hjá tær, heimið, arbeiðsplássið og tað, sum tú velur at stuttleika tær við. Óhapp eru í nøkrum londum størsta deyðsorsøkin millum ungdómar, ofta tí tey vága ov nógv. Men ung, sum vilja halda seg í kærleika Guds, virðismeta lívið og leita ikki eftir spenningi í vandamiklum frítíðarítrivi. Tey eru ikki so tápulig, at tey halda, at tey eru ósærilig, bara tí tey eru ung. Nei, tey njóta ungdómin við ikki at koma sær í vanda. – Prædikarin 11:9, 10.
16. Hvør bíbilsk meginregla er galdandi í sambandi við fosturtøku? (Sí eisini fyrru undirgreinina.)
16 Sjálvt ófødda barnið er dýrabart í Guds eygum. Um onkur í fortíðar Ísrael voldi einari barnakonu skaða og annaðhvørt hon ella ófødda barnið doyði av tilburðinum, metti Gud tann seka sum ein manndrápara, og viðkomandi skuldi gjalda ’lív fyri lív’. * (Les Aðru Mósebók 21:22, 23. *) Hugsa tær so, hvussu Jehova man hava tað, tá ið hann sær, at óteljandi ófødd børn á hvørjum ári verða tikin við fosturtøku vegna sjálvsøkni og siðloysi.
17. Hvussu kanst tú ugga eina kvinnu, sum hevur fingið fosturtøku, áðrenn hon kom at kenna sannleikan í Bíbliuni?
Sálmur 103:8-14; Efesusbrævið 1:7) Jesus segði sjálvur: „Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar, til umvendingar.“ – Lukas 5:32.
17 Men hvat um ein kvinna hevur fingið fosturtøku, áðrenn hon kom at kenna sannleikan í Bíbliuni? Merkir tað so, at Gud ikki vil vísa henni miskunn? Als ikki! Ein, sum veruliga angrar, kann vera vísur í, at Jehova fyrigevur vegna úthelta blóð Jesusar. (HATA IKKI!
18. Hvat er sambært Bíbliuni ofta orsøkin til blóðúthelling?
18 Umframt at vit ikki skulu gera øðrum nakað ilt, vil Jehova, at vit skulu beina tað burtur úr okkara hjarta, sum ofta elvir til blóðúthelling, nevniliga hatur. „Hvør tann, ið hatar bróður sín, er manndrápari,“ skrivaði Jóhannes ápostul. (1 Jóhannes 3:15) Ein sovorðin persónur hevur ikki bert mótvilja móti bróður sínum, men vildi ynskt, at hann var deyður. Hansara illvilji kemur kanska til sjóndar sum óreint slatur ella falskar ákærur, ið, um tær vóru sannar, høvdu elvt til Guds dóm. (3 Mósebók 19:16; 5 Mósebók 19:18-21; Matteus 5:22) Tí er tað sera umráðandi, at vit slíta ein og hvønn feril av hatri, sum kundi búð í okkara hjarta, upp við rót. – Jákup 1:14, 15; 4:1-3.
19. Hvussu metir ein persónur, ið letur seg leiða av meginreglunum í Bíbliuni, skriftstøð sum Sálm 11:5 og Filippibrævið 4:8, 9?
19 Tey, ið hava somu áskoðan á lívið sum Jehova, og sum vilja halda seg í hansara kærleika, skýggja eisini alt slag av harðskapi. Sálmur 11:5 sigur: „Tann, ið elskar órætt [harðskap, NW], hatar sál Hansara.“ Hesi orðini siga okkum ikki bara nakað um persónleikan hjá Gudi, men vísa eisini á eina meginreglu, sum eigur at ávirka okkara lívshátt. Hon fær tey, sum elska Gud, at halda seg frá øllum undirhaldi, ið kann fáa tey at dáma harðskap. Á sama hátt eggja orðini um, at Jehova er „Gud friðarins“, hansara tænarum til at fylla sinn og hjarta við øllum, sum er elskuligt, gott og dámligt, tí tað fremur frið. – Les Filippibrævið 4:8, 9.
HALT TEG FRÁ BLÓÐSEKUM SAMSKIPANUM
20-22. Hvørja støðu hava sonn kristin til heimin, og hví?
20 Í Guds eygum hevur heimurin hjá Satani, allur sum Dániel 8:3, 4, 20-22; Opinberingin 13:1, 2, 7, 8) Hesar dýralíknandi maktirnar hava saman við handils- og vísindaheiminum framleitt nøkur av teimum ræðuligastu vápnunum, ein kann hugsa sær, og forvunnið sær nógvan pening av tí. Ja, eingin ivi er um, „at allur heimurin liggur í hinum illa“. – 1 Jóhannes 5:19.
hann er, drigið blóðskyld oman yvir seg. Heimsins politisku skipanir, ið verða lýstar í Bíbliuni sum glúpsk dýr, hava dripið milliónir av menniskjum, eisini nógvar tænarar hjá Jehova. (21 Av tí at Jesu lærisveinar ’ikki eru av heiminum’, men halda seg púra uttanveltaðar í sambandi við politikk og kríggj, draga teir ikki blóðskyld oman yvir seg, hvørki sum einstaklingar ella sum heild. * (Jóhannes 15:19; 17:16) Teir taka eftir Jesusi og løna ikki aftur við harðskapi, tá ið teir verða atsøktir. Tvørturímóti elska teir sínar fíggindar og biðja enntá fyri teimum. – Matteus 5:44; Rómbrævið 12:17-21.
Bábylon hina stóru’, heimsveldið av følskum átrúnaði. Bíblian sigur: „Í henni varð funnið blóð profeta og heilagra – og alra teirra, ið myrd eru á jørðini.“ Tí fáa vit ávaringina: „Farið út frá henni, fólk mítt!“ – Opinberingin 17:6; 18:2, 4, 24.
22 Fremst av øllum hava sonn kristin einki at gera við ta mest blóðseku samskipanina, ið er til, ’23. Hvat ber tað í sær at fara út frá Bábylon hini stóru?
23 At fara út frá Bábylon hini stóru krevur meira enn bert at melda seg úr einum trúarsamfelagi. Tað krevur eisini, at vit hata óndu gerðirnar, sum falskur átrúnaður góðtekur ella opinlýst stuðlar – eitt nú siðloysi, politiskari uppíblanding og grammari tráan eftir ríkidømi. (Les Sálm 97:10; Opinberingin 18:7, 9, 11-17) Slíkt hevur ferð eftir ferð elvt til blóðskyld.
24, 25. (a) Við støði í hvørjum kann Gud vísa einum angrandi persóni, sum hevur drigið blóðskyld oman yvir seg, miskunn? (b) Hvørja skipan í fortíðar Ísrael minnir hetta okkum á?
24 Áðrenn vit tóku undir við sannari tilbiðing, stuðlaðu vit øll onkursvegna skipanini hjá Satani og drógu harvið eina ávísa blóðskyld oman yvir okkum. Men av tí at vit broyttu okkara atburð, fingu trúgv á Kristi endurloysingaroffur og vígdu okkara lív til Gud, vísti Jehova okkum miskunn og gav okkum andaliga verju. (Ápostlasøgan 3:19) Henda verjan minnir okkum á griðstaðirnar í fortíðar Ísrael. – 4 Mósebók 35:11-15; 5 Mósebók 21:1-9.
25 Hvussu virkaði henda skipanin? Um ein ísraelsmaður av óvart varð atvold til, at onkur doyði, skuldi hann flýggja til ein av griðstøðunum. Eftir at skikkaðir dómarar høvdu tikið eina avgerð í málinum, noyddist hin óviljaði manndráparin at verða verandi í griðstaðnum, inntil høvuðspresturin doyði. Síðani kundi hann sjálvur gera av, hvar hann vildi búgva. Er hetta ikki eitt frálíkt dømi um, hvussu miskunnsamur Gud er, og hvussu virðismikið eitt mannalív er í hansara eygum? Eins og griðstaðirnir Matteus 24:21; 2 Korintbræv 6:1, 2.
í forðum verjir tann fyriskipanin, Gud hevur gjørt við støði í Kristi endurloysingarofri, okkum, so vit ikki doyggja afturfyri, at vit óviljað hava brotið hansara boð um, at lívið og blóðið eru heilag. Virðismetir tú hesa fyriskipanina? Hvussu kanst tú vísa tað? Eitt, tú kanst gera, er at hjálpa øðrum at taka við verjuni, Gud bjóðar, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu nær stóra trongdin er. –VÍS, AT TÚ VIRÐISMETIR LÍVIÐ VIÐ AT BOÐA UM RÍKIÐ
26-28. Hvussu líkist okkara støða í dag tí hjá Ezekieli profeti, og hvussu kunnu vit halda okkum í kærleika Guds?
26 Guds fólk á okkara døgum er í eini líknandi støðu sum Ezekiel profetur, ið Jehova setti til andaligan vaktara yvir húsi Ísraels. „Táið tú hoyrir orð av munni Mínum, skalt tú ávara tey frá Mær,“ segði Jehova. Um Ezekiel ikki gjørdi, sum hann var biðin, skuldi blóðið av teimum, sum vórðu dripin, tá ið Jerusalem varð drigið til svars fyri sínar gerðir, krevjast av hansara hond. (Ezekiel 33:7-9) Men Ezekiel var lýðin og dró ikki blóðskyld oman yvir seg.
27 Allur heimur Satans verður skjótt fyribeindur. Tí meta Jehova vitni tað bæði sum eina skyldu og ein framíhjárætt at boða um „hevndardag Guds“ og hansara ríki. (Esaias 61:2; Matteus 24:14) Gert tú títt ítasta í hesum týðandi arbeiðinum? Paulus ápostul tók uppgávuna at boða gleðiboðskapin í álvara. Av tí sama kundi hann siga: „Eg eri reinur fyri blóð alra. Tí eg havi einki hildið aftur, men kunngjørt tykkum alt ráð Guds.“ (Ápostlasøgan 20:26, 27) Ein frálík fyrimynd hjá okkum at taka eftir!
28 Tað er tó ikki nóg mikið at hava somu áskoðan á lívið og blóðið sum Jehova, um vit skulu halda okkum í hansara kærleika. Vit mugu eisini halda okkum rein, ella heilag, í hansara eygum, sum næsti kapittulin snýr seg um.
^ par. 5 Viðvíkjandi orðingini hjá Gudi, um at „sálin í øllum holdi er í blóðinum“, hevur eitt tíðarrit skrivað: „Umframt at orðingin kann hava ímyndarligan týdning, er hon eisini sonn heilt bókstavliga: lívið er treytað av teimum ymisku sløgunum av blóðkroppum.“ – Scientific American.
^ par. 12 Sí Vågn op! august 2006, síðurnar 3-12, sum Jehova vitni hava givið út.
^ par. 16 Hóast nakrar bíbliutýðingar endurgeva hesi ørindini soleiðis, at sipað verður til, at tað bara hevði deyðarevsing við sær, um tað var mamman, sum doyði, siga nakrir bíbliuviðmerkjarar, at orðingin í hebraiska tekstinum „eftir øllum at døma útilokar, at orðini kunnu vísa til eina vanlukku, ið bara rakti kvinnuna sjálva“. Legg eisini til merkis, at Bíblian einki sigur um, at aldurin á fostrinum hevði týdning fyri dómin hjá Jehova.
^ par. 16 2 Mósebók 21:22, 23 (NW): „Fara menn at berjast og fíra undir barnakonu, so hon eigur, men eingin deyðsvanlukka hendir, so skal hann, ið gjørdi tað, lata tað í bót, sum maður konuna áleggur honum; hann skal lata tað, ið dómararnir áleggja. Men hendir ein deyðsvanlukka, so skal lív latast fyri lív.“
^ par. 21 Sí kapittul 5, „Hvussu vísa vit, at vit ikki eru av heiminum?“
^ par. 71 Fleiri upplýsingar eru at finna í uppískoytinum „Blóðúrdráttir og viðgerðarhættir“.