UPPÍSKOYTI
Hvussu skulu vit bera okkum at í sambandi við ein, sum er útihýstur?
Tað voldir okkum stóra sorg, tá ið ein í familjuni ella ein góður vinur verður útihýstur úr samkomuni vegna eina synd, sum hann ella hon ikki angrar. Okkara støðutakan til ta leiðbeiningina, Bíblian gevur um hetta, kann vísa, hvussu góð vit eru við Gud, og hvussu trúføst vit eru móti hansara skipan. * Latið okkum kanna nakrar spurningar, sum stinga seg upp í hesum sambandi.
Hvussu skulu vit bera okkum at í sambandi við ein, sum er útihýstur? Bíblian sigur: „Um onkur, ið kallast bróðir, er siðloysingur, havisjúkur, avgudadýrkari, baktalari, drykkjumaður ella ránsmaður, so skulu tit ikki umgangast slíkan, nei, ikki so mikið sum eta saman við honum.“ (1 Korintbræv 5:11) Um tann, sum „ikki [verður] verandi í læru Kristusar“, lesa vit: „Takið ikki ímóti honum í húsum tykkara og biðið hann ikki vælkomnan! Tí tann, ið biður hann vera vælkomnan, fær lut við honum í óndu verkum hansara.“ (2 Jóhannes 9-11) Vit hava hvørki andaliga ella sosiala samveru við tey, sum eru útihýst. Í Vagttårnet, 15. november 1981, síðu 16, stendur: „Bara tað at siga ’Hey!’ við onkran, kann vera fyrsta stigið til eina samrøðu og kanska enntá eitt vinalag. Høvdu vit viljað tikið hetta fyrsta stigið við at heilsa upp á ein, sum er útihýstur?“
Er tað veruliga neyðugt at halda seg púrasta frá viðkomandi? Ja, av fleiri orsøkum. Í fyrsta lagi snýr tað seg um trúfesti móti Gudi og hansara orði. Vit akta ikki bara Jehova, tá ið tað er lætt, men eisini tá ið tað av álvara er torført. Okkara kærleiki til Gud fær okkum at akta øll hansara boð, tí vit vita, at hann er rættvísur og góður, og at hansara lógir bert eru til gagn. (Esaias 48:17; 1 Jóhannes 5:3) Í øðrum lagi kann tað, at vit halda okkum burtur frá einum syndara, sum ikki angrar, verja okkum og restina av samkomuni, so vit ikki verða dálkað andaliga og siðiliga. Og tað verjir eisini góða umdømið hjá samkomuni. (1 Korintbræv 5:6, 7) Í triðja lagi kann okkara fasta avgerð um at fylgja bíbilskum meginreglum gagna tí útihýsta. Við at stuðla avgerðini hjá dómsnevndini kunnu vit kanska ávirka hjartalagið hjá einum syndara, sum higartil ikki hevur tikið ímóti hjálpini frá teimum elstu. At hann ikki longur kann vera saman við familju og vinum, kann hjálpa honum at skilja, hvussu álvarsliga hann hevur syndað og at taka stig til at koma aftur til Jehova. – Lukas 15:17.
Hvat um ein í familjuni verður útihýstur? Av tí at familjubondini eru sera sterk, kann okkara trúfesti móti Jehova í slíkum førum veruliga koma at standa sína roynd. Hvussu skulu vit bera okkum at í sambandi við ein í familjuni, sum er útihýstur? Tað ber ikki til at nevna eina og hvørja støðu, ið kann koma fyri, men latið okkum kanna tvær grundleggjandi støður.
Í summum førum býr tann útihýsti framvegis saman við síni nærmastu familju. Familjubondini verða ikki slitin, fyri tað um ein verður útihýstur, og tí kann dagliga familjulívið halda fram. Men við sínum atburði hevur viðkomandi valt at slíta andaliga bandið millum seg og sína trúgvandi familju. Tí kunnu tey trúføstu í familjuni ikki longur hava andaligan felagsskap við hann. Til dømis kann tann útihýsti, um hann er hjástaddur, tá ið familjan kannar Bíbliuna saman, ikki taka lut í tí. Men er tann útihýsti ómyndigur, hava foreldrini enn ábyrgd at undirvísa og uppala hann. Tí kunnu tey velja at leiða ein bíbliulestur við honum. * – Orðtøkini 6:20-22; 29:17.
Í øðrum førum býr tann útihýsti ikki saman við síni nærmastu familju. Hóast tað onkra hendingaferð kann gerast neyðugt at hava eitt ávíst samband við viðkomandi vegna onkur familjuviðurskifti, má samveran haldast á minstamarkinum. Tey trúføstu í familjuni leita ikki eftir umberingum fyri * – Hebrearabrævið 12:11.
at hava samband við ein í familjuni, sum er útihýstur og ikki býr heima. Teirra trúfesti móti Jehova og hansara samskipan fær tey tvørturímóti at halda fast við bíbilsku skipanina um útihýsing. Tað besta, tey kunnu gera fyri tann útihýsta, er at vera trúføst móti hesi skipanini, tí tað kann hjálpa honum at fáa gagn av rættleiðingini, hann hevur fingið.^ par. 1 Bíbilsku meginreglurnar um útihýsing eru eisini galdandi fyri tey, sum sjálv hava kvett sambandið við samkomuna.
^ par. 2 Fleiri upplýsingar um ómyndig børn, sum búgva heima og eru útihýst, eru at finna í Vagttårnet, 1. oktober 2001, síðurnar 16-17, og 15. november 1988, síðu 20.
^ par. 3 Fleiri upplýsingar um, hvussu vit skulu bera okkum at í sambandi við útihýst í familjuni, eru at finna í Vagttårnet, 15. apríl 1988, síðurnar 26-31, og 15. november 1981, síðurnar 18-23.