Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 15

Gleð teg um títt arbeiði

Gleð teg um títt arbeiði

’Njótið hitt góða mitt í øllum strevinum.’ – PRÆDIKARIN 3:13.

1-3. (a) Hvat halda nógv um sítt arbeiði? (b) Hvørja áskoðan eggjar Bíblian okkum til at hava á arbeiði, og hvørjar spurningar fara vit at viðgera í hesum kapitlinum?

NÓGVUM í dag dámar als ikki arbeiðið hjá sær. Og av tí at tey hava langar arbeiðsdagar í einum starvi, sum ikki gevur teimum nakra gleði, er tað strævið at fara frá húsum hvønn morgun. Hvat kann fáa tey, sum hava tað so, at broyta hugburð og fáa størri áhuga fyri sínum arbeiði, ja, gerast nøgd við tað?

2 Bíblian eggjar okkum til at hava røttu áskoðanina á arbeiði. Hon sigur, at arbeiði og tað, sum kemur burturúr, er ein gáva. Sálomon skrivaði: „At eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strevinum, ... tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi.“ (Prædikarin 3:13) Jehova, sum elskar okkum og altíð vil okkum tað besta, vil, at vit skulu vera nøgd við okkara arbeiði og gleðast um tað, sum kemur burturúr. Skulu vit halda okkum í hansara kærleika, mugu vit hava somu áskoðan á arbeiði sum hann og fylgja hansara meginreglum. – Les Prædikaran 2:24, 25; 5:17.

3 Í hesum kapitlinum fara vit at viðgera fýra spurningar: Hvussu kunnu vit gleðast um okkara arbeiði? Hvat slag av arbeiði kunnu sonn kristin ikki fáast við? Hvussu kunnu vit hava javnvág millum okkara verðsliga arbeiði og okkara andaliga virksemi? Og hvat er týdningarmesta arbeiðið, vit kunnu hava? Men fyrst skulu vit hyggja nærri at teimum báðum ídnastu arbeiðarunum í alheiminum – Jehova Gudi og Jesusi Kristi.

JEHOVA OG VERKSTJÓRI HANSARA ARBEIÐA

4, 5. Hvussu sæst tað í Bíbliuni, at Jehova er arbeiðssamur?

4 Jehova er arbeiðarin fram um allar. Í Fyrstu Mósebók 1:1 stendur: „Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.“ Tá ið Gud var liðugur við sítt skapanarverk á jørðini, segði hann, at tað var „sera gott“. (1 Mósebók 1:31) Við øðrum orðum var hann fullkomiliga nøgdur við sítt arbeiði. Jehova, hin lukkuligi Gud, gleddist uttan iva um at arbeiða. – 1 Timoteus 1:11.

5 Okkara arbeiðssami Gud gevst ongantíð at arbeiða. Langa tíð eftir, at jørðin og alt á henni var skapt, segði Jesus: „Faðir Mín arbeiðir líka til nú.“ (Jóhannes 5:17) Hvat hevur Faðirin gjørt? Úr bústaði sínum í himli hevur hann verið sera virkin í at leiðbeina og taka sær av menniskjunum. Hann hevur fingið til vegar ein ’nýggjan skapning’, kristin, sum eru gitin av andanum og skulu stjórna saman við Jesusi í himli. (2 Korintbræv 5:17) Hann hevur arbeitt við at fullføra sína ætlan við menniskjunum, so tey, sum elska hann, kunnu fáa ævigt lív í einum nýggjum heimi. (Rómbrævið 6:23) Jehova man vera sera nøgdur við úrslitið. Milliónir hava tikið ímóti boðskapinum um Ríkið. Gud hevur drigið tey, og tey hava broytt sítt lív fyri at verða verandi í hansara kærleika. – Jóhannes 6:44.

6, 7. Hvussu kunnu vit siga, at Jesus altíð hevur verið sera íðin í sínum arbeiði?

6 Jesus hevur altíð verið íðin í sínum arbeiði. Áðrenn hann kom niður á jørðina sum menniskja, var hann sum „verkstjóri“ Guds við til at skapa alt, „tað í Himlunum og tað á jørðini“. (Orðtøkini 8:22-31; Kolossebrævið 1:15-17) Meðan Jesus var á jørðini, helt hann fram at arbeiða. Longu sum ungur lærdi hann at arbeiða við timbri og bleiv kendur sum „træsmiðurin“. (Markus 6:3) Tað var eitt arbeiði, sum kravdi nógva orku og fjølbroytt hegni, serliga tá ið hugsað verður um, at hvørki sagvirki, timburhandlar ella elektrisk amboð vóru til tá í tíðini. Dugir tú at ímynda tær, hvussu Jesus fór at skaffa sær timbur – kanska við at fella trøini og draga timbrið til staðið, har hann skuldi arbeiða við tí? Sært tú fyri tær, hvussu hann bygdi hús – gjørdi sperrur og setti tær upp, gjørdi hurðar og eisini møblar? Jesus visti uttan iva av egnum royndum, at eitt arbeiði, sum er væl gjørt, gevur satt nøgdsemi.

7 Jesus var einastandandi ágrýtin í síni boðan. Í trý og eitt hálvt ár var hann fullkomiliga upptikin av hesum sera týðandi arbeiðinum. Av tí at hann vildi bera so nógvum sum gjørligt boðskapin um Ríkið, spilti hann ikki tíðina. Hann fór tíðliga upp og arbeiddi til seint út á kvøldið. (Lukas 21:37, 38; Jóhannes 3:2) Hann ferðaðist „gjøgnum býir og bygdir og prædikaði og kunngjørdi evangeliið um ríki Guds“. (Lukas 8:1) Jesus ferðaðist hundraðtals kilometrar til gongu eftir støvutum gøtum fyri at bera fólki gleðiboðskapin.

8, 9. Hvat fekk Jesus at gleðast um sítt arbeiði?

8 Gav tað Jesusi gleði at vera íðin í boðanararbeiðinum? Ja, avgjørt! Hann sáddi sannleiksfræ um Ríkið og læt eftir seg markir, ið vóru búnar at heysta. At arbeiða fyri Gud gav Jesusi so stóra styrki, at hann var villigur at leypa matin um fyri at gera arbeiðið liðugt. (Jóhannes 4:31-38) Hugsa tær, hvussu nøgdur hann man hava verið, tá ið hann móti endanum av síni tænastu á jørðini kundi siga við Faðir sín: „Eg havi gjørt Teg dýrmætan á jørðini við at fullføra verkið, sum Tú hevur givið Mær at gera.“ – Jóhannes 17:4.

9 Eingin ivi er um, at Jehova og Jesus eru bestu fyrimyndirnar í at gleðast um sítt arbeiði. Okkara kærleiki til Jehova gevur okkum hug at verða „eftirfylgjarar Guds“. (Efesusbrævið 5:1) Okkara kærleiki til Jesus eggjar okkum til at „fylgja eftir í fótasporum Hansara“. (1 Pætur 2:21) Latið okkum nú kanna, hvussu vit kunnu gleðast um okkara arbeiði.

HVUSSU KUNNU VIT GLEÐAST UM OKKARA ARBEIÐI?

Fylgja vit bíbilskum meginreglum, verður tað lættari hjá okkum at gleðast um okkara arbeiði

10, 11. Hvat kann hjálpa okkum at hava rætta hugburðin til okkara arbeiði?

10 Tey flestu sonnu kristnu mugu hava eitt verðsligt arbeiði. Vit vilja øll, at okkara arbeiði skal geva gleði og nøgdsemi, men tað kann vera torført, um vit hava eitt starv, sum okkum ikki dámar. Hvussu kunnu vit gleðast um okkara arbeiði undir slíkum umstøðum?

11 Vit mugu hava rætta hugburðin. Tað ber ikki altíð til at broyta umstøðurnar, men vit kunnu broyta hugburð. Hugsa vit um Guds áskoðan á arbeiði, kann tað hjálpa okkum at fáa rætta hugburðin. Hevur tú eitt húski at syrgja fyri, kanst tú til dømis hugsa um, at arbeiðið hjá tær, uttan mun til hvussu eintáttað tað er, ger teg føran fyri at nøkta materiella tørvin hjá tínari familju. Tað er ikki av lítlum týdningi hjá Gudi, at tú syrgir fyri tínum nærmastu. Hansara orð sigur, at tann, sum ikki syrgir fyri sínari familju, „er verri enn ein vantrúgvandi“. (1 Timoteus 5:8) Viðurkennir tú, at títt arbeiði tænir tí endamáli at liva upp til eina ábyrgd frá Gudi, verður tað lættari hjá tær at kenna eina ávísa gleði og nøgdsemi, sum tínir starvsfelagar kanska ikki kenna.

12. Hvat gott spyrst burturúr, um vit eru arbeiðssom og ærlig?

12 Vit mugu vera arbeiðssom og ærlig. Leggja vit nógva orku í og læra, hvussu vit kunnu gera okkara arbeiði til lítar, kann tað hava nakað gott við sær. Arbeiðsgevarar virðismeta ofta tey, sum eru arbeiðssom og dugnalig. (Orðtøkini 12:24; 22:29) Sum sonn kristin mugu vit eisini vera ærlig í okkara arbeiði – ikki stjala pengar, tilfar ella tíð frá okkara arbeiðsgevara. (Efesusbrævið 4:28) Sum vit sóu í undanfarna kapitlinum lønir tað seg at vera ærligur. Álit verður ofta víst starvsfólkum, sum eru kend fyri at vera ærlig. Uttan mun til um okkara arbeiðsgevari varnast, at vit eru arbeiðssom ella ikki, kunnu vit gleðast um at „hava góða samvitsku“ og vita, at vit gleða okkara Gud, sum vit elska. – Hebrearabrævið 13:18; Kolossebrævið 3:22-24.

13. Hvat kann okkara góði atburður á arbeiðsplássinum hava við sær?

13 Vit mugu minnast, at okkara atburður kann prísa Gudi. Tá ið vit hava góðan atburð á arbeiðsplássinum, er tað uttan iva nakað, onnur leggja til merkis. Harvið kunnu vit „prýða læru Guds, Frelsara okkara“. (Titus 2:9, 10) Ja, okkara góði atburður kann fáa onnur at síggja, hvussu dámlig okkara trúgv er, og geva teimum hug at kanna hana nærri. Hugsa tær, hvussu glaður tú hevði verið, um ein starvsfelagi vísti áhuga fyri sannleikanum, av tí at tú vart ein góð fyrimynd á arbeiðsplássinum. Størsta lønin er tó at vita, at okkara góði atburður prísar Jehova og gleðir hansara hjarta. – Les Orðtøkini 27:11; Fyrra bræv Pæturs 2:12.

VIT MUGU DUGA Á AT SKYNA, TÁ IÐ VIT VELJA STARV

14-16. Hvørjar týðandi spurningar mugu vit hugsa um, tá ið vit skulu taka avgerðir um arbeiði?

14 Bíblian fer ikki í smálutir um, hvat slag av verðsligum arbeiði er í lagi, og hvat ikki er. Men tað merkir ikki, at vit kunnu taka ímóti einum og hvørjum starvi, líkamikið hvat tað fevnir um. Bíblian kann hjálpa okkum at velja eitt starv, sum Gudi dámar, heldur enn eitt, sum honum ikki dámar. (Orðtøkini 2:6) Tá ið vit skulu taka avgerðir um arbeiði, mugu vit hugsa um tveir týðandi spurningar.

15 Krevur hetta arbeiðið í sjálvum sær, at vit gera nakað, sum Bíblian fordømir? Guds orð sigur týðiliga, at tað er skeivt at stjala, lúgva og at gera avgudar. (2 Mósebók 20:4; Ápostlasøgan 15:29; Efesusbrævið 4:28; Opinberingin 21:8) Vit taka ikki við einum starvi, sum krevur, at vit gera slíkt. Okkara kærleiki til Jehova hevði ongantíð loyvt okkum at tikið ímóti einum arbeiði, sum fevnir um at gera nakað, ið gongur ímóti Guds boðum. – Les Fyrsta bræv Jóhannesar 5:3.

16 Hevði hetta arbeiðið gjørt okkum samsek í onkrari skeivari gerð ella eggjað øðrum til at gera nakað skeivt? Hugsa um eitt dømi. At arbeiða í einari móttøku er ikki í sjálvum sær skeivt. Men hvat um onkur bjóðaði einum tænara hjá Jehova eitt slíkt starv á eini fosturtøkuklinikk? Tað er rætt, at starvið ikki hevði kravt, at viðkomandi beinleiðis var við til at fremja fosturtøkurnar. Men hevði hansara starv har ikki stuðlað virkseminum á einari klinikk, sum hevur til endamáls at fremja fosturtøkur – nakað, sum beinleiðis er í stríð við Guds orð? (2 Mósebók 21:22-24, NW) Vit, sum elska Jehova, vilja ikki verða sett í samband við nakað, sum Bíblian fordømir.

17. (a) Hvørji viðurskifti kunnu vit hugsa um, tá ið vit skulu taka avgerðir um arbeiði? (Sí rammuna „ Skal eg taka við starvinum?“) (b) Hvussu kann samvitskan hjálpa okkum at taka avgerðir, sum gleða Gud?

17 Nógv ivamál um arbeiði kunnu verða loyst við gjølla at hugsa um svarini til teir báðar høvuðsspurningarnar í stykki 15 og 16. Haraftrat eru nøkur onnur viðurskifti, vit mugu hugsa gjølla um, tá ið vit skulu taka avgerðir um arbeiði. * Vit kunnu ikki vænta, at trúgvi og skilagóði tænarin skal áseta reglur um hvørja einstaka støðu, sum kann taka seg upp. Tí er tað umráðandi, at vit duga á at skyna. Sum vit fingu at vita í 2. kapitli, mugu vit venja og brýna okkara samvitsku við at kanna, hvussu vit kunnu brúka Guds orð í okkara dagliga lívi. Tá ið okkara ’sansar at skilja millum gott og ilt’ verða vandir við ’nýtslu’, kann samvitskan hjálpa okkum at taka avgerðir, sum gleða Gud og gera okkum før fyri at verða verandi í hansara kærleika. – Hebrearabrævið 5:14.

VIT MUGU VARÐVEITA RØTTU ÁSKOÐANINA Á ARBEIÐI

18. Hví er tað ikki lætt at varðveita andaligu javnvágina?

18 At varðveita andaligu javnvágina er ikki lætt nú á „síðstu døgum“ við torførum tíðum. (2 Timoteus 3:1) Tað kann ofta vera ringt at finna eitt arbeiði og verða verandi í tí. Sum sonn kristin vita vit, hvussu týðandi tað er at vera arbeiðssamur fyri at uppihalda familjuni. Men eru vit ikki varin, kann trýst á arbeiðsplássinum ella smittandi materiella tankagongdin í heiminum órógva okkara andaliga virksemi. (1 Timoteus 6:9, 10) Latið okkum vita, hvussu vit kunnu varðveita røttu áskoðanina á arbeiði og „døma um, hvat beinast er“. – Filippibrævið 1:10.

19. Hví hevur Jehova uppiborið okkara fulla álit, og hvørjum sleppa vit undan, um vit líta á hann?

19 Vit mugu hava fult álit á Jehova. (Les Orðtøkini 3:5, 6.) Hevur hann ikki uppiborið eitt sovorðið álit? Hann hevur jú umsorgan fyri okkum. (1 Pætur 5:7) Hann veit betur enn vit, hvat okkum tørvar, og hann fær altíð hjálpt okkum. (Sálmur 37:25) Tí eiga vit at taka tað til okkum, sum hansara orð minnir okkum á: „Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! [Gud] hevur jú sjálvur sagt: ’Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær.’“ (Hebrearabrævið 13:5) Nógvir fulltíðartænarar hava sannað, at Gud nøktar teirra tørv. Seta vit okkara fulla álit á, at Jehova tekur sær av okkum, sleppa vit undan at stúra ov nógv fyri, hvussu vit skulu uppihalda familjuni. (Matteus 6:25-32) Og verðsligt arbeiði fær okkum ikki at forsøma okkara andaliga virksemi, eitt nú at boða tey góðu tíðindini og at koma á møti. – Matteus 24:14; Hebrearabrævið 10:24, 25.

20. Hvat vil tað siga at halda eygað frískt, og hvussu kunnu vit halda fram at gera tað?

20 Vit mugu halda eygað frískt. (Les Matteus 6:22, 23.) At halda ’eygað frískt’ vil siga at liva eitt einfalt lív. Sonn kristin hava eygað savnað um eitt – at gera Guds vilja. Er okkara eyga frískt, leggja vit ikki alla orku í at fáa eitt væl lønt starv ella eitt lív í størri marglæti. Vit royna heldur ikki alla tíðina at skaffa okkum tær nýggjastu og bestu nýtsluvørurnar, sum lýsingafólk vilja hava okkum at halda, at vit ikki kunnu liva uttan. Hvussu kunnu vit halda fram at savna okkum um at gera Guds vilja? Vit mugu ikki seta okkum í óneyðuga skuld. Vit eiga heldur ikki at fløkja lívið við materiellum ognum, sum krevja nógva tíð og orku. Latið okkum fylgja ráðunum í Bíbliuni um at vera nøgd við „føði og klæði“. (1 Timoteus 6:8) Vit mugu stremba eftir at liva eitt so einfalt lív sum gjørligt.

21. Hví mugu vit raðfesta, og hvat skulu vit raðfesta fremst?

21 Vit mugu seta okkum andalig mál og royna at røkka teimum. Av tí at tað er avmarkað, hvussu nógv vit kunnu náa í lívinum, mugu vit raðfesta. Annars kann okkurt, sum hevur minni at siga, fara við dýrabarari tíð og skúgva tað, sum hevur meira at siga, til viks. Hvat eiga vit at raðfesta fremst í okkara lívi? Fremsta málið hjá nógvum í heiminum er at nema sær hægri útbúgving, sum kann geva teimum eina lønandi yrkisleið. Men Jesus eggjaði sínum lærisveinum til at halda fram at ’søkja Guds ríki fyrst’. (Matteus 6:33) Ja, sum sonn kristin seta vit Guds ríki fremst í okkara lívi. Okkara lívsháttur – avgerðirnar vit taka, málini vit seta og tað vit fáast við – eigur at vísa, at Ríkisins áhugamál og Guds vilji hava meira at siga hjá okkum enn tað materiella og verðsliga.

VIT MUGU VERA ÍÐIN Í BOÐANINI

Vit vísa, at vit elska Jehova, tá ið vit raðfesta boðanararbeiðið fremst í okkara lívi

22, 23. (a) Hvat er týdningarmesta arbeiðið hjá sonnum kristnum, og hvussu vísa vit, at hetta arbeiðið hevur nógv at siga fyri okkum? (Sí rammuna „ Avgerðin gav mær eitt lív í gleði og nøgdsemi“.) (b) Hvat hevur tú sett tær fyri viðvíkjandi verðsligum arbeiði?

22 Av tí at vit liva so nær endanum, mugu vit savna okkum um týdningarmesta arbeiðið av øllum – at boða gleðiboðskapin og gera lærisveinar. (Matteus 24:14; 28:19, 20) Eins og okkara fyrimynd, Jesus, vilja vit eisini hava fullan lut í hesum lívbjargandi arbeiðinum. Hvussu vísa vit, at hetta arbeiðið hevur nógv at siga fyri okkum? Meginparturin av Guds tænarum tekur av heilum huga lut í boðanararbeiðinum sum samkomuboðarar. Nøkur hava lagt síni viðurskifti soleiðis til rættis, at tey kunnu vera pionerar ella trúboðarar. Nógv foreldur, sum viðurkenna, hvussu umráðandi tað er at seta sær andalig mál, hava eggjað børnunum til at gera fulltíðartænastuna til yrkisleið. Gleðast ídnir boðarar um at vera við í arbeiðinum at læra onnur um Guds ríki? Ja, avgjørt! At tæna Jehova av heilum huga gevur gleði, nøgdsemi og nógvar signingar. – Les Orðtøkini 10:22.

23 Nógv av okkum mugu arbeiða langar dagar fyri at uppihalda familjuni. Minst til, at Jehova vil, at vit skulu gleðast um okkara arbeiði. Tá ið okkara hugburður og atburður samsvara við hansara áskoðan og meginreglur, kunnu vit gerast nøgd í okkara arbeiði. Men latið okkum tó seta okkum fyri ongantíð at lata verðsligt arbeiði órógva okkara týdningarmesta arbeiði – at boða tey góðu tíðindini um Guds ríki. Raðfesta vit hetta arbeiðið fremst í okkara lívi, vísa vit, at vit elska Jehova og halda okkum í hansara kærleika.

^ par. 17 Fleiri upplýsingar um, hvørji viðurskifti vit skulu hava í huga í sambandi við arbeiði, eru at finna í Vagttårnet, 15. apríl 1999, síðurnar 28-30, og í Vagttårnet, 15. oktober 1982, síðu 22.