Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 4

Hví skulu vit virða myndugleika?

Hví skulu vit virða myndugleika?

„Ærið øll.“ – 1 PÆTUR 2:17.

1, 2. (a) Hví er tað ofta torført at virða myndugleika? (b) Hvørjar spurningar fara vit at kanna?

HEVUR tú nakrantíð eygleitt eitt lítið barn, tá ið tað verður biðið um at gera okkurt, sum tað als ikki hevur hug til? Ónøgdin stendur týðiliga málað í andlitsbránum. Barnið hoyrir, hvat mamman ella pápin sigur, og veit, at tað eigur at virða myndugleikan hjá foreldrunum. Men í hesum førinum hevur barnið bara ikki hug at akta. Hetta innara stríðið lýsir væl, hvussu vit øll hava tað av og á.

2 At virða myndugleika fellur okkum ikki altíð líka lætt. Heldur tú onkuntíð, at tað er ringt at virða tey, sum hava ein ávísan myndugleika yvir tær? Um so er, ert tú ikki tann einasti. Vit liva í eini tíð, har virðing fyri myndugleika tykist at vera so lítil sum ongantíð áður. Men Bíblian sigur, at vit skulu vísa teimum virðing, sum hava myndugleika yvir okkum. (Orðtøkini 24:21) Í roynd og veru er tað alneyðugt, um vit skulu halda okkum í kærleika Guds. Men av hesum stinga nakrir spurningar seg sjálvsagt upp. Hví kann tað vera so torført hjá okkum at virða myndugleika? Hví biður Jehova okkum gera tað, og hvat kann hjálpa okkum at akta? Og at enda, á hvønn hátt kunnu vit vísa virðing fyri myndugleika?

HVÍ ER TAÐ TORFØRT?

3, 4. Hvussu tóku synd og ófullkomileiki seg upp, og hví er tað torført hjá okkum at virða myndugleika?

3 Latið okkum í stuttum kanna tvær orsakir til, at tað kann vera torført hjá okkum at virða tey, sum hava myndugleika. Fyri tað fyrsta eru vit ófullkomin, og fyri tað næsta eru tey menniskjuni, sum hava myndugleika yvir okkum, eisini ófullkomin. Menniskjans synd og ófullkomileiki komu upp í leikin fyri langari tíð síðani, tá ið Ádam og Eva í Edens urtagarði gjørdu uppreistur ímóti Guds myndugleika. Syndin byrjaði altso við uppreistri. Og síðani tá hava vit havt eitt viðføtt lyndi til at gera uppreistur. – 1 Mósebók 2:15-17; 3:1-7; Sálmur 51:7; Rómbrævið 5:12.

4 Vegna okkara syndiga lyndi verða tey flestu av okkum lætt stolt og hástór, meðan vit harafturímóti mugu stríðast fyri at menna og varðveita tann heldur sjáldsama eginleikan, eyðmjúkleika. Sjálvt um vit hava tænt Gudi trúføst í áravís, kunnu vit gerast treisk og stolt. Hugsa til dømis um Kora, sum trúfastur helt seg til fólkið hjá Jehova í nógvum trongdum. Men hann vildi hava størri myndugleika, og tí birti hann skammiliga upp undir uppreistur ímóti Mósesi, sum var eyðmjúkari enn nakað annað menniskja á tíð síni. (4 Mósebók 12:3; 16:1-3) Hugsa eisini um Uzzias kong, ið var so stoltur, at hann fór inn í tempul Jehova at gera heilaga tænastu, sum bert prestarnir høvdu myndugleika til. (2 Krønikubók 26:16-21) Hesir menninir rindaðu ein høgan prís fyri, at teir gjørdu uppreistur. Við sínum vánaliga atburði kunnu teir kortini læra okkum nakað, sum er av stórum týdningi. Vit mugu stríðast ímóti stoltleikanum, sum ger tað so torført hjá okkum at virða myndugleika.

5. Hvussu hava ófullkomin menniskju misnýtt sín myndugleika?

5 Ófullkomin menniskju, sum hava vald, hava eisini gjørt sítt til at bróta niður virðingina fyri myndugleika. Nógv hava verið miskunnarleys, harðrend og eru farin illa við fólki. Mannasøgan er í stóran mun ein long frásøga um valdsmisnýtslu. (Les Prædikaran 8:9.) Saul var til dømis ein góður og eyðmjúkur maður, tá ið Jehova valdi hann til kong. Men hann gav eftir fyri stoltleika og øvundsjúku og fór at søkja at trúfasta manninum Dávidi. (1 Sámuel 9:20, 21; 10:20-22; 18:7-11) Seinni gjørdist Dávid ein tann besti kongurin í søgu Ísraels. Men hann misnýtti eisini sítt vald, tá ið hann tók konu Uria hetit og setti henda óseka mannin fremstan í einum bardaga, so hann skuldi verða dripin. (2 Sámuel 11:1-17) Ja, ófullkomileiki ger tað ringt hjá menniskjum at brúka valdið rætt. Og tá ið tey, sum hava vald, ikki hava virðing fyri Jehova, gongst uppaftur verri. Eftir at hava lýst, hvussu nakrir katólskir pávar høvdu sett í verk eina ógvisliga atsókn, skrivaði ein bretskur embætismaður: „Vald spillir, og fullkomið vald spillir fullkomiliga.“ Latið okkum við hesum í huga kanna spurningin: Hví skulu vit virða myndugleika?

HVÍ SKULU VIT VIRÐA MYNDUGLEIKA?

6, 7. (a) Hvat fær kærleikin til Jehova okkum at gera, og hví? (b) Hvat ber tað í sær at vera undirgivin?

6 Bestu orsakirnar til at virða myndugleika koma av kærleika – okkara kærleika til Jehova, okkara næsta og enntá okkum sjálv. Av tí at vit elska Jehova fram um alt, vilja vit so fegin gleða hansara hjarta. (Les Orðtøkini 27:11; Markus 12:29, 30.) Vit vita, at ivi hevur verið sáddur um hansara fullveldi, hansara rætt at stjórna alheiminum, líka síðani uppreisturin í Eden, og at meginparturin av mannaættini hevur tikið undir við Satani og víst stjórn Jehova frá sær. Vit fegnast um, at vit hava valt at vera í parti við Jehova. Tá ið vit lesa tignarligu orðini í Opinberingini 4:11, nema tey okkara hjarta. Hjá okkum er eingin ivi um, at tað er Jehova, sum eigur rættin at stjórna alheiminum. Vit taka undir við fullveldi Jehova og vísa tað í okkara gerandisdegi.

7 Slík virðing ber í sær, at vit eru lýðin, men ikki bert tað. Vit eru fús at akta Jehova, tí vit elska hann. Men onkuntíð kann tað vera sera torført hjá okkum at vera lýðin. Tá mugu vit, eins og lítla barnið, ið varð lýst fyrst í kapitlinum, læra at vera undirgivin. Vit minnast, at Jesus gav seg undir vilja Faðir síns, sjálvt undir sera truplum umstøðum. „Verði ikki vilji Mín, men Tín,“ segði hann við Faðir sín. – Lukas 22:42.

8. (a) Hvat ber virðing fyri myndugleikanum hjá Jehova ofta í sær, og hvat avdúka kenslurnar hjá Jehova í hesum sambandi? (b) Hvat kann hjálpa okkum at lurta eftir ráðum og taka við rættleiðing? (Sí rammuna „ Lurta eftir ráðum og tak við rættleiðing“.)

8 Jehova tosar sjálvsagt ikki beinleiðis við okkum í dag, men hann nýtir sítt orð, Bíbliuna, og menn, sum umboða hann á jørðini. Tí kemur okkara virðing fyri myndugleikanum hjá Jehova oftast til sjóndar, tá ið vit virða menninar, hann hevur sett yvir okkum ella framvegis loyvir at hava myndugleika yvir okkum. Um vit settu okkum upp ímóti hesum monnum – eitt nú við at nokta at taka við bíbilskum ráðum og rættleiðing frá teimum – høvdu vit sært Gud. Tá ið ísraelsmenn knarraðu og gjørdu uppreistur ímóti Mósesi, kendi Jehova tað sum uppreistur ímóti sær persónliga. – 4 Mósebók 14:26, 27.

9. Hví fær kærleikin til okkara næsta okkum at virða myndugleika? Lýs við einum dømi.

9 Vit vísa eisini virðing fyri myndugleika, tí vit elska okkara næsta. Hvussu tá? Jú, ímynda tær, at tú ert hermaður í einum heri. Skal avrikið hjá herinum eydnast – og skal herurin yvirhøvur yvirliva – kann tað vera treytað av, at hvør einstakur hermaður samstarvar, aktar og virðir allar, sum hava myndugleika yvir honum. Um tú hevði máað støðið undan hesi leiðsluskipanini við at gera uppreistur, kundi tú lætt sett lívið hjá øllum tínum samhermonnum í váða. Gaman í gera herlið á jørðini í dag stóran skaða, men herliðini hjá Jehova útinna bara tað, sum er gott. Í Bíbliuni verður Jehova fleiri hundrað ferðir nevndur „Gud herskaranna“. (1 Sámuel 1:3) Hann leiðir ein ómetaliga stóran her av veldigum andaskapningum. Og viðhvørt samanber Jehova sínar tænarar á jørðini við ein her. (Ezekiel 37:1-10) Um vit settu okkum upp ímóti monnunum, sum Jehova hevur givið myndugleika yvir okkum, høvdu vit so ikki sett lívið hjá okkara andaligu samhermonnum í váða? Tá ið ein tænari hjá Gudi ger uppreistur ímóti útnevndum elstum, kunnu onnur í samkomuni eisini koma at líða undir tí. (1 Korintbræv 12:14, 25, 26) Tá ið eitt barn ger uppreistur, kann øll familjan koma at líða undir tí. Vit vísa altso, at vit elska okkara næsta, tá ið vit eru fús at vísa virðing og samstarva.

10, 11. Hvussu kann eitt hóskandi ynski um, at tað skal gangast okkum væl, fáa okkum at akta myndugleika?

10 Vit virða eisini myndugleika, tí tað er til okkara egna besta. Tá ið Jehova biður okkum virða myndugleika, vísir hann ofta á, hvussu tað gagnar okkum at gera tað. Til dømis sigur hann við børn, at tey skulu akta síni foreldur, so tey kunnu fáa eitt langt og gott lív. (5 Mósebók 5:16; Efesusbrævið 6:2, 3) Hann biður okkum virða teir elstu í samkomuni, tí um vit ikki gera tað, skaðar tað okkum andaliga. (Hebrearabrævið 13:7, 17) Og hann biður okkum vera teimum verðsligu myndugleikunum lýðin, tí tað verjir okkum. – Rómbrævið 13:4.

11 Heldur tú ikki, at tað er lættari at virða myndugleika, tá ið vit vita, hví Jehova vil hava okkum at akta? Latið okkum tí kanna, hvussu vit kunnu vísa virðing fyri myndugleika á trimum týðandi økjum í lívinum.

VIRÐING Í FAMILJUNI

12. Hvønn myndugleika hevur Jehova givið manninum í familjuni, og hvussu kann hann liva upp til ta ábyrgdina?

12 Tað er Jehova, sum hevur stovnað familjuskipanina. Hann er jú skils Gud, og tí hevur hann skipað familjuna soleiðis, at hon kann virka væl. (1 Korintbræv 14:33) Hann hevur givið manninum myndugleika at vera høvd í familjuni, tað vil siga at hava leiðsluna í familjuni. Maðurin skal vísa virðing fyri sínum høvdi, Jesusi Kristi, við at kanna, hvussu hann nýtti sín myndugleika yvir samkomuni og taka eftir honum. (Efesusbrævið 5:23) Tí má maðurin ikki royna at sleppa sær undan síni ábyrgd, men liva upp til hana sum ein rættur maður. Hann má heldur ikki vera harður ella ógvisligur, men tvørturímóti kærligur, rímiligur og blíður við konuna og børnini. Hann skal minnast til, at hansara myndugleiki altíð er undirlagdur myndugleika Jehova.

Ein kristin pápi tekur eftir Kristusi, tá ið hann nýtir sín myndugleika

13. Hvussu kann konan liva upp til sín leiklut í familjuni á ein hátt, sum Jehova dámar?

13 Ein kona skal vera manninum ein hjálp, ið hóskar honum. Hon hevur eisini fingið myndugleika í familjuni, tí í Bíbliuni verður sagt við børn, at tey ikki mugu ’vraka tað, ið móðir teirra lærir tey’. (Orðtøkini 1:8) Tó er hennara myndugleiki undirlagdur tí hjá manninum. Ein kona vísir virðing fyri myndugleikanum hjá manninum við at hjálpa honum at liva upp til sín leiklut sum tann, ið hevur leiðsluna í familjuni. Hon eigur ikki at lítilsvirða hann, royna at ávirka hann við svikum ella at taka leiðsluna frá honum. Hon eigur heldur at stuðla honum og samstarva við hann. Tá ið henni ikki dámar hansara avgerðir, kann hon fólkaliga siga, hvat hon hugsar, men hon má framvegis vera undirgivin. Er maður hennara ikki Jehova vitni, kunnu avbjóðandi støður taka seg upp, men við at vera lagalig og undirgivin kann hon møguliga ávirka mannin, so hann eisini fær hug at søkja Jehova. – Les Fyrra bræv Pæturs 3:1.

14. Hvussu kunnu børn gleða síni foreldur og Jehova?

14 Børn gleða Jehova, tá ið tey akta pápa sín og mammu sína, og harvið æra og gleða tey eisini síni foreldur. (Orðtøkini 10:1) Í familjum við bert einum uppihaldara, mugu børnini fylgja somu meginreglu um at akta og minnast, at pápin ella mamman kann hava enn størri tørv á, at tey samstarva og stuðla honum ella henni. Tá ið øll í familjuni liva upp til tann leiklutin, Gud hevur givið teimum, fáa tey stóran frið og stóra gleði. Og haraftrat prísa tey Jehova Gudi, sum hevur stovnað familjuskipanina. – Efesusbrævið 3:14, 15.

VIRÐING Í SAMKOMUNI

15. (a) Hvussu kunnu vit í samkomuni vísa, at vit virða myndugleikan hjá Jehova? (b) Hvørjar meginreglur kunnu hjálpa okkum at akta okkara vegleiðarar? (Sí rammuna „ Aktið vegleiðarar tykkara“.)

15 Jehova hevur sett sín son at stjórna kristnu samkomuni. (Kolossebrævið 1:13) Jesus hevur síðani sett sín ’trúgva og skilagóða tænara’ at nøkta andaliga tørvin hjá Guds fólki á jørðini. (Matteus 24:45-47) Stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum tænir sum „hin trúgvi og skilagóði tænarin“. Eins og í kristnu samkomunum í fyrstu øld fáa teir elstu í dag ráð og leiðbeining frá Stýrandi ráðnum, annaðhvørt beinleiðis ella frá teimum, sum umboða tað, eitt nú frá ferðandi umsjónarmonnum. Tá ið vit sum einstaklingar virða myndugleikan hjá teimum elstu, akta vit Jehova. – Les Fyrra Tessalonikabræv 5:12; Hebrearabrævið 13:17.

16. Á hvønn hátt eru teir elstu útnevndir við heilagum anda?

16 Elstar og samkomutænarar eru ikki fullkomnir. Teir gera mistøk eins og vit. Tó eru teir elstu „gávur“, sum vit hava fingið, fyri at samkoman kann vera andaliga sterk. (Efesusbrævið 4:8, 11) Elstar verða útnevndir við heilagum anda. (Ápostlasøgan 20:28) Hvussu tá? Soleiðis at skilja, at slíkir menn fyrst mugu lúka krøvini í Guds orði, sum er íblást av heilaga andanum. (1 Timoteus 3:1-7, 12; Titus 1:5-9) Haraftrat biðja teir elstu inniliga um leiðslu frá heilaga anda Jehova, tá ið teir kanna, um ein bróðir lýkur krøvini.

17. Hví skulu systrar av og á hava eitt turriklæði ella okkurt líknandi á høvdinum í samkomuhøpi?

17 Í samkomuni kann tað koma fyri, at eingin elsti ella samkomutænari er til at taka sær av einari uppgávu, ið teir vanliga hava um hendi, sum til dømis at leiða eitt boðanarmøti. Í slíkum førum kunnu aðrir doyptir brøður kanska taka uppgávuna á seg. Og ber tað ikki til, so kunnu skikkaðar systrar møguliga klára uppgávuna. Men tá ið ein systir tekur eina uppgávu á seg, sum ein doyptur bróðir vanliga tekur sær av, skal hon hava eitt turriklæði ella okkurt líknandi á høvdinum. * (1 Korintbræv 11:3-10) Hetta kravið ger ikki kvinnur minni verdar. Tað gevur teimum tvørturímóti høvi at vísa, at tær virða leiðsluskipanina hjá Jehova, bæði í familjuni og í samkomuni.

VIRÐING FYRI VERÐSLIGUM MYNDUGLEIKA

18, 19. (a) Hvussu hevði tú greitt frá meginreglunum í Rómbrævinum 13:1-7? (b) Hvussu vísa vit verðsligum myndugleikum virðing?

18 Sonn kristin fylgja samvitskufull meginreglunum í Rómbrævinum 13:1-7. (Les.) Tá ið vit lesa hesi ørindini, skilja vit, at ’yvirvøldin’, sum verður umrødd, er verðsligu myndugleikarnir. So leingi sum Jehova loyvir hesum myndugleikunum at ráða, tæna teir einum týðandi endamáli, við tað at teir í ein vissan mun tryggja lóg og landaskil og veita neyðugar tænastur. Vit vísa, at vit virða hesar myndugleikarnar við at halda lógirnar. Vit syrgja fyri at rinda skatt, eru nærløgd, tá ið vit fylla út oyðubløð ella skjøl, sum myndugleikarnir áleggja okkum, og halda allar lógir, sum hava við okkum, okkara familju, arbeiði ella ognir at gera. Men vit akta ikki verðsligar myndugleikar, um teir biðja okkum gera nakað, ið er ímóti Guds boðum. Tá siga vit heldur, sum ápostlarnir søgdu í forðum: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju.“ – Ápostlasøgan 5:28, 29; sí rammuna „ Hvønn myndugleika eigi eg at akta?

19 Vit vísa eisini verðsligu myndugleikunum virðing við okkara atburði. Tað kemur kanska fyri, at vit koma í beinleiðis samband við onkran, ið hevur myndugleika. Paulus ápostul tosaði við stjórnarharrar sum kongin Heródes Agrippa og landshøvdingan Festus. Hóast hesir menninir livdu eitt sera ósømiligt lív, vísti Paulus teimum virðing. (Ápostlasøgan 26:2, 25) Vit eiga at taka eftir Paulusi, uttan mun til um persónurin, vit tosa við, hevur stórt vald ella er ein vanligur løgreglumaður. Ung í samkomuni, sum ganga í skúla, stremba eftir at vísa lærarum og øðrum starvsfólkum í skúlanum líknandi virðing. Vit virða sjálvsagt ikki bara tey, sum viðurkenna okkara trúgv, men eisini tey, sum finnast at okkum. Ja, fólk, sum ikki eru Jehova vitni, eiga í roynd og veru at síggja á okkum, at vit virða øll menniskju. – Les Rómbrævið 12:17, 18; 1 Pætur 3:15.

20, 21. Hvussu kann tað gagna okkum at vísa virðing fyri myndugleika?

20 Vit mugu ikki aftra okkum við at vísa virðing. Pætur ápostul skrivaði: „Ærið øll.“ (1 Pætur 2:17) Tá ið fólk føla, at vit veruliga hava virðing fyri teimum, kann tað hava stóra ávirkan á tey. Hugsa um, at hesin eginleikin gerst meira og meira sjáldsamur. Ein máti, vit kunnu vísa henda eginleikan, er við at fylgja Jesu boðum: „Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!“ – Matteus 5:16.

21 Í hesum myrka heimi verða sannhjartað menniskju drigin at andaliga ljósinum. So um vit vísa virðing í familjuni, í samkomuni og í verðsligum høpi, kann tað ávirka onkran, so hann kemur at ganga í ljósinum saman við okkum. Er tað ikki ein frálíkur tanki? Og sjálvt um tað ikki hendir, er eitt tó vist: Tá ið vit vísa øðrum virðing, gleðir tað Jehova Gud, og tað hjálpir okkum at verða verandi í hansara kærleika. Hvør løn kundi verið størri?

^ par. 17 Í uppískoytinum „Nær eiga kvinnur at hava okkurt á høvdinum – og hví?“ verður við fáum dømum lýst, hvussu henda meginreglan kann fylgjast.