Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

4. PARTUR

Tey lurtaðu eftir Satani — Hvørjar vóru fylgjurnar?

Tey lurtaðu eftir Satani — Hvørjar vóru fylgjurnar?

Ádam og Eva aktaðu ikki Gud, og tí doyðu tey. 1 Mósebók 3:6, 23

Eva lurtaði eftir slanguni og át av fruktini. Seinni gav hon eisini Ádami, og hann át.

Tað, sum tey gjørdu, var skeivt — tey syndaðu. Gud koyrdi tey út úr Paradísinum.

Lívið var strævið hjá teimum og børnunum. Tey blivu gomul og doyðu. Tey komu ikki í ein andaheim — tey vóru ikki til longur.

Tey deyðu eru lívleys sum mold. 1 Mósebók 3:19

Vit doyggja, tí vit øll stava frá Ádami og Evu. Tey deyðu eru hvørki før fyri at síggja, hoyra ella gera nakað. — Prædikarin 9:5, 10.

Jehova hevði ikki ætlað, at menniskju skuldu doyggja. Hann fer skjótt at geva teimum deyðu lívið aftur. Lurta tey eftir honum, fáa tey ævigt lív.