Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

7. PARTUR

Hvør var Jesus?

Hvør var Jesus?

Jehova sendi Jesus niður á jørðina. 1 Jóhannes 4:9

Vilja vit gleða Jehova, mugu vit eisini lurta eftir einum øðrum týðandi persóni. Langt áðrenn Jehova skapti Ádam, skapti hann ein veldigan andaskapning í himli.

Seinni sendi Jehova henda andaskapningin niður á jørðina. Hann varð føddur í Betlehem av eini jomfrú, sum æt Maria, og hann fekk navnið Jesus. — Jóhannes 6:38.

Jesus hevði somu eginleikar sum Gud. Hann var góður við fólk, vinaligur og fyrikomandi. Óttaleysur lærdi hann onnur sannleikan um Jehova.

Jesus gjørdi hitt góða, men varð hataður. 1 Pætur 2:21-24

Jesus grøddi eisini tey sjúku og vakti upp deyð.

Trúarleiðararnir hataðu Jesus, tí hann avdúkaði teirra følsku læru og óndu gerðir.

Trúarleiðararnir fingu rómverjar at fara illa við Jesusi og drepa hann.