Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

3. PARTUR

Hvussu var tað at liva í Paradísinum?

Hvussu var tað at liva í Paradísinum?

Jehova gav Ádami og Evu alt, sum teimum tørvaði. 1 Mósebók 1:28

Jehova skapti fyrstu kvinnuna, Evu, og gav Ádami hana til konu. — 1 Mósebók 2:21, 22.

Jehova skapti tey við fullkomnum sinni og likami, tey høvdu eingi brek.

Tey búðu í Edens urtagarði. Hann var sera vakur við eini á, trøum og dýrum.

Jehova tosaði við tey; hann lærdi tey. Lurtaðu tey eftir honum, kundu tey liva allar ævir í Paradísinum á jørðini.

Einum ávísum træi máttu tey ikki eta av, segði Gud. 1 Mósebók 2:16, 17

Jehova segði við Ádam og Evu, at tey ikki máttu eta av einum ávísum træi. Gjørdu tey tað, skuldu tey doyggja.

Ein eingil gjørdi uppreistur ímóti Gudi. Hesin óndi eingilin var Satan Djevulin.

Satan vildi ikki, at Ádam og Eva aktaðu Jehova. Hann fekk eina slangu at siga við Evu, at hon ikki skuldi doyggja, um hon át av trænum, men blíva sum Gud. Tað var sjálvandi lygn. — 1 Mósebók 3:1-5.