Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

9. PARTUR

Nær verður jørðin eitt paradís?

Nær verður jørðin eitt paradís?

Trupulleikarnir á jørðini vísa, at Guds ríki skjótt fer at taka ræðið. Lukas 21:10, 11; 2 Timoteus 3:1-5

Bíblian hevur boðað frá nógvum av tí, sum hendir nú á døgum. Til dømis skuldu fólk vera harðlig, foreldrum ólýðin, elska pengar og elska at stuttleika sær.

Stórir jarðskjálvtar, kríggj, hungur og sjúka skuldu vera víða hvar. Alt hetta er veruleikin í dag.

Jesus segði eisini, at allur heimurin skuldi hoyra gleðiboðini um Ríkið. — Matteus 24:14.

Ríkið skal beina fyri øllum óndskapi. 2 Pætur 3:13

Jehova fer skjótt at gera av við øll tey óndu.

Satan og illu andarnir skulu revsast.

Tey, sum lurta eftir Gudi, yvirliva og skulu búgva í einum rættvísum nýggjum heimi. Har er eingin ótti; øll hava álit og kærleika hvør til annan.