Lurtið eftir stóra Læraranum
Bestu meginreglurnar eru at finna í Bíbliuni. Børn kunnu fáa upplæring, ikki frá onkrum menniskja, men frá sínum himmalska faðir.
Tað sum børn mugu fáa frá foreldrum sínum
Henda bókin er skrivað soleiðis, at hon hjálpir børnum og vaksnum at tosa saman um týðandi evni.
KAPITTUL 2
Eitt bræv frá einum góðum Gudi
Brævið frá honum er at finna í eini bók, sum er dýrabarari enn nøkur onnur bók.
KAPITTUL 3
Hann skapti alt
Hvør hevur skapt fuglarnar og lært teir at syngja? Hvør skapti tað grøna grasið? Hvør skapti teg?
KAPITTUL 4
Gud hevur eitt navn
Vit hava øll eitt navn. Veitst tú, hvussu Gud eitur? Hví hevur hansara navn týdning?
KAPITTUL 6
Stóri Lærarin gjørdi nakað fyri onnur
Verður tú glaður, tá ið onkur ger okkurt gott fyri teg? Tað verða vit øll, og tað visti stóri Lærarin.
KAPITTUL 7
At akta verjir teg
Ung kunnu læra nógv av teimum, sum eru eldri. Og tá ið Gud biður okkum gera nakað, kunnu vit vera vís í, at tað er tað rætta at gera.
KAPITTUL 9
Vit mugu standa ímóti freistingum
Hvat skalt tú gera, um onkur biður teg gera nakað skeivt?
KAPITTUL 10
Jesus er sterkari enn illu andarnir
Vit skulu ikki vera bangin fyri illu andunum, men vit mugu ansa eftir, at teir ikki lumpa okkum.
KAPITTUL 12
Jesus lærir okkum at biðja
Tú kanst tosa við Gud, nær tað skal vera, dag ella nátt, og hann hoyrir teg.
KAPITTUL 18
Minnist tú at siga takk?
Frásøgan um teir tíggju spitølsku menninar kann læra teg nakað.
KAPITTUL 20
Skulu vit altíð royna at vera fremst?
Hvat segði Jesus við lærisveinarnar, tá ið teir trættust um hetta?
KAPITTUL 25
Kunnu ónd menniskju broyta seg?
Frásøgurnar um Saulus og um eina skøkju svara spurninginum.
KAPITTUL 26
Hví er tað torført at gera tað rætta?
Hvat gera ónd menniskju, um tú ikki vilt gera, sum tey siga?
KAPITTUL 27
Hvør er tín Gud?
Fólk tilbiðja nógvar gudar. Hvat eigur tú at gera? Tríggir ungir hebrearar hjálpa okkum at finna svarið.
KAPITTUL 28
Hvussu vita vit, hvønn vit skulu akta?
„Gevið ... keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“
KAPITTUL 29
Dámar Gudi allar veitslur?
Visti tú, at fleiri veitslur eru nevndar í Bíbliuni? Vit fáa at vita, hvussu Gudi dámdi tær.
KAPITTUL 30
Hjálp ímóti ótta
Stóri Lærarin segði ikki, at tað skuldi vera lætt at tæna Jehova. Men tað ber til at gerast djarvur og fáa hjálp.
KAPITTUL 32
Hvussu varð Jesus vardur?
Fá at vita, hvussu Jehova vardi Jesus fyri fólkum, sum vildu drepa hann, tá ið hann var lítil.
KAPITTUL 33
Jesus kann verja okkum
Tá ið hann var á jørðini, vísti hann, hvussu hann kundi verja tey, sum elskaðu hann.
KAPITTUL 34
Hvat hendir, um vit doyggja?
Skalt tú vera bangin fyri deyðanum ella fyri fólkum, sum eru deyð?
KAPITTUL 35
Um vit doyggja, kunnu vit vakna aftur!
Gud gav Jesusi vald at vakja fólk, eisini børn, upp frá deyðum.
KAPITTUL 37
Gloym ikki Jehova og son hansara
Jesus vísti sínum lærisveinum ein serligan máta at minnast, hvat Jehova og Jesus hava gjørt fyri okkum.
KAPITTUL 40
Hvussu kunnu vit gleða Gud?
Eitt orðatak í Bíbliuni ljóðar: „Ver vísur, sonur mín, og gleð hjarta mítt.“
KAPITTUL 42
Hví skulu vit arbeiða?
Arbeiði er gott bæði fyri kropp og sál. Tú kanst læra at gleðast um arbeiði.
KAPITTUL 43
Hvørji eru okkara brøður og systrar?
Er tað eisini fólk, sum ikki eru børn hjá okkara foreldrum?
KAPITTUL 45
Hvat er Guds ríki? Hvussu vísa vit, at vit ynskja tað?
Tá ið Jesus hevur vald á øllum á jørðini, fer hann at gera nakrar sera stórar broytingar.
KAPITTUL 46
Ein heimur gekk undir í vatni – kann tað henda aftur?
Tey rættvísu skulu liva um ævir á jørðini.
KAPITTUL 48
Hvussu sleppur tú at liva í Guds friðarliga nýggja heimi?
Hvussu kanst tú koma at liva har um ævir?