Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 38

Hví eiga vit at elska Jesus?

Hví eiga vit at elska Jesus?

HUGSA tær, at tú situr í einum báti, sum er um at søkka. Hevði tú ikki verið glaður, um onkur kom og bjargaði tær? — Tað er einki at ivast í. Men hvat nú, um hann, sum bjargaði tær, sjálvur doyði av tí? — Tað var tað, Jesus Kristus gjørdi. Sum tú lærdi í kapittul 37, offraði hann sítt lív, fyri at vit kundu verða bjargað.

Sjálvandi bjargaði hann okkum ikki undan at drukna. Hvørjum so? Minnist tú tað? — Hann bjargaði okkum undan syndini og deyðanum, sum vit øll hava arvað frá Ádami. Nøkur menniskju hava skikkað sær heilt illa, men Jesus doyði eisini fyri tey. Hevði tú vágað lívið fyri at bjarga sovorðnum fólki? —

Bíblian sigur: „Neyvan fer nakar at doyggja fyri ein rættvísan — fyri hin góða kundi tað verið, at onkur hevði havt mót at doyð.“ Og kortini sigur Bíblian so, at Jesus doyði „fyri gudleys“, altso eisini fyri tey, sum slættis ikki tæna Gudi! Víðari sigur Bíblian: „Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar [enn gjørdu tað, sum var skeivt].“ — Rómbrævið 5:6-8.

Minnist tú ein ápostul, sum fyrr hevði gjørt nógv ónt? — Hesin sami ápostulin skrivaði: „Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og av teimum eri eg hin størsti.“ Ápostulin, sum skrivaði hetta, var Paulus. Hann fortaldi, at fyrr hevði hann verið ’skilaleysur’ og ’livað í óndskapi’. — 1 Timoteus 1:15; Titus 3:3.

Hugsa tær, hvussu stóran kærleika Gud má hava havt, at hann læt sonin hjá sær offra lívið fyri sovorðin menniskju! Latið okkum taka Bíbliuna fram og lesa um tað í Jóhannesevangeliinum, kapittul 3, vers 16. Har stendur: „Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.“

Hvat mátti Jesus tola, tá hann offraði lívið fyri okkum?

Jesus vísti, at hann hevði líka so stóran kærleika til okkara, sum Faðirin. Kanska minnist tú, at vit í kapittul 30 her í bókini lósu um tað, sum hendi Jesusi ta náttina, hann varð tikin til fanga. Teir førdu hann til høvuðsprestin Kaifas, og har hildu teir rættargang ímóti honum. Nøkur følsk vitni søgdu lygnir um Jesus, og onnur slógu hann við knýttum nevum. Hesa somu nátt noktaði Pætur, at hann kendi Jesus. Latið okkum hugsa okkum, at vit eru har og síggja alt, sum fer fram.

Tað er farið at lýsa. Jesus hevur verið uppi alla náttina. Rættargongdin, sum prestarnir hava hildið um náttina, er ikki eftir reglunum, og tí skunda teir sær nú at kalla Sanhedrinið saman. Tað er hægstirættur hjá jødunum. Har ákæra teir aftur Jesus fyri at hava spottað Gud.

So syrgja prestarnir fyri, at Jesus verður bundin, áðrenn teir fara við honum til mannin, sum stjórnar landinum fyri rómverjar; hann eitur Pilatus. Teir siga við Pilatus: ’Jesus er ímóti stjórnini. Hann skal drepast!’ Men Pilatus kennir á sær, at prestarnir lúgva. Hann sigur við teir: ’Eg haldi ikki, at hesin maðurin hevur gjørt nakað galið. Eg ætli mær at lata hann leysan.’ ’Nei!’ rópa prestarnir og hinir, ’drep hann!’

Seinni roynir Pilatus aftur at siga við fólkini, at hann fer at lata Jesus leysan. Men prestarnir fáa alla mannamúgvuna at rópa: ’Sleppur tú honum leysum, ert tú eisini sjálvur ímóti stjórnini! Drep hann!’ Fólkini rópa harðari og harðari. Hvat ger Pilatus nú? —

Hann gevur eftir. Fyrst fær hann Jesus húðflongdan. Síðan letur hann hermenninar fáa hann, so teir kunnu drepa hann. Teir seta eina krúnu av tornum um høvdið á honum og halda hann fyri gjøldur við at boyggja seg fyri honum, sum var hann ein kongur við krúnu á høvdinum. So geva teir Jesusi ein stóran steyra, ella bjálka, at bera, og teir taka hann við sær út um býin til eitt stað, sum kallast Skallastaður. Har negla teir hendurnar og føturnar á Jesusi fastar á steyran. Síðani reisa teir hann upp, soleiðis at Jesus hongur á steyranum. Hann bløðir. Pínan er ræðulig.

Jesus doyr ikki alt fyri eitt. Hann hongur bara á steyranum. Høvuðsprestarnir gera gjøldur burtur úr honum. Og fólk, sum ganga framvið, siga: ’Ert tú Guds sonur, kanst tú jú bara fara niður av steyranum!’ Men Jesus veit, hvat Faðir hansara hevur sent hann at gera. Hann veit, at hann má offra sítt fullkomna lív, so vit kunnu fáa ævigt lív. Endiliga, umleið klokkan 3 seinnapartin, rópar Jesus á Faðir sín og doyr. — Matteus 26:36–27:50; Markus 15:1; Lukas 22:39–23:46; Jóhannes 18:1–19:30.

Jesus var heilt øðrvísi enn Ádam! Ádam hevði ongan serligan kærleika til Gud. Hann var ólýðin móti Gudi. Ádam hevði heldur ongan kærleika til okkara. Hann syndaði, og tað er orsøkin til, at vit øll eru fødd sum syndarar. Men Jesus elskaði bæði Gudi og okkum. Hann aktaði altíð Gud. Og hann offraði lívið fyri at gera alt tað, sum Ádam spilti, gott aftur.

Hvussu kunnu vit vísa, at vit elska Jesus?

Skilur tú, hvussu undursamt tað, sum Jesus gjørdi fyri okkum, er? — Tá ið tú biður til Jehova, minnist tú so til at siga honum takk fyri, at hann gav okkum son sín? — Paulus ápostul var takksamur fyri tað, sum Jesus hevði gjørt fyri hann. Hann skrivaði: ’Guds sonur elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg.’ (Galatiabrævið 2:20) Jesus gav eisini lívið fyri teg og meg. Hann gav sítt fullkomna lív, fyri at vit kunnu fáa ævigt lív! Tað eigur veruliga fáa okkum at elska Jesus, heldur tú ikki? —

Paulus ápostul skrivaði til tey kristnu í býnum Korint: „Kærleiki Krists valdar okkum.“ Hvat fær kærleiki Kristusar okkum at gera? Hvat heldur tú? — Legg til merkis, hvussu Paulus svarar: „Hann [Kristus] er deyður fyri allar, fyri at teir, sum liva, ikki longur skulu liva fyri sær sjálvum, men fyri honum.“ — Okkara skákskriving; 2 Korintbræv 5:14, 15.

Hvussu kanst tú so vísa, at tú livir fyri at gera tað, sum Jesus vil? — Tú kanst til dømis fortelja øðrum, hvat tú hevur lært um hann. Og her er nakað annað at hugsa um: Hvat um tú ert einsamallur inni, so hvørki pápi tín ella mamma tín ella nakar annar sær, hvat tú gert? Fert tú so at hyggja eftir onkrum í sjónvarpinum ella á alnótini, sum tú veitst, ikki hevði dámt Jesusi? — Minst til, Jesus livir og sær alt, sum vit gera!

Hvør sær alt, sum vit gera?

Vit hava eisini aðrar grundir at elska Jesus. Vit vilja fegin taka eftir Jehova. ’Faðirin elskar meg,’ segði Jesus. Veitst tú, hví Jehova elskar Jesus, og hví vit eisini eiga at gera tað? — Tí Jesus var villigur at doyggja fyri at fremja Guds vilja. (Jóhannes 10:17) Latið okkum gera, sum vit lesa í Bíbliuni: „Verið tí eftirfylgjarar Guds eins og elskað børn, og livið í kærleika, líkasum eisini Kristus elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum.“ — Efesusbrævið 5:1, 2.

Her eru nøkur skriftstøð, sum kunnu geva okkum uppaftur størri virðing fyri tí, sum Jesus gjørdi fyri okkum: Jóhannes 3:35; 15:9, 10 og 1 Jóhannes 5:11, 12.