Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 34

Hvat hendir, um vit doyggja?

Hvat hendir, um vit doyggja?

TÚ VEITST, at sum er, verða fólk sjúk og doyggja. Nøkur børn doyggja eisini. Skulu vit vera bangin fyri at doyggja? Ella skulu vit vera bangin fyri teimum, sum eru deyð? — Veitst tú, hvat hendir okkum, um vit doyggja? —

Gaman í er eingin til nú á døgum, sum hevur verið deyður og er komin aftur at siga okkum frá, hvussu tað er at vera deyður. Men tá stóri Lærarin, Jesus, livdi á jørðini, var ein sovorðin maður. Tá vit hoyra um tann mannin, fáa vit nakað at vita um, hvat hendir teimum, sum doyggja. Maðurin var vinur við Jesus, og hann búði í Betania, sum var ein lítil býur tætt við Jerúsalem. Hann æt Lazarus og átti tvær systrar, sum itu Marta og Maria. Nú skalt tú hoyra, hvat Bíblian sigur um Lazarus.

Ein dagin verður hann illa sjúkur. Tá tað hendir, er Jesus langt av leið. Marta og Maria senda tí Jesusi boð um, at Lazarus, beiggi teirra, er sjúkur. Tær vita jú, at Jesus kann gera hann frískan aftur. Jesus er sjálvandi ikki lækni, men Gud hevur givið honum kraft at grøða allar sjúkur. — Matteus 15:30, 31.

Men áðrenn Jesus kemur fram, verður Lazarus so sjúkur, at hann doyr. Jesus sigur við lærisveinarnar hjá sær, at Lazarus svevur, og at hann skal fara at vekja hann. Lærisveinarnir skilja slættis ikki, hvat Jesus meinar. So sigur Jesus bart út: „Lazarus er deyður.“ Hvat vísir tað okkum um deyðan? — Tað vísir okkum, at deyðin er sum ein fastur svøvnur, ja, enntá so fastur, at eingir dreymar eru.

Nú kemur Jesus at vitja Martu og Mariu. Nógvir vinir hjá familjuni eru longu komnir. Teir eru komnir at ugga systrarnar báðar, nú beiggi teirra er deyður. Tá Marta fær at vita, at Jesus er á veg, fer hon út at møta honum. Løtu seinni kemur Maria eisini. Hon er kedd og grætur, og hon fellur niður fyri føturnar á Jesusi. Onnur koma aftan á henni; tey gráta eisini.

Stóri Lærarin spyr nú, hvar tey hava lagt Lazarus. Tey taka Jesus við sær til eitt helli, sum tey hava lagt hin deyða Lazarus inn í. Tá Jesus sær øll fólkini gráta, fer hann eisini at gráta. Hann veit, hvussu ringt tað er at missa ein kæran.

Ein steinur er rullaður fyri inngongdina til hellið. Nú sigur Jesus: „Takið burt steinin!“ Skulu teir nú tað? — Marta heldur ikki, at tað er nakað gott hugskot. Hon sigur: „Harri, hann dampar longu, tí hann hevur ligið í fýra dagar!“

Men Jesus sigur við hana: „Segði Eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guds!“ Jesus meinar, at Marta skal sleppa at síggja nakað, sum fer at geva Gudi stóran heiður. Hvat ger Jesus nú? Steinurin verður rullaður frá, og Jesus biður til Jehova. So sigur hann hart: „Lazarus, kom út!“ Fór Lazarus nú at reisa seg og koma út? Kundi hann tað? —

Lat meg fyrst spyrja teg eitt: Kanst tú vekja ein, sum liggur og svevur? — Ja, tað kanst tú, bara tú rópar nóg hart. Men kanst tú vekja ein, sum svevur í deyðanum? — Nei, tað kanst tú ikki. Hvussu hart tú enn rópar, so hoyrir ein, sum er deyður, einki. Hvørki tú ella eg ella nakar annar í øllum heiminum kann nú á døgum vekja ein, sum er deyður.

Hvat hevur Jesus gjørt við Lazarus?

Men Jesus er øðrvísi. Hann hevur eina serliga kraft, sum hann hevur fingið frá Gudi. Hann rópar altso Lazarus, og so hendir nakað ótrúligt. Maðurin, sum hevur verið deyður í fýra dagar, reisir seg upp og kemur út úr grøvini! Hann er livandi aftur! Hann bæði andar og sær, hann gongur og hann tosar! Jesus hevur vakt Lazarus úr deyðanum. — Jóhannes 11:1-44.

Her er nakað hjá tær at hugsa um: Hvat hendi, tá Lazarus doyði? Fór onkur ósjónligur partur av honum — ein sál, ein andi ella okkurt sovorðið — út úr kroppinum á honum at liva víðari onkra aðrastaðni? Hevði Lazarus eina sál, sum kom upp í himmalin? Livdi hann fýra dagar í himlinum hjá Gudi og einglunum? —

Nei, tað gjørdi hann ikki. Minst til, Jesus segði, at Lazarus svav. Tá vit sova ordiliga fast, vita vit ikki, hvat hendir rundan um okkum, heldur tú? — Og tá vit vakna, vita vit ikki, hvussu leingi vit hava sovið, fyrr enn vit hyggja at klokkuni.

Soleiðis er eisini við teimum, sum eru deyð. Tey vita einki. Tey føla einki, og tey kunnu heldur einki gera. Soleiðis var Lazarus, meðan hann var deyður. Deyðin er sum ein fastur svøvnur, har vit ikki minnast nakað sum helst. Bíblian sigur: „Hini deyðu vita einki.“ — Prædikarin 9:5, 10.

Hvussu var støðan hjá Lazarusi, meðan hann var deyður?

Vit kunnu eisini spyrja: Um Lazarus var uppi í himlinum teir fýra dagarnar, hevði hann so ikki fortalt okkurt um tað? — Og um hann hevði tað óføra gott uppi í himlinum, hevði Jesus so rópt hann niður aftur á jørðina? — Nei, sjálvandi ikki!

Men nógv siga, at vit hava eina sál, og at sálin livir víðari, tá kroppurin doyr. Tey siga, at sálin hjá Lazarusi var á lívi onkustaðni. Men tað sigur Bíblian ikki. Hon sigur, at Gud skapti fyrsta menniskja, Ádam, so hann „varð ein livandi sál“. Ádam var altso ein sál. Bíblian sigur eisini, at Ádam doyði, eftir at hann hevði syndað. Tá bleiv hann ein ’deyð sál’, og hann fór aftur í moldina, sum hann varð skaptur úr. Bíblian sigur eisini, at allir eftirkomararnir hjá Ádami arvaðu syndina og deyðan. — 1 Mósebók 2:7; 3:17-19; 4 Mósebók 6:6, Ny Verden-oversættelsen; Rómbrævið 5:12.

Vit síggja altso, at eitt menniskja ikki hevur eina sál, nei, tað er ein sál. Einki ósjónligt fer úr kroppinum á okkum, tá vit doyggja. Og av tí at vit øll somul hava arvað syndina frá fyrsta menniskjanum, Ádami, sigur Bíblian, at ’tann sál, ið syndar, hon skal doyggja’. — Ezekiel 18:4.

Hví skulu vit ikki vera bangin fyri teimum deyðu?

Summi ræðast tey deyðu. Teimum dámar ikki at ganga fram við einum kirkjugarði, tí tey halda, at tey deyðu hava eina sál, sum kann koma upp úr grøvini og gera teimum fortreð. Men kunnu tey deyðu gera teimum livandi fortreð? Kunnu tey yvirhøvur gera nakað? — Nei.

Nøkur trúgva, at tey deyðu ganga aftur sum spøkilsi, ið vísa seg fyri teimum livandi. Ja, nøkur seta eisini mat fram til tey deyðu. Men gera vit tað, vísa vit, at vit ikki trúgva tí, sum Gud sigur um deyðan. Trúgva vit tí, sum Gud sigur, eru vit ikki bangin fyri teimum deyðu. Og eru vit glað fyri, at Gud hevur givið okkum lívið, so vísa vit tað við at gera tað, sum Gudi dámar.

Kanska hugsar tú nú: ’Um børn doyggja, fer Gud so at gera tey livandi aftur? Vil hann tað?’ Tað skulu vit tosa um í næsta kapitli.

Her kunnu vit lesa, hvat Bíblian sigur um tey deyðu: Sálmur 115:17; 146:3, 4 og Jeremias 2:34, (Ny Verden-oversættelsen).