Formæli
’Eftirfylgið teimum, sum við trúgv og toli arva lyftini.’ — HEBREARABRÆVIÐ 6:12.
1, 2. Hvussu metti ein ferðandi umsjónarmaður trúfastar persónar í Bíbliuni, og hví kundi tað verið frálíkt at havt teir sum vinir?
„HANN tosar um persónarnar í Bíbliuni, sum vóru teir hansara gomlu vinir.“ Hetta segði ein systir, tá ið hon hevði hoyrt fyrilesturin hjá einum eldri ferðandi umsjónarmanni. Og rætt hevði hon, tí bróðirin hevði í fleiri áratíggju lisið og kannað Guds orð og undirvíst í tí. Ja, so nógv, at trúarinnar menn og kvinnur úr bíbliufrásøguni veruliga kendust sum vinir, hann hevði kent alt lívið.
2 Hevði tað ikki verið frálíkt at havt hesar bíbilsku persónarnar sum vinir? Eru teir líka veruligir í tínum huga? Hugsa tær, hvussu tað hevði verið at fylgst við teimum og tosað við teir, at lært menn og kvinnur sum Nóa, Ábraham, Rutt, Elias og Ester at kenna. Hugsa um, hvussu tey kundu ávirkað títt lív, hvørji dýrabar ráð og hvørja troyst tey kundu givið tær! — Les Orðtøkini 13:20.
3. (a) Hvussu kunnu vit fáa nyttu av at læra um trúarinnar menn og kvinnur úr bíbliufrásøguni? (b) Hvørjar spurningar fara vit at kanna?
3 Tá ið „uppreisn verður . . . av rættvísum“, kunnu vit sjálvsagt fáa slík gevandi vinaløg. (Áps. 24:15) Men longu nú kunnu vit fáa nyttu av at læra um trúarinnar menn og kvinnur úr bíbliufrásøguni. Hvussu tá? Paulus ápostul gav hesi ráð: ’Eftirfylgið teimum, sum við trúgv og toli arva lyftini.’ (Hebr. 6:12) Nú tá ið vit fara undir lesturin um menn og kvinnur, sum høvdu sterka trúgv, fara vit at kanna nakrar spurningar, sum orðini hjá Paulusi kunnu fáa okkum at hugsa um: Hvat er trúgv í roynd og veru, og hví skulu vit hava trúgv? Hvussu kunnu vit taka eftir trúføstu tænarum Jehova úr forðum?
Hvat er trúgv, og hví skulu vit hava trúgv?
4. Hvat halda nógv fólk, at trúgv er, og hví fara tey skeiv?
4 Trúgv er ein dragandi eginleiki, ein eginleiki, sum allir menninir og allar kvinnurnar, vit fara at lesa um í hesi bókini, settu sera høgt. Nógv fólk í dag vita ikki, hvat sonn trúgv er, tey halda, at tað merkir at trúgva onkrum uttan at hava nøkur verulig prógv. Men tey fara skeiv. Sonn trúgv er ikki tað sama sum góðtrúni; hon er ikki bara ein kensla; hon er ikki blind trúgv. Góðtrúni er vandamikil. Ein kensla kann koma og fara, og sonn trúgv er meira enn at trúgva, at Gud er til, tí sjálvt ’illu andarnir trúgva — og skelva’. — Ják. 2:19.
5, 6. (a) Hvørjar tveir lutir, sum ikki síggjast, fevnir okkara trúgv um? (b) Hvussu væl grundað eigur okkara trúgv at vera? Lýs við einum dømi.
Hebrearabrævið 11:1.) Paulus segði, at trúgv fevnir um tveir lutir, sum vit ikki síggja. Í fyrra lagi fevnir hon um veruleikar, ’sum ikki síggjast’. Okkara bókstavligu eygu síggja ikki veruleikarnar í andaheiminum, eitt nú Jehova Gud, son hansara ella Ríkið, sum stjórnar úr himli. Í seinna lagi fevnir trúgv um „tað, sum vónað verður“ — tilburðir, ið ikki eru farnir fram enn. Enn síggja vit ikki nýggja heimin, sum Guds ríki skjótt fær til vegar. Merkir tað so, at vit einki grundarlag hava fyri trúnni á hesar veruleikarnar og fyri tí, vit hava vónað?
5 Sonn trúgv hevur einki við góðtrúna at gera ella bert at trúgva, at Gud er til. Minst til, hvussu Bíblian lýsir trúgv. (Les6 Nei, als ikki! Paulus greiddi frá, at sonn trúgv hevur haldgott grundarlag. Tá ið hann nevndi, at trúgv er „full vissa“, nýtti hann eina orðing, ið eisini kann endurgevast sum „skeyti“. Ímynda tær, at onkur fekk hug at geva tær eini hús. Hann gevur tær kanska skeytið til húsini og sigur: „Her er títt nýggja heim.“ Sjálvandi meinar hann ikki, at tú skalt búgva á sjálvum pappírslepanum; hann meinar, at skjalið er so løgfrøðiliga bindandi, at eigur tú skjalið, eigur tú húsini. Á líknandi hátt vissar trúgvin okkum um, at alt, sum Gud lovar í sínum orði, at kalla er gingið út.
7. Hvat fevnir sonn trúgv um?
7 Sonn trúgv fevnir altso um væl grundað álit og óvikandi sannføring, sum týðiliga er miðsavnað um Jehova Gud. Trúgv fær okkum at meta hann sum okkara góða Faðir og at hava álit á, at øll hansara lyfti við vissu ganga út. Men sonn trúgv fevnir um meira. Eins og alt livandi má hon hava føði, skal hon yvirliva. Hon má vísast í verki, annars doyr hon. — Ják. 2:26.
8. Hví er trúgv so umráðandi?
8 Hví er trúgv so umráðandi? Paulus gav eitt greitt svar. (Les Hebrearabrævið 11:6.) Uttan trúgv kunnu vit hvørki venda okkum til Jehova í bøn ella gleða hann. Tí er trúgv alneyðug, um vit skulu liva upp til størstu og tignarligastu ætlanina við øllum vitigum skapningum: at nærkast okkara himmalska Faðir, Jehova, og geva honum dýrd.
9. Hvussu hevur Jehova víst, at hann veit, at okkum tørvar trúgv?
9 Jehova veit, hvussu stóran tørv vit hava á trúgv, og tí gevur hann okkum fyrimyndir, sum kunnu læra okkum at menna og vísa trúgv. Hann signar kristnu samkomuna við trúføstum monnum, sum ganga undan og eru góðar fyrimyndir. Orð hansara sigur: ’Eftirfylgið trúgv teirra!’ (Hebr. 13:7) Og hann hevur givið okkum meira enn tað. Paulus skrivaði um eitt „stórt skýggj av vitnum“, menn og kvinnur í forðum, sum gjørdust frálíkar fyrimyndir í trúgv. (Hebr. 12:1) Listin hjá Paulusi yvir tey trúføstu, sum stendur at lesa í Hebrearabrævinum kapittul 11, er verri enn so fullfíggjaður. Síðurnar í Bíbliuni eru fullar av sonnum søgum um menn og kvinnur, ung og gomul við ymiskari bakgrund, sum livdu eitt lív í trúgv. Tey hava almikið at læra okkum í hesum trúleysu tíðum.
Hvussu kunnu vit taka eftir trúnni hjá øðrum?
10. Hvussu kann okkara persónligi lestur hjálpa okkum at taka eftir trúføstu monnunum og kvinnunum í bíbliufrásøguni?
10 Tað ber ikki til at taka eftir einum persóni, fyrr enn tú hevur eygleitt hann gjølla. Sum tú lesur hesa bókina, finnur tú út av, at nógv hevur verið granskað fyri at hjálpa tær at læra hesar trúføstu tænararnar betur at kenna. Hví ikki fylgja sama leisti og sjálvur kanna meira? Tá ið tú lesur persónliga, kanst tú so at siga grava niður í Bíbliuna við teimum hjálparamboðunum, sum eru til taks. Meðan tú grundar á tað, sum tú lesur, kanst tú royna at ímynda tær umhvørvið og bakgrundina í bíbliufrásøgunum. Royn at síggja støðini fyri tær, at hoyra ljóðini, kenna luktirnar og — av enn størri týdningi — royn at skilja kenslurnar hjá persónunum. Tá ið tú livir teg inn í lívið hjá hesum trúføstu monnunum og kvinnunum, verða tey meira verulig — nøkur av teimum fara kanska enntá at kennast sum góðir gamlir vinir.
11, 12. (a) Hvussu kanst tú kenna teg tættari knýttan at Ábrahami og Sáru? (b) Hvussu kann dømið við Hannu, Eliasi ella Sámueli gagna tær?
11 Tá ið tú veruliga kemur at kenna tey, fært tú hug at taka eftir teimum. Ímynda tær til dømis, at Jehova samskipan bjóðar tær at víðka tína tænastu á onkran hátt. Kanska verður tú biðin at flyta til eitt øki, har stórur tørvur er á fleiri boðarum, ella tú verður eggjaður til at royna eina tænastugrein, sum tú kanska ikki kennir so væl ella kennir teg ótryggan við. Meðan tú umhugsar uppgávuna og hevur hana við í tínum bønum, hevði tað so kanska verið ein hjálp at hugsa um Ábraham? Hann og Sára vóru fús at fara frá hentleikunum í Ur og fingu nógvar signingar afturfyri. Gongur tú í teirra fótafetum, kemur tú heilt vist at kenna tey nógv betur.
12 Og hvat um ein av tínum nærmastu var óreinur við teg, so tú vart um at missa mótið, og enntá kendi teg freistaðan at sita heima frá møtunum? Um tú tá hevur Hannu til fyrimynd og hugsar um, hvussu hon kláraði seg, hóast Peninna argaði hana, er tað kanska lættari hjá tær at taka ta røttu avgerðina
— og kanska verður Hanna eisini eins og ein góð vinkona. Um tú hevur mist mótið, tí tú kennir teg nyttuleysan, kanst tú kenna teg tættari knýttan at Eliasi, um tú kannar hansara torføru støðu, og sært hvussu Jehova uggaði hann. Og ungfólk, sum kenna eitt støðugt trýst frá siðleysum skúlafelagum, kunnu kenna seg tættari knýtt at Sámueli, eftir at tey hava lisið um, hvussu hann kláraði seg, hóast siðleysu synirnir hjá Eli gjørdu sína ávirkan galdandi í halgidóminum.13. Verður tín trúgv minni verd, um tú tekur eftir trúnni hjá øðrum? Greið frá.
13 Hevur tín egna trúgv minni virði í eygum Jehova, um tú tekur eftir tí, sum onnur gjørdu fyri at vísa sína trúgv? Als ikki! Minst til, at Jehova í orði sínum eggjar okkum til at taka eftir fólki, sum høvdu trúgv. (1 Kor. 4:16; 11:1; 2 Tess. 3:7, 9) Haraftrat tóku nakrir av persónunum, sum vit fara at lesa um, sjálvir eftir øðrum trúføstum tænarum, ið vóru undan teimum. Til dømis leggja vit til merkis í kapittul 17 í hesi bókini, at Maria í talu síni eyðsýniliga tók upp eftir Hannu, uttan iva tí hon metti hana sum eina góða fyrimynd. Hevði Maria tískil veikari trúgv? Neyvan! Dømið við Hannu hjálpti hinvegin Mariu at styrkja sína trúgv, so hon kundi fáa sítt egna góða navn hjá Jehova Gudi.
14, 15. Hvat finna vit í hesi bókini, og hvussu kunnu vit nýta hana?
14 Henda bókin er skrivað til at hjálpa tær at styrkja tína trúgv. Kapitlarnir taka støði í greinarøðini „Efterlign deres tro“, sum hevur verið prentað í Vagttårnet millum 2008 og 2013. Tó er okkurt nýtt tilfar lagt aftrat. Í kapitlunum eru spurningar, sum kunnu hjálpa okkum at tosa um tilfarið og læra av tí. Nógvar litríkar og nágreiniligar myndir eru gjørdar serliga til hesa útgávuna, og nakrar av teimum gomlu eru fríðkaðar og gjørdar størri. Annað hent tilfar er eisini lagt aftrat, eitt nú ein tíðarlinja og landkort. Bókin Tak eftir trúgv teirra er ætlað til persónligan lestur, familjulestur og samkomulestur. Nógvar familjur kunnu eisini gleðast um rætt og slætt at lesa søgurnar upp fyri hvør øðrum.
15 Vónandi fer henda bókin at hjálpa tær at taka eftir trúnni hjá teimum, sum trúføst tæntu Jehova í forðum. Og vónandi fer hon at styrkja tína trúgv, so hvørt sum tú fært tættari samband við himmalska Faðir tín, Jehova.