Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SPURNINGUR 8

Hvat skal eg vita um kynsligan ágang?

Hvat skal eg vita um kynsligan ágang?

SVARIÐ HEVUR TÝDNING

Hvørt ár verða milliónatals fólk neyðtikin ella kynsliga misnýtt á annan hátt, og tað eru serliga ung, sum eru í vanda. *

HVAT HEVÐI GJØRT?

Ein maður leyp knappliga á Annu, og áðrenn hon visti av, hevði hann lagt hana niður. „Eg gjørdi alt, eg var ment, fyri at sleppa burtur,“ sigur hon. „Eg royndi at skríggja, men einki ljóð kom. Eg skumpaði, sparkaði, sló og klóraði. Men so stakk hann meg við einum knívi. Eg stívnaði av ræðslu og fekk ikki rørt meg.“

Hvat hevði tú gjørt, um tú vart í eini líknandi støðu?

STEÐGA Á OG HUGSA TEG UM!

Sjálvt um tú ert varin og til dømis ansar væl eftir, tá ið tú gongur úti um kvøldið, kann okkurt ræðuligt henda. Bíblian sigur, ’at tíð og tilvild møtir øllum’. – Prædikarin 9:11, Dahl/Viderø.

Í summum førum er tað ein fremmandur, sum fremur kynsliga ágangin, eins og í døminum við Annu. Í øðrum førum er talan um ein kenning ella enntá eitt skyldfólk. Maja var bara tíggju ára gomul, tá ið ein tannáringadrongur í grannalagnum gjørdi seg kynsliga inn á hana. „Í fyrstuni skammaðist eg so illa og var so bangin, at eg ikki tordi at siga tað fyri nøkrum,“ sigur hon.

TAÐ ER IKKI TÍN SKYLD

Anna hevur enn skuldarkenslu um tað, sum hendi. „Eg blívi við at hugsa um tað, sum hendi tað kvøldið,“ sigur hon. „Eg føli, at eg átti at gjørt meira fyri at sleppa leys. Men tá ið hann hevði stungið meg við knívinum, var eg so ræðslusligin, at eg ikki fekk rørt meg. Eg kundi ikki gera meira, men eg føli bara, at eg átti at gjørt meira.“

Maja stríðist eisini við skuldarkenslu. „Eg skuldi ikki havt verið so góðtrúgvin,“ sigur hon. „Mamma og babba høvdu sagt, at systir mín og eg altíð skuldu vera saman, tá ið vit spældu úti, men eg lurtaði ikki eftir teimum. Og tí kennist tað, sum tað var mín skyld, at grannadrongurin fekk møguleika at gera seg inn á meg. Tað, sum hendi, ávirkaði mína familju, og eg føli, at tað er mín skyld, at tey eru so kedd. Tað er nokk tað ringasta.“

Hevur tú tað líkasum Anna ella Maja, mást tú endiliga minnast til, at eingin sjálvboðin verður neyðtikin. Summi umbera slíkar hendingar við at siga, at tær, sum verða neyðtiknar, bara kunnu takka sær sjálvum fyri tað. Men eingin hevur uppiborið at verða neyðtikin. Hevur tú verið fyri eini so ræðuligari gerð, so er tað ikki tín skyld!

Tað er sjálvsagt lætt at lesa orðini ’tað er ikki tín skyld’, men tað er kanska ikki so lætt at trúgva tí. Nøkur vilja ikki tosa um tað, sum hendi, og pína seg sjálv við skuldarkenslum og øðrum neiligum kenslum. Men fyri hvønn er tað best einki at siga – fyri teg ella fyri tann, sum framdi ágangin? Royn ikki at fjala út yvir tað, sum er hent.

SIG TAÐ FYRI ONKRUM

Tá ið rættvísi maðurin, Job, sum vit lesa um í Bíbliuni, hevði tað allarringast, segði hann: „Eg skal ... tala í beisku sálarneyð míni.“ (Job 10:1) Tað hevði verið gott hjá tær at gjørt tað sama. At tosa við ein, tú lítur á, kann hjálpa tær at liva við tí, sum er hent, og linna tær pínufullu kenslurnar.

Kenslurnar kunnu vera ov tungar hjá tær at bera einsamøll. Hví ikki tosa við onkran um tær og soleiðis fáa hjálp?

Soleiðis var tað hjá Annu. Hon sigur: „Eg tosaði við eina góða vinkonu, sum segði, at tað hevði verið gott, um eg eisini tosaði við nakrar elstar í samkomuni. Tað eri eg glað fyri, at eg gjørdi. Vit prátaðu saman fleiri ferðir, og teir søgdu akkurát tað, sum eg hevði brúk fyri at hoyra – at tað, sum var hent, ikki var mín skyld. Einki av tí var mín skyld.“

Maja tosaði við foreldrini um ágangin. „Tey hjálptu mær,“ sigur hon. „Tey royndu at fáa meg at tosa um tað, sum var hent, og tað gjørdi, at eg ikki var so kedd og ill longur.“

Maja fekk eisini troyst í bønini. „At tosa við Gud hjálpti mær,“ sigur hon, „serliga tá ið eg ikki orkaði at tosa við nakran annan. Tá ið eg biði, kann eg siga alt. Tað sissar meg og gevur mær frið.“

Tú kanst eisini fáa tað betri. Bíblian sigur: „At grøða hevur tíð sína.“ (Prædikarin 3:3) Tú mást ansa eftir tær sjálvari, bæði kropsliga og kensluliga. Syrg fyri at fáa neyðugu hvíluna. Og fremst av øllum mást tú líta á Jehova Gud, sum gevur troyst. – 2. Korintbræv 1:3, 4.

TÁ IÐ TÚ GONGUR SAMAN VIÐ EINUM

Ert tú nóg gomul at ganga saman við einum, og viðkomandi roynir at kroysta teg at gera nakað, sum ikki kennist rætt, er einki galið í klárt og týðiliga at siga: ’Halt uppat!’ ella ’Tak hasa hondina burtur!’ Lat ikki vera við at siga nakað, tí tú ert bangin fyri at missa dreingin hjá tær. Ger hann tað liðugt av hesi orsøk, er hann ikki verdur at hava! Tú hevur uppiborið ein rættan mann, ein, sum virðir tín kropp og tíni mørk.

KANNA TÍNA VITAN UM KYNSLIGA HAPPING

„Tá ið eg gekk í skúla, plagdu nakrir dreingir at hála í brósthaldaran hjá mær aftanífrá og siga ymiskt ljótt – sum til dømis at eg fór at hava tað nógv betri, tá ið eg hevði havt sex við teimum.“ – Coretta.

Heldur tú, at dreingirnir

  1. argaðu hana?

  2. flirtaðu við henni?

  3. framdu kynsliga happing?

„Í bussinum fór ein drongur at siga ymiskt ónærisligt við meg og nam við meg. Eg sló hondina burtur og bað hann flyta seg. Hann hugdi upp á meg, sum eg var løgin.“ – Candice.

Heldur tú, at drongurin

  1. argaði hana?

  2. flirtaði við henni?

  3. framdi kynsliga happing?

„Í fjør bleiv ein drongur við at siga, at honum dámdi meg, og at hann vildi, at vit skuldu ganga saman, sjálvt um eg bleiv við at siga nei. Viðhvørt streyk hann mær eftir arminum. Eg segði, at hann skuldi gevast, men hann vildi ikki. Einaferð tá ið eg skuldi binda lissur, klappaði hann mær á rumpuna.“ – Bethany.

Heldur tú, at drongurin

  1. argaði hana?

  2. flirtaði við henni?

  3. framdi kynsliga happing?

Rætta svarið til allar spurningarnar er 3.

Hvør er munurin á kynsligari happing og at flirta ella arga?

Kynslig happing er altíð einvegis. Hon heldur fram, sjálvt um mann biður happaran halda uppat.

Kynslig happing er álvarsom. Hon kann elva til kynsligan ágang.

^ par. 4 Hóast henda greinin serliga vendir sær til gentur, kunnu dreingir eisini brúka meginreglurnar og ráðini í henni.