SPURNINGUR 7
Hvussu kann eg standa ímóti trýstinum til at hava sex?
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT?
Ímynda tær hesa støðuna: Rebekka hevur bara gingið saman við Heina í tveir mánaðar, men tað følist, sum hon altíð hevur kent hann. Tey sms’a alla somlu tíðina, tosa saman í telefon í tímavís, og tey vita enntá, hvat hin ætlar at siga, áðrenn tað verður sagt. Men nú vil Heini meira enn bara at tosa.
Heini og Rebekka hava bara leitt hvørt annað og mussast eitt sindur hesar báðar mánaðirnar. Rebekka vil ikki taka næsta stigið. Men hon vil heldur ikki missa Heina. Eingin annar fær hana at kenna seg so vakra og fitta. Hon sigur við seg sjálva: ’Heini og eg elska jú hvørt annað ...’
Hvat hevði tú gjørt, um tú vart í somu støðu sum Rebekka og nóg gomul at ganga saman við einum?
STEÐGA Á OG HUGSA TEG UM!
Gongur tú ímóti eini náttúrulóg, eitt nú tyngdarmegini, kemur tú at kenna avleiðingarnar. Tað sama er galdandi, um tú gongur ímóti eini lóg um siðalag, til dømis hesi: ’Haldið tykkum frá siðloysi.’ – 1. Tessalonikabræv 4:3.
Hvørjar eru avleiðingarnar, um mann ikki aktar hesi boðini? Bíblian sigur: „Tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.“ (1. Korintbræv 6:18) Hvussu tá?
Granskarar hava funnið út av, at nógv ung, sum hava havt sex uttan at vera gift, uppliva eina ella fleiri av hesum avleiðingunum:
-
ANGUR. Nógv ung, sum hava havt sex uttan at vera gift, siga, at tey angraðu tað aftaná.
-
MISÁLIT. Eftir at tey hava havt sex, hugsa bæði: ’Hvørjum øðrum hevur hann ella hon verið saman við?’
-
VÓNBROT. Innast inni vilja nógvar gentur hava ein drong, sum verjir tær, ikki ein, sum misnýtir tær. Og nógvir dreingir missa áhugan fyri eini gentu, sum teir hava havt sex við.
-
Niðurstøða: Set ikki teg sjálvan so lágt, at tú hevur sex áðrenn hjúnaband, tí tá missir tú nakað sera dýrabart. (Rómbrævið 1:24) Tín kroppur er alt ov virðismikil til tað!
Vís, at tú hevur styrki til at standa ímóti trýstinum til at hava sex. (1. Tessalonikabræv 4:3) Og um tú einaferð giftir teg, kanst tú hava sex. Tá kanst tú gleðast um tað uttan ta stúran, tann angur og ótryggleika, sum ofta fylgir við at hava sex uttan at vera giftur. – Orðtøkini 7:22, 23; 1. Korintbræv 7:3.
HVAT HELDUR TÚ?
-
Hevði nakar, sum elskar teg, viljað gjørt tær nakað ilt kropsliga ella kensluliga?
-
Hevði nakar, sum er góður við teg, viljað freistað teg til at seta títt samband við Gud í váða? – Hebrearabrævið 13:4.