Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

STYKKI 13

Gandur er av tí illa

Gandur er av tí illa

Satan vil hava okkum at fáast við gand. Nógv ofra til forfedrar og andar fyri at verja seg ímóti illum. Tað gera tey, tí tey ræðast maktir úr andaheiminum. Tey ganga við gandaringum ella armbondum. Tey drekka ella gníggja kroppin við „medisini“, sum ætlandi hevur gandamegi. Summi krógva „verndarlutir“ í húsunum ella í jørðini. Onnur taka til „gandaráð“, tí tey halda, tað hjálpir teimum at fáa eitt nú eydnu í handilsskapi, góð próvtøkuúrslit ella ein hjúnafelaga.

Besta verjan ímóti Satani er at hava Jehova til vin. Jehova Gud og einglar hansara eru nógv mektigari enn Satan og hansara illu andar. (Jákup 2:19; Opinberingin 12:9) Jehova er fúsur at vísa styrki sína til tess at hjálpa vinum sínum — teimum, sum eru honum fullkomiliga loyalir. — 2 Krønikubók 16:9.

Guds orð sigur: „Tit mugu ikki fáast við spádóm ella gand.“ Jehova fordømir gand, tí vit av tí kunnu koma beint í vald Satan Djevulsins. — 3 Mósebók 19:26.