STYKKI 2
Tú fært ongan betri vin enn Gud
At gerast vinur Guds er tað besta, ið kann henda tær. Gud fer at læra teg, hvussu tú verður eydnuríkur og tryggur; hann sleppur tær undan nógvum skeivum trúarsetningum og skaðiligum vanum. Hann hoyrir bønir tínar. Hann hjálpir tær at fáa nýtt treysti og ein innari frið. (Sálmur 71:5; 73:28) Gud styðjar teg í truplum tíðum. (Sálmur 18:19) Og hartil bjóðar hann tær ævigt lív í gávu. — Rómbrævið 6:23.
Tættari samband við Gud knýtir teg nærri at vinum Guds. Teir verða eisini tínir vinir. Ja, tit verða sum brøður og systrar. Teir vilja við gleði læra teg meira um Gud, og teir vilja hjálpa og stuðla tær.
Vit eru ikki javnlík Gudi. Tá vit royna at gerast vinir Guds, mugu vit minnast til, at tað ikki er tað sama sum eitt vinalag millum javnlíkar. Gud er nógv eldri, vísari og sterkari enn vit. Hann er rætti Stjórnari okkara. Ynskja vit at verða vinir hansara, mugu vit tí lurta eftir honum og gera, sum hann sigur. Tað verður okkum altíð at gagni. — Esaias 48:18.