Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

STYKKI 9

Hvørji eru vinir Guds?

Hvørji eru vinir Guds?

Jesus Kristus er sonur Jehova og nærmasti vinur hansara. Áðrenn Jesus kom til jarðar sum menniskja, livdi hann í himli sum ein mektigur andaskapningur. (Jóhannes 17:5) Síðani kom hann til jarðar at læra menniskjuni sannleikan um Gud. (Jóhannes 18:37) Hann gav eisini menniskjalív sítt fyri at frelsa tey, sum velja at fylgja boðum Guds, undan synd og deyða. (Rómbrævið 6:23) Nú er Jesus kongurin í Guds ríki, eini himmalskari stjórn, sum fer at gera jørðina til eitt paradís. — Opinberingin 19:16.

Einglarnir eru eisini vinir Guds. Einglarnir byrjaðu ikki tilveru sína sum menniskju á jørðini. Teir vórðu skaptir í himli, áðrenn Gud gjørdi jørðina. (Job 38:4-7) Fleiri milliónir einglar eru til. (Dániel 7:10) Hesir vinir Guds í himli ynskja, at menniskjuni skulu læra sannleikan um Jehova. — Opinberingin 14:6, 7.

Gud hevur eisini vinir á jørðini; hann nevnir teir vitni síni. Eitt vitni sigur í rættinum frá tí, tað veit um onkran ella okkurt. Jehova Vitni siga øðrum frá tí, tey vita um Jehova og ætlan hansara. (Esaias 43:10) Eins og einglarnir vilja tey fegin hjálpa tær at læra sannleikan um Jehova. Tey ynskja eisini, at skalt verða vinur Guds.