STYKKI 12
Hvat hendir, tá vit doyggja?
Deyði er tað øvuta av lívi. Deyðin kann samanberast við djúpan svøvn. (Jóhannes 11:11-14) Tey deyðu eru hvørki før fyri at hoyra, síggja, tosa ella hugsa nakað. (Prædikarin 9:5, 10) Falskur átrúni lærir, at tey deyðu eru stødd í einum andaheimi saman við forfedrum sínum. Men hetta er ikki tað, sum Bíblian lærir.
Tey deyðu kunnu hvørki hjálpa okkum ella gera okkum fortreð. Vanligt er, at fólk fremja halgisiðir og lata offur fyri at blíðka tey deyðu. Hetta dámar ikki Gudi, tí tað er grundað á eina av Satans lygnum. Teimum deyðu dámar heldur ikki halgisiðir og offur, tí tey eru deyð og ikki livandi. Vit skulu hvørki óttast ella tilbiðja tey deyðu. Vit skulu einans tilbiðja Gud. — Matteus 4:10.
Tey deyðu skulu liva aftur. Jehova fer at geva teimum deyðu lívið aftur í einum paradísi á jørðini. Men tann tíðin liggur enn fyri framman. (Jóhannes 5:28, 29; Ápostlasøgan 24:15) So satt sum vit kunnu vekja ein, ið svevur, kann Gud vekja fólk, ið eru deyð. — Markus 5:22, 23, 41, 42.
Hugsanin um, at menniskjað livir víðari eftir deyðan, er ein lygn, sum Satan Djevulin kom fram við. Satan og hansara illu andar hava fingið fólk at trúgva, at andarnir hjá teimum deyðu framvegis eru á lívi og kunnu volda sjúku og aðrar trupulleikar. Satan villleiðir fólk, viðhvørt við dreymum og sjónum. Jehova fordømir tey, sum royna at tosa við tey deyðu. — 5 Mósebók 18:10-12.