Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

STYKKI 3

Tú mást læra nakað um Gud

Tú mást læra nakað um Gud

Skalt tú vera vinur Guds, mást tú læra nakað um hann. Vinir tínir vita sjálvsagt, hvussu tú eitur, og teir brúka navnið. Soleiðis vil Gud eisini, at tú skalt vita, hvussu hann eitur og brúka navnið. Gud eitur Jehova. (Sálmur 83:18, Ny Verden-oversættelsen; Matteus 6:9) Tú mást hartil læra, hvat honum dámar og ikki dámar. Tú mást vita, hvørjar vinir hann hevur og hvørjar fíggindar. At læra ein at kenna tekur tíð. Bíblian sigur tað vera skilagott at taka sær tíð til at læra nakað um Jehova. — Efesusbrævið 5:15, 16.

Vinir Guds gera tað, sum honum dámar. Hugsa um hetta: Fert tú illa við vinum tínum og gert sovorðið, sum teir hata, verða teir so framhaldandi vinir tínir? Sjálvandi ikki! Vilt tú vera vinur Guds, mást tú tí gera tað, sum honum dámar. — Jóhannes 4:24.

Ikki allir átrúnar føra til vinalag við Gud. Jesus, sum er nærmasti vinur Guds, segði frá tveimum vegum. Annar er breiður, og nógv ganga á honum. Hann førir til undirgang. Hin vegurin er smalur, og á honum ganga bert fá fólk. Tann vegurin førir til ævigt lív. Eftir hesum at døma mást tú, um tú vilt vera vinur Guds, læra, hvussu tú av røttum eigur at tilbiðja Gud. — Matteus 7:13, 14.