Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

STYKKI 5

Vinir Guds skulu liva í Paradísinum

Vinir Guds skulu liva í Paradísinum

Paradísið verður ikki sum heimurin kring okkum. Gud ætlaði ongantíð, at jørðin skuldi fyllast við ófriði og sorg, pínu og neyð. Í framtíðini fer Gud at gera jørðina til eitt paradís. Hvussu verður Paradísið? Latið okkum vita, hvat Bíblian sigur:

Góð menniskju. Paradísið verður bústaðurin hjá Guds vinum. Teir fara at gera alt gott hvør fyri annan. Teir fara at fylgja rættvísu vegum Guds. — Orðtøkini 2:21.

Ov mikið av mati. Eingin líður hungur í Paradísinum. Bíblian sigur: „Korn [matur] skal vera í yvirflóð í landinum.“ — Sálmur 72:16.

Góð hús og gleðiligt arbeiði. Í Paradísinum á jørðini hevur hvør familja egnan bústað. Øll arbeiða við tí, sum gevur sanna eydnu. — Esaias 65:21-23.

Friður um alla jørðina. Fólk skulu ikki longur stríðast og doyggja í bardøgum. Guds orð sigur: „[Gud] ger enda á kríggi.“ — Sálmur 46:9, 10.

Góð heilsa. Bíblian lovar: „Eingin, sum býr har, skal siga: ’Eg eri sjúkur.’“ (Esaias 33:24) Og eingin verður lamin, blindur, deyvur ella málleysur. — Esaias 35:5, 6.

Endi á pínu, sorg og deyða. Guds orð sigur: „Deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur — tí hitt fyrra er farið.“ — Opinberingin 21:4.

Ónd menniskju eru burtur. Jehova lovar: „Hini gudleysu skulu verða beind av landinum, og hini trúleysu skulu verða rykt burtur úr tí.“ — Orðtøkini 2:22.

Fólk fara at elska og virða hvørt annað. Hvørki órættvísi, kúgan, havisjúka ella hatur verður longur. Fólk liva í góðari semju og samsvarandi rættvísu vegum Guds. — Esaias 26:9.