STYKKI 7
Ein ávaring úr forðum
Jehova fer ikki at lata ónd menniskju spilla Paradísið. Bert vinir Guds sleppa at liva har. Hvat hendir teimum gudleysu? Fyri at fáa svarið kunnu vit líta at sonnu frásøguni um Nóa. Nóa livdi fyri fleiri túsund árum síðani. Hann var ein góður maður, sum altíð legði sær eina við at gera Jehova vilja. Men øll onnur á jørðini gjørdu tað, ið var ónt. Tí segði Jehova við Nóa, at hann fór at týna øll tey gudleysu í einari vatnflóð. Hann bað Nóa byggja eina ørk, so hann og húsfólk hansara ikki skuldu lata lív, tá Vatnflóðin kom. — 1 Mósebók 6:9-18.
Nóa og húsfólk hansara bygdu ørkina. Nóa varaði fólk við, at Vatnflóðin fór at koma, men tey lurtaðu ikki eftir honum. Tey hildu fram í óndum verki. Tá ørkin var liðug, leiddi Nóa djórini og húsfólkið hjá sær inn í ørkina. So læt Jehova illveður bresta á. Tað oysti niður í 40 dagar og 40 nætur. Vatnið floymdi yvir alla jørðina. — 1 Mósebók 7:7-12.
1 Mósebók 7:22, 23) Sambært Bíbliuni fer Jehova eina ferð aftrat at beina fyri teimum, sum nokta at gera tað, ið er rætt. Góð menniskju verða ikki týnd. Tey skulu liva um ævir í Paradísinum á jørðini. — 2 Pætur 2:5, 6, 9.
Tey óndu doyðu, men Nóa og húsfólk hansara bjargaðust. Jehova bar Nóa og húsfólk hansara óskalað ígjøgnum Vatnflóðina út á eina jørð, har óndskapurin var reinsaður burtur. (Nógv skikka sær illa nú á døgum. Heimurin er fullur av trupulleikum. Jehova hevur ferð eftir ferð sent vitni síni út at ávara fólk, men tey flestu vilja ikki lurta eftir orði Jehova. Tey hava ikki hug at broyta atburð. Tey vilja ikki góðtaka tað, Gud sigur um gott og ilt. Hvat hendir teimum? Munnu tey broytast, sum frá líður? Nógv broytast ongantíð. Skjótt verða ónd menniskju týnd, og tey livna ongantíð við aftur. — Sálmur 92:8.
Jørðin verður ikki oyðiløgd; hon verður gjørd til eitt paradís. Tey, sum gerast vinir Guds, skulu liva um ævir í einum paradísi á jørðini. — Sálmur 37:29.