STYKKI 14
Vinir Guds sleppa sær undan tí illa
Satan freistar fólk at skikka sær illa. Tann, ið vil vera vinur Guds, má hata tað, sum hann hatar. (Sálmur 97:10) Her er okkurt, sum vinir Guds ikki fáast við:
Kynsligar syndir. „Tú mást ikki dríva hor.“ (2 Mósebók 20:14) Kynsligt samband áðrenn hjúnabandið er eisini skeivt. — 1 Korint 6:18.
Drykkjuskapur. „Drykkjumenn . . . skulu [ikki] arva ríki Guds!“ — 1 Korint 6:10.
Morð, fosturtýning. „Tú mást ikki drepa.“ — 2 Mósebók 20:13.
Stuldur. „Tú mást ikki stjala.“ — 2 Mósebók 20:15.
Lygn. Jehova hatar ’falska tungu’. — Orðtøkini 6:17.
Sálmur 11:5, Ny Verden-oversættelsen) „Verk holdsins eru [millum annað] . . . vreiði.“ — Galatiabrævið 5:19, 20.
Harðskapur og ótálmað vreiði. „Tann, ið elskar harðskap, hatar [Jehova].“ (Váðaspæl. ’Um onkur er havisjúkur, skulu tit ikki umgangast slíkan.’ — 1 Korint 5:11.
Rasuhatur og etniskt hatur. „Elskið fíggindar tykkara . . . biðið fyri teimum, ið . . . søkja at tykkum.“ — Matteus 5:43, 44.
Tað, Gud biður okkum gera, er best fyri okkum. Tað er ikki altíð lætt at lata vera við tí, sum er skeivt. Men við hjálpini frá Jehova og vitnum hansara kanst tú sleppa tær undan tí, sum Gudi ikki dámar. — Esaias 48:17; Filippibrævið 4:13; Hebrearabrævið 10:24, 25.