Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

STYKKI 4

Soleiðis lærir tú nakað um Gud

Soleiðis lærir tú nakað um Gud

Tú lærir nakað um Gud við at lesa í Bíbliuni. Fyri langt síðan valdi Gud sær nøkur menniskju, ið skuldu skriva hugsanir hansara upp. Uppskriftirnar verða nevndar Bíblian. Nú á døgum læra vit nakað um Gud við at lesa í Bíbliuni. Av tí at Jehova orð ella boðskapur stendur í Bíbliuni, verður hon eisini nevnd Guds orð. Jehova lýgur ikki, og tí kunnu vit trúgva tí, sum stendur í Bíbliuni. ’Gud kann ómøguliga lúgva.’ (Hebrearabrævið 6:18) Guds orð inniheldur sannleikan. — Jóhannes 17:17.

Bíblian er ein hin dýrabarasta gávan, Gud hevur givið okkum. Hon er sum eitt bræv frá einum góðum pápa til børnini. Hon sigur okkum, at Gud hevur lovað at broyta jørðina til ein undursaman bústað — eitt paradís. Hon sigur okkum frá tí, sum Gud fyrr hevur gjørt, tí, sum hann ger nú, og tí, sum hann fer at gera fyri trúføstu børn síni í framtíðini. Hon hjálpir okkum eisini at loysa trupulleikar okkara og finna eydnu. — 2 Timoteus 3:16, 17.

Jehova Vitni eru vinir Guds; tey kunnu hjálpa tær at skilja tað, sum Bíblian lærir. Sig bara við tey, at tú hevur hug at kanna Bíbliuna. Tey krevja ongar pengar afturfyri. (Matteus 10:8) Harafturat kanst tú ganga á kristin møti í hølum, sum nevnast ríkissalar. Ert tú við á teimum møtunum, veksur tú skjótt í kunnleikanum um Gud.

Tú kanst læra nakað um Gud vil at eygleiða tað, sum hann hevur gjørt. Til dømis sigur Bíblian, at ’Gud skapti himmal og jørð’. (1 Mósebók 1:1) Tá Jehova skapti ’himmalin’, gjørdi hann eisini sólina. Og hvat sigur hetta okkum so um Gud? Tað sigur okkum, at Jehova hevur stórt vald. Eingin annar kundi skapt eina so veldiga orkukeldu sum sólina. Tað sigur okkum eisini, at Jehova er vísur, tí tað kravdi vísdóm at gera sólina, ið framleiðir hita og ljós og ongantíð brennur út.

Skaparverk Jehova vísir, at hann elskar okkum. Hugsa um allar tær ymisku fruktirnar, ið eru á jørðini. Jehova kundi givið okkum bert eitt slag av frukt — ella als onga. Í staðin fyri gav Jehova okkum nógvar ymiskar fruktir, tær smakka ymiskt, og tær eru ymiskar í skapi, stødd og liti. Hetta vísir, at Jehova er ein Gud, ið ikki bert er góður við okkum, hann er eisini gávumildur, umhugsin og vinaligur. — Sálmur 104:24.